Við sluppini m/k Grundick í Vesturgrønlandi í 1947

Grundick fór av Havnini 22. juni í 1947, og tað tók níggju og eitt hálvt døgn at sigla til Grønlands

Myndirnar niðanfyri eru úr myndabók, sum børnini hjá Debes Christiansen eiga. Niels Peter svigarsonur Debes klistraði fyri nú nógvum árum síðani frálíku myndirnar í myndabók, har hann skrivaði myndatekstir til hvørja mynd. Mammubeiggi mín Debes Christiansen var skipari á ferðini í Vesturgrønlandi, og fremst í myndabókini sigur Debes eitt sindur frá um ferðina. Men fyrst til sluppirnar, sum langabbi mín Havnar Jógvan og synirnir Christian og Sámal Christiansen áttu.

Teir fiskaðu við vanligum handsnøri, men loddini vóru mangan tyngri enn vanlig fjarðalodd.
Teir fiskaðu við vanligum handsnøri, men loddini vóru mangan nógv tyngri enn vanlig fjarðalodd.

Í 1895 keyptu Havnar Jógvan og synirnir fyrstu sluppina til Norðdepils. Sluppin m/k Jubilee varð keypt úr Oyndarfirði, og fyrstu árini førdi skipari úr Gøtugjógv sluppina. Frá ár 1900 førdi Christian Jubilee, men um heystið í 1903 keyptu teir King Arthur. Christian førdi King Arthur, og bróðurin Sámal førdi Grundick.

35 ára gamli Debes Christiansen var skipari á Grundick. Her við sekstantinum.
35 ára gamli Debes Christiansen var skipari á Grundick. Her við sekstantinum.

Jubilee fór á land í illveðri og gørdist vrak, tá hon í 1908 var á veg til Skotlands við fiski. Eingin mannskaði hendi. Teir keyptu síðani m/k Ternuna frá Søreni Müller í Havn, sum Sámal Christiansen førdi til 1927. Ternan var løgd í 1929.  Í 1929 var Grundick keypt úr Svøríki. Havnar Jógvan kom tá at eiga King Arthur og sonurin Christian at eiga Grundick.  Grundick var bygd í Onglandi í 1887. Hon var 95 tons brutto og lastaði umleið 75 tons. Motorurin var 100 HK. Og so til ferðina við Grundick í Vesturgrønlandi í 1947.

Teir fingu eisini nógvir yvirvaksnar toskar.
Teir fingu eisini nógvir yvirvaksnar toskar.

Allar myndirnar í greinini er frá ferðini í Vesturgrønlandi við Grundick. 22. juni í 1947 fór Grundick av Havnini, og manningin taldi sekstan mans. Skipari var 35 ára gamli Debes Christiansen úr Havn. Aldurin á manningini var frá 14 árum til 49 ár. Teir fiskaðu bara við vanligum hondsnøri, men tó vóru loddini mangan tyngri enn loddini, sum vit onnur brúka á floti. Grundick kom aftur á Havnina 21. august, so tveir mánaðir tók grønlandsferðin.

Mangan var nógvur fiskur á degginum.
Mangan var nógvur fiskur á dekkinum.

Áhugavert at síggja og lesa, at fiskarnir vórðu taldir. Á ferðini fiskaðu teir í 26 dagar, og ikki varð fiskað sunnudag. Teir fisku teir 26 dagarnar 2.330 fiskar í miðal um dagin, og samanlagt vórðu fiskaðir 60.600 fiskar, sum vóru yvir átjan tummar langir avhøvdaðir. Ikki rokni eg við, at teir brúktu lippukassa, tí eingin lippukassi sæst á myndunum.

Tað tók sína tíð at gera reynt og flekja nógva fiskin.
Tað tók sína tíð at gera reint, flekja nógva fiskin og fáa hann saltaðan í lastina.

Manningarparturin fyri grønlandsferðina var 3.350 krónur pr. mann. Tey 75 tonsini av saltfiski vórðu eftir heimferðina pakkaðir í 50 kilo posar og seld fyri 1,61 pr kilo. Til sammetingar kann sigast, at fyri seinna heimsbardaga fingu menn bara í miðal 400 krónur fyri grønlandstúr, og tá fyltu teir sluppurnar tvær ferðir, har onnur lastin varð landað í Føroyingahavnini.

Áhugavert at síggja menninar standa við snøri í Vesturgrønlandi.
Áhugavert at síggja menninar standa við snøri í Vesturgrønlandi.

Tað tók níggju og eitt hálvt døgn at sigla til Grønlands, og heimferðin hjá Grundick tók ellivu døgn, og teinurin at sigldu var 1600 sjómíl. Á ferðini í Vesturgrønlandi mátti Grundick nakrar ferðir inn í Grønlandi eftir vatni, olju og mati. Teir løgdu tjúgu tons av fiski á land í Grønlandi, sum teir tóku aftur umborð at stúva í lastina á heimferðini.

Umframt Debes kenni eg bara Eliesar úr Múla, sum her situr á lastalúkuni. Eliesar sigli nógv ár í reiðarínum.
Eliesar úr Múla, sum situr á lastalúkuni, sigldi nógv ár í reiðarínum.

Hvørja ferð teir komu inn í onkran fjørð í Grønlandi, komu grønlendingar bæði menn og kvinnur umborð at vitja. Hetta upplivdu allar føroyskar manningar, sum tá fiskaðu í Grønlandi.

Tað sýnist, sum lagið er gott á monnum á øllum myndunum. Gott veður var mest sum alla ferðina.
Tað sýnist, sum lagið er gott á monnum á øllum myndunum. Gott veður var mest sum alla ferðina.

Áhugavert og spennandi at síggja myndirnar tiknar umborð á Grundick í 1947. Fiskurin var nógvur í Grønlandi beint eftir kríggi, og tað vísa eisini tølini umborð á Grundick. At hugsa sær, at menn fara til Grønlands at fiska við snøri í 1947, og yngsti drongurin eru ikki meira enn fjúrtan ára gamal.

Skiparin á dekkinum, og vit síggja skipsbátin á dekkinum. Tá vóru ikki gummibátar umborð.
Skiparin á dekkinum, og vit síggja skipsbátin á dekkinum. Tá vóru ikki gummibátar umborð.

Hyggju vit nærri at myndunum, so sýnast menninir at vera í góðum hýri. Ferðin í Vesturgrønlandi vardi í tveir mánaðir, men teir fiskaðu bara helvtina av tíðini, tí farleiðin er long at sigla til Grønlands, og so máttu teir eisini inn í Grønlandi. Um lagnuna hjá King Arthur og Grundick er at siga:

Nakrar ferðir máttu teir inn í Grønlandi eftir olju, vatni og mati.
Nakrar ferðir máttu teir inn í Grønlandi eftir olju, vatni og mati.

King Arthur var í Íslandi í 1941 og keypti fisk til bretska marknaðin, men ein dagin, hon lá fyri akkeri úti fyri Njarðvík, brast hann á við ódnarveðri. Har beyðst ikki bót, skipið rak á land og varð vrak. Tá var Havnar-Jógvan farin, hann doyði í 1940 – 91 ára gamal. Grundick var í vinnu til inn í 60 árini, tá ið hon varð løgd. Hon lá inni á Kollafirði, men í eini útsynningsódn sleit hon og rak tvørtur um Tangafjørð og á land á Eysturoynni, har hon gjørdist vrak.

Grønlendingar vóru skjóti at vitja umborð, tá føroysku fiskiskipini kom inn í firðirnar
Grønlendingar vóru skjótir at vitja umborð, tá føroysku fiskiskipini komu inn á firðirnar

Í sambandi við greinina havi eg leita mær á Landsskjalasavnið til tess at fáa hendur í manningarlistan. Fann ikki manningarlistan men eitt skjal “Risikoopgørelse”, sum er sent Føroya Vannlukkutrygging viðvíkjandi manningini umborð á Grundich. Debes skrivar í myndabókini, at sekstan mans vóru við Grundich henda túrin í Grønlandi, men eg síggi bara fimtan mans á listanum, og teir eru: Debes Christiansen, Tórshavn, Hans D. Hansen, Eiði, Julius Ernst Joensen, Gjógv, Jørgen Kruse, Eiði, Hans Edvard Ellingsgaard, Eiði, Jacob Andr. Poulsen, Eiði, Ditlev Houmann, Oyndarfirði, Hans J. Frederiksen, Múla, Johan Christiansen, Norðdepli, Eliesar Andreasen, Múla, Jacob H. Henriksen, Kirkju, Jógvan Svend Joensen, Árnafirði, Hans Andr. Olsen, Árnafiriði, Pauli Mikkelsen, Skála og Erling S.H. Christiansen,Tórshan. Hesin Erling, sum sæst í stýrihúsinum á eini myndini,  og Debes vóru systkinabørn, Erling var sonur Sámal Christiansen. (Vagnur)

Her síggja vit eina portugiskiska doru.
Her síggja vit eina portugiskiska doru. Portugisar mistu nógvar dorur og harvið nógvar fiskimenn í Grønlandi.
Hetta má sigast at vera góður dagar. Dekkið fult.
Hetta má sigast at vera góður dagar. Dekkið fult.

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply