Viðmerking til 3-2 sending – Róðrarsambandið skal bara taka sær av føroyskum kappróðri

Ormurin, Havnarbáturin og Suðuroyingur í góðveðrinum á Havnarvág í fjør. (Mynd Vagnur)

Áhugavert at hoyra Magnus Norðberg úr Klaksvíkar Róðrarfelag og Hallgrím Hansen frá Róðrarsambandinum í 3-2 sendingini mánakvøldið. Sjálvandi eru ymsar orsøkir, at illa gongst at manna eldri bátastøddirnar og serliga 10-mannaførini. Stutta av tí langa er seinnu árini, at tað eru ov fáir rógvarar millum tjúgu og tretivu ár, og kanska er samfelagið so nógv broytt við nógvum arbeiði, bíligum flogferðaseðlum og tilboðum annars til tey ungu, at tey tíma rætt og slætt ikki at brúka tíðina um summarið at sita í kappróðrarbáti. Havi annars hesa viðmerking til 3-2 sendingina.

Tað sýnist, at tá tey ungu hava róð barnaróður frá ellivu/tólv ára aldri í nøkur ár, og síðani gentu/dreingjaróður í nøkur ár og eru liðug við miðnámsskúlan, so eru tey ”mettað” av kappróðri. Nú skal okkurt annað gerast sum summarið út at ferðast ella uppliva festivalar. Flestu stremba ikki eftir at seta seg í 6-manna-8-manna- ella 10-mannafar.

Tá so stór róðrarøki ikki fáa mannað eldri bátastøddirnar, so er stórur eftirspurningur eftir teimum fáa rógvarum, sum tíma at rógva. Tað verður trolað eftir rógvarum um alt landið, og  í fleiri førum fáa vit nakrar fáar elitubátur, har teir fáu bestu rógvararnir sita í sama báti. Nevnast kann 10-mannafarið Ormurin og 6-mannafarið Sølmundur við kvinnum, har Ormurin stendur í neysti í Kollafirði, og eingin av kvinnunum umborð á Sølmundi búði í Runavík. Helt eisini í fjør, at frálíku kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir, sjálvandi skuldi róð við 6-mannafarinum Rádna.

Í mínum ungdómsárum róðu bygdir og býir hvør ímóti øðrum, og vanligt var, at eini átta níggju 10-mannafør róðu á ólavsøku og um ár 1990 fjúrtan 8-mannafør á ólavsøku. Í 3-2 sendingi var innróðurin nevndur, og her haldi eg, at inniróður, sum slett ikki hevur mín áhuga, fær alt ov nógv rúm í fjølmiðlunum og frá RSF.

Heilt burturvið, at Róðrarsambandið brúkar stórar upphæddir at senda í fleiri førum eldri rógvarar at kappast altjóða, tá tey, sum vinna í føroyska kappróðrinum einki fáa. Fleiri av teimum, sum hava róð altjóða inniróður, rógva slett í føroyska bátinum. Ynskja fólk at rógva inniróður, so kunnu feløgini taka sær av hesum og ikki RSF. Inniróður sum kappingargrein hevur ongantíð sagt mær nakað sum helst, hetta at sita í deyðari maskinu og hyggju í vegg ella spegil við mangan hørðum tónleiki í venjingarrúminum ella í oyrunum.

Tá 2000 og 1500 teinarnir vóru strikaðir, søgdu fólk úr øllum ættum, at nú fóru vit at síggja fleiri manningar umborð á størri bátastøddunum. Eg skrivaði, at júst tað mótsatta fór at henda, og summi fólk speirekaðu meg fyri hesa skriving, men eg visti, at so fór at vera.

Føroyskur kappróður er alt ov stirvin, og fólk vilja og tora ikki broytingar. Havi víst á, at tað líkist ongum, at dreingir og gentur kunnu rógva fýra ár í somu deild, meðan í øðrum ítróttagreinum tvey ár í eini deild. Eisini dáragerð, tá aldursmark var sett á genturóðurin, at kvinnur fingu loyvi eisini at rógva við 5-mannafari. Kvinnur ov gamlar at rógva genturóður, skulu sjálvandi rógva við 6-mannafari.

Mangan hoyrir tú fólk siga, at føroyskur kappróður er vorðini so ”seriøsur”. Hetta er ikki rætt, tí nógvu árini, eg stimaði við Havnarbátinum, vandu menn meira í bátinum, enn teir gera í dag. Beinhørð venjing hvørt kvøld í viku, og tíðirnar siga okkum, at manningar eru ikki vorðnar betri. Rógvimaskinan verður nevnd, men her at siga, at rógvimaskin er ikki gjørd til føroyska bátin, men í míni verð bara gott hjálpitól at halda seg í venjing.

Róðrarsambandið er feløgini, men vit kunnu vera samd um, at fyrireikingin kring landið ikki altíð hevur verið nóg góð. Vit hava ongantíð funnið endaligu loysnina at starta bátarnar, og ikki altíð er veðrið orsøkin. Aftur og aftur hoyra vit um hanafót, ov lítla maskinmegi at halda startinum. Ja, longu teinarnir fingu mangan einaferð skuldina, at seint gekk at avgreiða róðrarnar.

Mín meining er, at Róðrarsambandið skal gevast við innróðrinum og hugsavna seg og brúka orkuna at hjúkla og menna føroyskan kappróður. Inniróðurin kunnu feløgini taka sær ella tey einstøku, sum vilja hesa ítróttagrein. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply