Úr myndasavninum – Áhugaverdar sigandi myndir úr Gundadali í 1950 og 2020

Frá vinstru Harry S. Johansen og konan Bette nummar tvey frá høgru. Hini bæði eru útlendskir ferðavinir úr Karlskrona í Svøríki.

Gundadalur hevur altíð verið áhugaverdur dalur fyri havnarfólk, ja, kring alt landið. Ikki av tilvild, at teir bygdu fótbóltsvøll í Gundadali, tí har er veðurgott, sjálvt um vindhart er uppi á Nabb og niðan ímóti Sortudíki, tí har lívir ikki á nakrari ætt. Og Ovari vøllur má vera veðurbesti fótbóltsvøllur í Føroyum.

Eldri myndirnar eru frá 1950, tá Harry S. Johansen og konan Bette hava útlendska vitjan úr Karlskrona í Svøríki. Nógv broytt í Gundadali síðani tá. Vegurin, sum í dag eitur Gundadalsvegur, róptu vit ungu bara  Oyggjarvegurin allan teinin frá Gundadali niðan í Grótbrotið. Eldri myndirnar eru úr myndabók hjá Harry og teimum.

Vit eiga nógvar eldri telefonbøkur, og hyggur tú í telefonbók frá 1980/81, var adressan hjá Harry og teimum Gundadalur 31, men í bókini 1984/85 er adressan broytt til Gundadalsvegur 39. Orsøkin uttan iva, at nú blivu fleiri og fleiri hús bygd á høgru síðu oman ímóti Hvíldarheiminum Naina.

Harry og tey áttu grønu húsini uttast til høgru. Nógv broytt í Gundadali seinastu sjeyti árini. (Mynd Vagnur)

Áhugaverd mynd við grúsfótbóltsvølli við HB húsinum út ímóti ánni og eisini av B36 húsinum. Hondbóltsvøllurin við fótbóltsvøllin er har, men vøllurin var ikki brúktur í 1950, tí nýggjur hondbóltsvøllur var bygdur í 1945, har svimjihøllin stendur. Tað sýnist, sum eingin veruligt heildarætlan av Gundadali nakrantíð var gjørd frá byrja. Tú beit bara eitt stykki av Gundadali, so hvørt sum tørvar var á nýggjari svimjihøll, ítróttahøll ella fótbóltsvølli.

Tú sært nú ikki Gundadal fyri húsum, vallum og hallum. (Mynd Vagnur)

Stóra svarta barakkin sæst, har vit plagdu at dansa, men hetta vóru vánalig dansihøli, tí eingin útlufting og vindeygu at lata upp, og sveittin rann niður eftir blikkplátunum. Aðrar smærri barakkir frá krígnum eru ikki enn tiknar niður. Til høgru húsini hjá Bil Óla, tey hjá  Mikkjali Helmsdal og teimum, familjuni Trónd Hansen og eisini Hvíldarheimið Naina. So mugu vit ikki gloyma Meksiko, sum var burturbeint, og nú stórt gistingarhús bygt á staðnum. Harry og tey vóru í 1950 nærmasti granni við nýggja el-verkið í Gundadali, sum júst var um at vera liðugt í 1950, sum myndin niðanfyri sýnir.

Mynd frá 1950. El-verkið í Gundadali um at vera liðugt.

Uppískoyti: Í 1920 byrjaði arbeiðið at laða húsið hjá Tórshavnar elektricietetverki úti á Rundingi, sum tað var rópt. Hetta var fyrsta elverk í Havn. Óli Arge, eldri, Martin Danielsen og Johannis Simonsen átóku sær arbeiðið. Í september mánað í 1921 varð elverki sett til. Elverkið hevði tveir dieselmotorar og ein stóran akkumolator. Diesel motorarnir vóru 100 hk og 150 hk, akkumolatorurin hevði battarí 270 sellur. Trý tey fyrstu húsini, sum fingu streym, vóru Avhaldshúsið, Losjan og Klubbin. Elverkið helt til á Rundingi í knappliga tríati ár, og í 1950 varð húsið tikið niður. Næsta elverkið í Havn var bygt upp í Gundadali, men tá Havnin næstu árini vaks so nógv, mátti tjúgu ár seinni farast niðan á Sund. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply