Úr myndasavninum – Økið á Debesartrøð og har um leiðir var okkara spælipláss

Fara vit oman á brúnna í J.C. Svabosgøta síggja við millum annað húsini hjá Evald Arge og teimum, tey hjá Johan og Jansy Mouritsen og serligu húsini hjá Frazer. í høgu hvítu húsunum búðu í niðastu hædd Hans Marius og Lisa Mikkelsen við børnunum Boga, Hákun og Jónu.  (Mynd Sandavágs Fornminnisfelag)

Nógvastaðni kring landið hava fólk stóran áhuga í gomlum myndum, sum alt er Føroya søga. Eitt eru Gamlar myndir úr Havn, men tildømis hevur Jan Erik Simonsen seinastu átta árini talgilt 12.000 myndir at lata Sandavágs Bygdasavn í varðveitslu. Sandavágs Fornminnisfelag, har Jan Erik er nevndarlimur, er partur av Sandavágs Bygdasavni. Flestu myndirnar eru úr Sandavági, men hissini myndir eisini úr Havn. Stúrsaði við at síggja myndina omanfyri, sum er tikin seinast í 1950-árunum. Júst soleiðis minnist eg økið við Debesartrøð, sum var okkara spælipláss, og sum er so nógv broytt. Fari at hugleiða eina løtu um myndina, sum eg giti er tikin, har Demmus og Helena Hentze búðu.

Kamma Ellefsen plagdi sum smágenta fara niðan til ensku hermenninar við eggum. Vit síggja eisini frá vinstru húsini hjá Frú Rein, skúlan hjá Frú Mohr, húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen, húsini á Trøðni og húsini hjá postmeistaranum Danielsen. Áhugavert at síggja aftur brandhyilin í ánni, sum var stoyptur til tess at savna vatn um summarið, um eldur kom í. (Mynd Fornminnissavnið)

Veit ikki um Jóannes Rasmussen vendir sær í grøvini, tí honum dámdi ikki væl, at vit spældu í trøunum við Landsbókasavnið og serliga, tá tey gróðursettu trø við Ellisheimið. Vit spældu fótbólt á grúsvøllinum við Neystið ella Bátahøllina, sum summi róptu fyribils barakkina, sum húsaði nógvar eldri føroyskar bátar, fuglar, flogkykt og onnur gomul amboð. Endin gjørdist tó, at Jóannes gjørdist okkara hetja, tí hann gav og fekk gjørt okkum nýggjan fótbóltsvøll. Menn tóku træstikið niður og flutti fótbóltsvøllin út um økið hjá Neystinum. Hóast hetta, ja, so hildu vit kortini til á økinum um kvøldarnar, tá starvsfólk á Debesartrøð vóru farin til húsa.

Í 1952 var Bátahøllin á Debesartrøð bygd, og hon varð bygd fyri pening, sum hjúnini Hans Andreas og Petra Djurhuus lótu. Tað var vilji teirra, at í Bátahøllin skuldu vera arbeiðs- og framsýningarrúm hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum umframt felagshøli hjá Føroya Fróðskaparfelag.

Nógv broytt síðani vit spældu sum børn á Debesartrøð. Húsini nærmast er tey hjá Charlis Bærentsen, síðani tey hjá Demmus og Helenu, Frú Rein, skúlin hjá Frú Mohr og húsini hjá postmeistaranum koma undan. Annars alt fjalt av Nóatúni, Heilsufrøðiligu starvstovuni og trøum. (Mynd Vagnur)

Gamla landsbókasavnið, sum er ein av vakrastu bygningum í Havn, er ikki betongkassi, sum vit síggja nógvastaðni í býnum, men ein lagaður bygningur úr gróti. H.C. W. Tórgarð teknaði bókasavnið, og Johannes Simonsen “Johannes murer” stóð fyri laðingini. Skifertakið kom úr Noregi, og tveir norðmenn løgdu á takið. 3. mai 1931 varð Landsbókasavnið vígt.

Vit síggja tvær barakkir á myndini, men tvær vóru aftrat longri niðri, har maður búði í einari. Og tað var fragd at koma inn í barkkirnar og hugleiða um teir nógvu bretsku hermenninar, sum húsaðust har. Lítið og einki broytt innan men ógvuliga óruddiligt í barakkunum. Minnist, at roysni var hjá okkum unga at leypa av barakk yvir á hini. Tað vóru bara tey kringastu, sum megnaðu hetta.

Heilsufrøðiliga starvstovan bygd, men vegurin niðan til Venjingarskúlan ikki gjørdur. Hákun Jacobsen og tey áttu húsini til høgru, síðani Charles Bærentsen og tey, Í gulu húsunum, har snórarnir eru fullir við klæðum, búðu Sámal og Anna Debes. Húsini eru tikin niður.

Ellisheimið var okkara perla í barnaárunum, og øll vóru góð við Ellisheimið, sum er frá 1935 og útbygt í 1976. Síggi fyri mær starvsfólkini, sum vóru ílatnar eins og sjúrkasystrarnar tá. Síggi í bók, at tá skuldu tú hava búð fimm ár í Havn og farin um tey trýss árini, var vón um at búgva á Ellisheiminum. Minnist nógv búfólk, sum vit prátaðu við, og sum vóru so væl fyri, at tey spákaðu í grannalagnum, og onkur eisini fór túr í býin. Miðalaldurin nógv lægri enn í dag.

Eisini hugaligt at síggja aftur “træelpelarnar”, sum lógu á goymslu á barakkgrundunum. Hetta er alt søga, tí nú liggja elkáplarnir grivnir í vegunum. Á træpelunum sótu vit mangan og hugleiddu um framtíðina, og millum annað minnist eg, at vit ímyndaðu okkum sum gomul at búgva á ovaastu hætt á Ellisheiminum, men hetta gerst ikki enn veruleiki, tí vit eru ov ung at sleppa inn, sjálvt um nógv av okkum eru farin um tey sjeyti árini. Tá mamma búði har, var miðalaldurin um níti ár.

Soleiðis sá út við Landavegin og Debesartrøð í 1920. Minnist, at í húsunum uttast til vinstru búðu Tóri Mikkelsen við familju. Tey fluttu av landinum seinast í 1950-árunum. Tóri var bróðir el-menninar Einar og Eyðolf Mikkelsen. (Mynd Fornminnissavnið)

Húsini við V.U. Hammarhaimsgøtu oman ímóti bakarínum hjá Conrad Skaale høvdu av og á trupulleikar um veturin, tí Rættará kundi fara upp um árbakkan uppi við húsini hjá Miu og Eiden Müller. Vatnið fossaði oman brekkuna og inn í garðarnar og onkuntíð inn í kjallaran. Fyrsta húsið til vinstru eru tey hjá Hannu og Olaf Reinert Joensen. Dóttirin Kamma Ellefsen, sum er fødd í 1937, sigur mær, at húsini eru bygd fyrst í 1900 talinum. og at foreldini keyptu húsini í 1939. Tá høvdu skúlastjórin Zacharias Sørensen við familju og eisini nonnur búð í húsunum. Hon minnist væl ensku hermenninar, sum búðu í barakkunum, og tá hon sum smágenta  var uppi við eggum til teirra at býta við góðgæti ella aðra vøru. Systkini vóru Kamma, Jutta og ein bróðir, sum búsettist í Danmark.

Áugaverd mynd, har einki er bygt uppi á Heygnum. Myndin tikin uttan iva í 1940-árunum.

Síðani húsini hjá Petrinu og Thorvald Andreassen, húsið, sum vit høvdu nært tilknýti til. Systrarnar Tóta, Oda og Dania vóru har, men eisini bróðirin Árni, sum var yngst, og sum doyði av vannlukku í 1972. Næst húsini hjá Linu Arge, sum mamma kendi so væl. Lina var trúlovað enskum hermanni, og tey skuldi giftast eftir kríggi, men hetta spældi ikki væl av, sjálvt um brúðarkjólin var seymaður. Bretski hermaðurin skuldi fara heima at vitja familjuni, men vendi ikki aftur. Mamma segði, at Lina sat eftir við djúpari sorg í fleiri ár, tí hon var góð við hermannin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply