Úr myndasavninum – Tá SSB skótar í 1943 og 1959 runnu tingakross-renning úr Tjørnuvík til Havnar

Sverri Fon handar 18. mai 1959 í Tjørnuvík Vilhjálmi Christiansen, róptur Lill, tingakrossin sum fyrsti rennarin. Maðurin í føroyskum klæðum við pípu er bóndin Zacharias Andreassen. (Myndina tók Viggo Planck)

Í skótahúsinum hjá SSB við Havnará kanst tú síggja tveir áhugaverdar tingakrossar, sum boða frá áhugaverdari søgu. Orðið tingakrossur sæst í eldri sagnum, har kongur sendir boð kring landið til tess at boða frá, nær vártingið skal vera í ymsu sýslunum. Tá vóru jú ikki møguleikar at geva boð frá sær sum í dag. SSB skótar skipaðu í 1943 og 1959 fyri tingakross-renning úr Tjørnuvík til Havnar. Tingakrossurin er opin innan og kann latast upp, tí har liggja skrivaðu boðini. 50 skótar runnu tingakross-renning í 1943 og 66 skótar runnu í 1959.

Sum smádrongur minnist eg væl renningina í 1959, tá stór mannfjøld tók ímóti Bjarna Johansen, sum spelkin rann inn á Vaglið og handaði Hans Debes Joensen landslækna tingakrossin. 76 ára gamla Bjarna Johansen havi eg hitt. Men fyrst nøkur orð um tingakross-renningina skírisdag í 1943.

Marius Rubeksen rennur 22. apríl 1943 sum seinasti rennarin inn á Vaglið við tingakrossinum. Marius var sonur Christian Martin Rubeksen, sum var skipari í nógv ár á mjólkabátunum hjá Meiarínum. (Mynd: blaðið Tímin)

Í 1943 var einki vegasamband úr Havn til Kollafjarðar ei heldur úr Streymnesi til Haldarsvíkar og Tjørnuvíkar og bara vegur niðan á gamla enda á Oyggjarvegnum. Nógvir av teimum 50 skótunum vóru fluttir við Dúgvuni hjá Meiarínum til ymsu støðini í Sundalagnum, og summir fóru longu mikukvøldið. Teir skuldu renna umleið ein kilometur hvør. Eitt var renningin, men summir skótar skuldu ganga langt, so teir komu út á plássini, har takast skuldi ímóti krossinum. Valdir vóru skótar, sum skuldu renna Hórisgøtu frá Oyrareingjum niðan á oyggj, og tá var eisini tættari millum skótarnar.

Christian Weihe handar Fraser Eysturoy tingakrossin, sum 22. apríl 1943 er ávegis til Havnar. (Mynd: blaðið Tímin)

Skótarnir gingu upp í renningna við lív og sál, tí eitt av málunum var eisini at renna so skjótt sum gjørligt. Skírisdag 1943 rann Marius Rubeksen við tingakrossinum sum seinasti skóti inn á Vaglið og handaði Hans Andreas Djurhuus tingakrossin, og tá vóru gingnir fýra tímar 35 minuttir og 32 sekund. Stór mannfjøld tók ímóti á Vaglinum. Tað var blaðið Tímin, sum skipaði fyri tingakross-renningini í samstarvi við SSB skótarnar.

Hans Andreas Djurhuus segði millum annað á røðarapallinum: Norðbúgvarnir búðu í trongum smáttum ella í prýðiligum borgum, okkara forfedrar ofta langt hvør frá øðrum – og teir høvdu sítt strev og stríð at takast við og vistu allir sum ein, at teir høvdu nakað at verja og berjast fyri.

– Tá ið fíggindin herjaði, sendi kongur út tingakross at savna menn saman og eisini vóru tá glaður birtar á teim hægstu tindunum. Hesin tingakrossur, sum nú er borin úr Tjørnuvík til Havnar, er at vísa, hvussu skjótt slík boð kundu vera borin fram, men hevur eisini onnur boð at bera til okkara: – Tað er ungdómurin, ið hetta hevur gjørt, og tað er ungdómurin, ið land skal byggja og land verja, segði Hans Andreas Djurhuus millum annað á Vaglinum skírisdag í 1943.

Dúgvan hjá Meiarínum sigldi í 1943 skótarnar í Sundalagið, og summir skótar fóru longu dagin fyri. Lias í Rættará smíðaði Dúgvuna í 1922. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Klokkan níggju um kvøldið vóru allir skótarnir aftur í Havn, og gingu teir í skúðgongu gjøgnum býin fylgdir av mannfjøld og tónleikarum. Teir endaðu við skótahúsið á Bryggjubakka, har Hans Andreas helt stutta røðu, har hann eggjaði Skótaliði Sigmunds Brestissonar og Rovaraskótunum og ungdómi annars til áræði.

Fegnir skótar í Sundalagnum í 1940. Kend andlit, og nógvir runnu tingakross-renningina í 1943. (Mynd: Harry Johannessen)

Umstøðurnar í 1959 vóru nakað øðrvísi enn í 1943

Í 1959 gjørdu SSB skótarnir aftur roynd at renna tingakross-renning úr Tjørnuvík til Havnar, men tá vóru skótarnir 66 í tali. Øssur Debes, sum var ein av skótunum í 1943, evnaði til snotuliga tingakrossin. Øssur arbeiddi tá sum snikkari á verkstaðnum hjá Hartvig Hansen.

Bjarni Johansen handar Hans Debes Joensen landslækna tingakrossin 18. mai 1959. Stór mannfjøld var á Vaglinum henda dagin. (Myndaeigari: Bjarni Johansen)

Marius Rein var ein av rennarunum, og hann sigur mær, at hann rann úr Haldarsvík suður til Álvheygg, og tá høvdu nakrir skótar runnið úr Tjørnuvík til Haldarsvíkar. Í Tjørnuvík var tað Sverri Fon, skótaleiðari, sum handaði Vilhjálmi Christiansen, róptur Lill, tingakrossin sum fyrsti rennarin. Frálíku myndina tók Viggo Planck.

Myndina, tá Bjarni Johansen handar landslæknanum tingkrossin á Vaglinum, fekk eg frá Bjarna, og hann sigur soleiðis:

– Vit vóru 66 skótar, sum runnu úr Tjørnuvík til Havnar, og tað var meira tilvildarligt, hvør skóti rann ymsu teinarnar, men eg haldi, at ávísir skótar vóru valdir at renna í Hórisgøtu, sum var brøtt. Eg skuldi so renna inn á Vaglið, og Hans Mortensen, sáli, var næstseinasti rennarin uppi á Oyggjarvegnum og Torbjørn Mikkelsen, sáli, triðseinasti skóti.

– Minnist, at vit fingu boð at vera klárir ávísa tíð, men kundu ikki rættliga fylgja við, hvussu langt tingakrossurin var komin. Útvarp Føroya fylgdi við, og talva var á Vaglinum, har skrivað varð av og á, hvussu langt krossurin var komin við tíðum í ymsum bygdum.

Báðir tingakrossarnir eru varðveittir í skótahúsinum. Øssur Debes evnaði til krossin til vinstru frá 1959. (Mynd Vagnur)

–  Eg fekk krossin á Dunga og rann oman Heygsbreyt og síðani eftir Niels Finsensgøtu oman á Vaglið. Longu uppi við Sjónleikarhúsið var nógv fólk. Kann minnst, tá eg kom oman í trongan á Vaglinum, at ein kona segði: – Hann sær ikki troyttur út hasin skótin. Hon helt uttan iva, at eg hevði runnið allan teinin úr Tjørnuvík til Havnar.

– Kann eisini minnast, at Hans og eg sótu og bíðaðu uppi við Oyggjarvegin, so vit sóu oman í Gundadal, tí heilidagur var og fótbóltsdystur. Góð minni um tingakross-renningina í 1959 og at fáa heiðurin at handa landslæknanum tingakrossin. Vit vóru allir ovurfegnir og bilsnir av stóru móttøkuni, vit fingu á Vaglinum, sigur Bjarni, sum var sekstan ár í 1959.

Skótabólkur 1 avmyndaður flaggdagin 25. apríl 1956. Fleiri av skótunum runnu tingakross-renning í 1959.

Rolf Guttesen sigur, at hann rann strekkið millum Tjørnuvík og Haldarvík, og tað var báturin Borgarklettur hjá Hermansen og teimum í Hósvík, sum sigldi okkum úr Hósvík og norður. Ein trupulleiki var, at vit runnu teinin skjótari enn teir í 1943, og rennararnir, sum runnu úr Hósvík til Kollafjarðar vóru næstan ikki komnir á pláss, tá teir skuldu frá tingakrossin at bera víðari. Arni Rein, sum býr niðri og er í Føroyum í løtuni, rann í Hórisgøtu. Vit hava leitað við luppi at finna nøvnini á teimum 66 rennarunum frá 1959, men tað er ikki eydnast enn.

Hans Debes Joensen flutti fram røðu á Vaglinum og segði millum annað:

– Hesin tingakrossur, sum nú er fluttur mær í hendi, er klokkan hálvgum tvey í dag latin fyrsta skóta í hondina norðuri í Tjørnuvík í tí treysti, at hann og allir hinir 65 skótarnir gera tað, teir eru mentir, og at krossurin fór at tendra ein neista, sum fer at loga allan vegin suður eftir oyggj. Eg ivist ikki, at so hevur verið allan vegin, nú hann er komin leiðina fram eftir trimum tímum fjøruti minuttum og fýra sekundum.

Skótabólkur 2 avmynaður flaggdagin 25. apríl 1956. Fleiri av skótunum runnu tingakross-renning í 1959. (Myndaeigari SSB)

– Eg hugsi eisini, at skótar hesa longu leiðina hava droymt seg aftur til tær tíðir, tá tað at renna við tingakrossi og at renni við honum av dýrastu makt var umráðandi, við hvørt kanska lív og deyða fyri teir, ið hann sendu og fyri teir, ið tingakrossin fingu. Tí ráddi um ikki at svíkja, snáva ella detta, tað ráddi um ikki at spilla leik fyri hinar fyri heildina.

Koyrandi var úr Tjørnuvík til Haldarsvíkar 17. desember 1966, so í 1943 og 1959 var eingin vegur bert gøta.

– Vón mín er, at ungdómurin her á landi altíð fer at standa óspiltur og ómóður til reiðar at taka krossin úr hondini á tí ættarliði, sum leggur frá sær í teirri vón, at tað altíð fer at vera sum skaldið tekur til: – At tá ið tey skiftandi ættaliðini falla frá, so eru tað aðrir ið herja á. – So vil eg at enda bera øll góð ynski fyri føroyskar skótar og biðja tey, sum eru hjá, rópa trífalt hurrá fyri Føroya skótum, segði Hans Debes Joensen millum annað á Vaglinum í 1959.

Fari at takka Eiriki Lützen fyri dyggan stuðul við myndum og øðrum tilfari. Eg tosaði annars um dagarnar við tjørnuvíking í telefonini, og hann var um tíggju ára gamal í 1959 og minnist væl forvitnisligu hendingina. Fólk fóru frá húsum at siga fyrsta skótanum farvæl og góðan byr. Tá vit hyggja at teimum, sum runnu tingakross-renning í 1943, so dugi eg bara at síggja tveir menn, sum enn eru á lívi. Tað eru Øssur Debes og 92 ára gamli Høgni Mohr, sum býr á Boðanesheiminum. (Vagnur)

76 ára gamli Bjarni Johansen minnist tingakross-renngina við gleði, og tað var heiður at renna inn á Vaglið í 1959. (Mynd Vagnur)
90 ára gamli Øssur Debes evnaði til tingakrossin í 1959 og rann tingakross-renning í 1943 trettan ára gamal. (Mynd Vagnur)
Milllumtiðirnar í 1943
Teir hálvthundrað rennararnir, sum í 1943 runnu tingakross-renning í 1943.
Hesin tekstur/prógv er rullaður saman og liggur í tingakrossinum frá 1943. (Mynd Vagnur)
Hesin tekstur/prógv er rullaður saman og liggur í tingakrossinum frá renningini í 1959. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply