Hon misti hattin uttan fyri Kondittaríið

Myndin “Hon misti hattin uttan fyri Kondittaríið” hongur inni hjá okkum.

Í 1995 hevði Eir í Ólavsstovu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og ein av myndunum hongur á veggi heima hjá okkum. Forvitnislig góð mynd, sum sigur júst frá, hvønn leiklut Kondittaríið á “Glade hjørn” hevði. Í ungdómsárunum var hetta miðdepulin í Havn, tí mest sum øll ferðsla millum eystur og vestur býin fór báðar vegir gjøgnum hetta knútapunkt.

Tá var ikki fast vegasamband millum Steinatúni og J. Paturssonargøtu og heldur ikki koyrandi niðri á Skálatrøð. Á Kondittarínum hittust fólk bæði tíðliga og seint, og nógvir vóru “stam” gestirnir. Og komst tú innum, angaði av kaffi, og køkurnar vóru sjálvandi frá bakarínum hjá Frants Restorff, sum átti Kondittaríið. Ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at tíðindini hevði viðkomandi hoyrt á Kondittarínum.

So er tað vakra listarverkið, sum Fridtjof Joensen gjørdi í 1983 úr rustfríum stáli við navninum Springvatn við dansandi børnum. Minnist, at fyrstu tíðina var vakurt springvatn, men listarverkið fekk ikki frið fyri ungdómi, sum í náttarlívinum gjørdu seg vátan undir vatnstrálunum. Tí verri blivu vatnstrálurnar burturbeindar, og nylon spent har, vatnstrálurnar áður vóru. Hetta fekk heldur ikki frið, tí ungdómar skóru burtur nylontræðrirnar.

Stóri spurningurin er, um listakvinnan við vilja hevur skrivað ”ð” skreivt í navninum Kondittaríið. Áhugavert, tí hetta fær eisini hyggaran at hugsa. Stuttligt at síggja, hvussu forvitnir gestirnir á Kondittarínum eru, nú unga kvinnan misti hattin, sum er navnið á listarverkinum. Kondittaríið er ikki til longur, men húsini standa tó har.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply