Úr myndasavninum – Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin fekk kapell í 1951

Áhugaverd mynd frá 1950. Bara gravir niðan ímóti garðinum, og teir stoypa kapellið, sum var liðugt í 1951. Eingi sethús, eingir bilar bert ein bussur niðri við inngongina til kirkjugarðin. Ja, so hestavognur í grúsvegnum niðan brekkuna á Heygsvegnum. Friðsælt.

Fyri okkum smábørn, sum búðu við Landavegin, var økið við Heygsvegin, Sandá og kirkjugarðin áhugavert og spennandi øki. Vit lærdu at svimja í Sandá seinast í 1950-árunum, mammubeiggjarnir Jógvan og Debes Christiansen áttu saltfiska – og turkihús við Heygsvegin, og so lógu abbarnir Christian í Hvannasundi (1874-1944) og  Hans Jacob í Dalólastovu (1878-1943) í kirkjugarðinum.

Frá Bette Johansen dóttir Harry S. Johansen (1921-1999) og Jacobinu Elisabeth Johansen (1923-1950) rópt Bette havi eg fingið nakrar áhugaverdar myndir úr myndabók, sum Harry fekk frá tempulriddara, sum vitjaði í Føroyum í 1950. Harry S. Johansen róptur av summum Harry í Sjúkrakassanum var tempulriddari og virkin langt lív í Losjuni.  Men aftur til myndina omanfyri.

Gamli kirkjugarðurin á Svínaryggi varð vorðin ov lítil í 1930-árunum, og farið var út um býin at gera nýggjan kirkjugarð við Velbastaðvegin, sum hann æt tá. Fyrstu grøvirnar vóru niðan ímóti garðinum við Velbastaðvegin, og tað var ”fabrikant” Evensen, sum doyði 25. september 1935, sum grivin var fyrstur í nýggja kirkjugarðinum. Sum ungur minnist eg væl gravaran Pola í Mattálág, sum vit øll ungu kendu,

Enskir hermenn ávegis út í kirkjugarð at vera grivnir. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Hyggja vit nærri at myndini,  síggjast hvítu stóru krossarnir standa á gravunum hjá ensku hermonnunum, sum fullu í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Høgni Krossteig gravari segði mær í 2012, at fyrr var tað soleiðis, at familjur bóðu um familjupláss í kirkjugarðinum, og familja kundi fáa seks pláss, men soleiðis er ikki longur. Nú tosa vit um dupultar gravir og einstakar gravir. Vit hava serlig øki til barnagravir og øki, har einlig liggja, segði Høgni.

Kapellið varð liðugt bygt í 1951, men er víðkað seint í 70 -árunum og umvalt í 2006. Umframt vanligar gravir, so koma eisini urnir úr útlondum í kirkjugarðin. Tað munnu vera einar 120 urnur grivnar í garðinum, og á hesum økinum er hugburðurin boyttur, tí tað verður gjørt meira og meira burturúr, tá ið urnur koma úr útlondum.

Líkbilurin frá 1949 var ein Bedford “K-modell”. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Hans Petur Joensen er nú gravari, og hann sigur mær, at 1. januar í ár vóru  6.633 fólk grivin í kirkjugarðin síðani 1935. Urnurnar, sum koma úr útlondum, er vorðnar einar 120 í tali. Um kapellið sigur gravarin, at húsið treingir til umvælingar. Í 2018 vóru um 150 fólk grivin í kirkjugarðinum og 170 fólk í 2019.

Á myndini ovast í síggja vit eingi hús fram við Heygsvegin, og trøðna høgru megin oman ímóti Velbastaðvegum átti abbi okkara Christian í Hvannasundi. Seinni var nógv av trøðni selt til sethús, og eg minnist, tá Vilhjálmur Patursson bygdi sær hús niðri við Velbastaðvegin.

Tíðirnar broytast. Vit lærdu at svimja í Sandá fyrst í lítlum hyli skamt frá kirkjugarðinum, men so oman í Mylluhylin, tí har var djúpari og betri at kava. Nýggi svimjihylurin í Gundadali var tikin í nýtslu í 1959, og tá góvust vit ungu at svimja í Sandá men framvegis onkuntíð í Sandagerði. (Vagnur)

“Fabrikant” Evensen var fyrsti perónur grivin í kirkjugarðnum í september mánað 1935. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply