Úr myndasavninum – Í 1960 – og 1970 árunum var vanligt at manna býlið í Havn

Unglingabýliðið í Havn í 1961. Aftast frá vinstru Nick Thomsen, HB, Baldvin Baldvinsson, B36, Tummas Juul Askham, HB, Páll Rubeksen, B36, Knút Thorsvig, HB, Petur Baldvinsson, B36, Eifinn Nolsøe, B36, Jógvan Jensen (Egga), HB, og Bjarni Johansen, B36. Fremst Kári Helmsdal, HB, Finnur Simonsen, B36, Òlavur Olsen, B36, Ìmund Hansen, B36, og Hugin Samuelsen, B36. (Myndaeigari Bjarni Johansen)

Tá vit sum smádreingir við Landavegin komu fyrstu ferðir í Gundadal, spældu har unglingar á myndini á grúsvøllinum. Hetta vóru unglingar nøkur ár eldri enn vit. Um hetta mundið var ógvuliga vanligt at manna býlið í Havn, sum spældu ímóti útlendingum, ta veri seg manningum á skipum og liðum serliga úr Hetlandi, Orkunoyggjum og Íslandi. Hetta vóru býlið mannað við spælarum í bestu deildini. Unglingabýlið frá 1961 hevur sína søgu, og Bjarni Johansen sigur:

– HB og B36 unglingar vóru bodnir vikuskifti til Tvøroyrar at spæla kapping millum TB, VB, HB og B36, og so funnu tey uppá, at býlið í Havn skuldu spæla ímóti samansettum liði við TB og VB spælarum. Myndin er tikin í Sevmýru, sigur Bjarni. Helvtin av manningini er ikki longur millum okkum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply