Úr myndasavninum – Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922

Eg lærdi og arbeiddi hjá Vilhelmi Nielsen frá 1967- til 1974, tá ið eg so fór á læraraskúla. (Mynd Bergur Jensen)
Eg lærdi og arbeiddi hjá Vilhelmi Nielsen frá 1967 til 1974, tá ið eg so fór á læraraskúla. (Mynd Bergur Jensen)

Míni barnaskúlaár vóru alt annað enn góð, tí eg tímdi ikki at ganga í skúla. Eg kom at ganga í realskúla í Hoydølum, men hugurin til skúlan var framvegis vánaligur. Ikki fyrr enn pápi mín gav mær loyvi at fara úr 2. real á jólum við treytunum, at eg fann mær arbeiði beinanvegin, merkti eg veruligt frælsi. Eg fór í Grótbrotið, har brandstøðin nú heldur til, at arbeiða í eitt ár. Hetta var spennandi tíð, har eg fyri tað mesta boraði hol í steinar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran. Eisini hjálpti eg manni, sum ansaði stóra borivogninum. Í 1967 kom eg í læru sum bilmekanikkari hjá Vilhelmi Nielsen verkstaður í Jónas Broncksgøtu, har Smyril Line nú hevur kontórir. Nú byrjaði nýggj og spennandi tið.

Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922. Hetta var ein Ford lastbilur, sum umboðsmenninir Vilhelm Nielsen, sum var dani, og Wenzel Petersen høvdu fingið til landið. Eingin føroyingur dugdi tá at koyra bil, men ein dani, sum arbeiddi í Føroyum tá, hevði koyrt bil í Danmark, og tað var hann, sum lærdi fyrstu føroyingar at koyra. Vegirnir vóru fáir, og tað longsta koyrast kundi, var út á Hospitalið, niðan á Sanatoriið í Hoydølum og eftir onkum uppdyrkngarvegi við Sundsvegin. Allir vegirnir vór tá vánaligir grúsvegir.

Hetta er fysti bilurin, sum kom til Føroya. Her uttanfyri Sanatoriið í Hoydølum. Júst Sivertsen og Johannus Olsen áttu bilin. (Mynd Finnbogi Arge)
Hetta er fysti bilurin, sum kom til Føroya. Her uttanfyri Sanatoriið í Hoydølum. Júst Sivertsen og Johannus Olsen áttu bilin. (Mynd Finnbogi Arge)

Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen umboðaðu Ford í Føroyum, men seinni kom Wenzel einsamallur at umboða Ford, meðan Vilhelm Nielsen kom at umboða Opel, Bedford og Vauxhall bilar. Vilhelm bygdi verkstað og íbúðarhús í Jónas Broncksgøtu, har Smiril Line heldur til. Tað var høvuðssætið hjá Ford, sum í 1932 ikki góðtók, at somu menn í Føroyum umboðaðu bæði Ford bilar og bilar frá General Motors, og tí skiltust Wenzel og Vilhelm, har Wenzel umboði Ford og Vilhelm Opel, Vauxhall og Bedford bilar.

Í 1967 kom eg í læru sum bilmekanikkar hjá Vilhelmi Nielsen, og hetta má óivað vera minniligastu árini í lívi mínum. Eingin ivi eru um, at ungdómsárini mangan standa klárast í minninum, men at sleppa at arbeiða upp á bilar og koyra stórar bilar var spennandi hjá ungum manni. Talan var um stórt arbeiðspláss, tí vit vóru eitt skifti tólv lærlingar og nógvir sveinar. Vilhelm umboðaði sum sagt OPEL og Vauxhall persónbilar og Bedford lastbilar. Eisini umboðaði Vilhelm Nielsen Hyster trukkar og stórar gravimaskinur, so arbeiði hjá okkum var fjøllbroytt.

Umstøðurnar at umvæla bilarnar vóru ikki altíð nóg góðar. (Mynd Vagnur)
Umstøðurnar at umvæla bilarnar vóru ikki altíð nóg góðar. (Mynd Vagnur)

Í 1967 vóru vegirnir vánaligar grúsvegir, og bilarnir slitust skjótt. Umframt at rusturin fór við bilunum, sum ikki vóru nóg væl rustvardir, so fóru ringu vegirnir illa við bilunum. Motorarnir vóru ikki eins góðir og nú, og tá ið bensinið og dieseloljan heldur ikki vóru av somu góðsku sum nú, so máttu motorarnir ummælast eftir hava koyrt fá ár. Á niðara verkstaði lógu hvønn dag toppstykki á borðinum til umvælingar, tí ventilar vóru brendir, og tí trykkið í sylindarunum vesnað.

Smyrjioljan var heldur ikki nóg góð, og tað var ikki óvanligt, at legurnar um akslarnar í motorunum smeltaðu, og tí var eisini vanligt, at motorar vóru tiknir sundur, har bæði ventilar og stempulringar vórðu skiftir. Í dag kemur næsta ikki fyri, at sjálvur motorurin í bilinum vera tiknir sundir. Heldur er tað rusturin, sum fyrst fer avstað við bilunum. Tá ið vegirnir vóru ringir, so slitust skjótt koblingar, upphangskúlur og stýrulið, og hetta var eisini stórur partur av okkara arbeiði. Verkstaðurin hjá Vilhelmi Nielsen var ikki so væl útgjørdir, sum verkstøðini nú eru. Ein lyftari var á verkstaðnum í 1967, og tí skifti vit mangan koblingar og útstoyt á gólvinum. Bilarnir vórðu við dynkraft lyftir upp at fýra bukkar, og so krupu vit undir bilarnar. Og útlufting á verkstaðnum var eingin tá.

Fyrst í 1970-árunum vóru vegirnir grúsvegir, og tí slitust bilarnir skjótt. (Mynd Autobókin)
Fyrst í 1970-árunum vóru vegirnir grúsvegir, og tí slitust bilarnir skjótt. (Mynd Autobókin)

Seinast í 1960-árunum koyrdu nógvir Bedford og Ford lastbilar í Føroyum, men fyrst í 1970-árunum komu Scania og Volvo lastbilar til landið, og hetta vóru størri og betri lastbilar. Bedford lastbilarnir vóru ikki væl egnaðir til vánaligu vegirnar í Føroyum, og tað var eisini hvønn dags kostur hjá okkum at umvæla gearkassar og differentialir. Minnist, hvussu mangan bakakslarnir snaraðust av, tí lastbilar serliga bakkaðu niðan gjøgnum brekkur á arbeiðsplássum.

Sum lærari í fólkaskúlanum undirvisti eg nøkur ár næmingum í framhaldsdeildini í motorlæru, og einaferð um árið vitjaðu vit eitt bilverkstað, vitjaðu Bileftirlitið, har bilarnir vóru sýnaðir, og eisini vitjaðu vit Sundsverkið, har forkunnugt var hjá næmingum var at síggja 20.000 hestakreftu stóru motornar. Frá Bileftirlitinum fingu vit einaferð talvu við tølum, sum vístu, hvussu nógv bilatalið í Føroyum er vaksið. Í 1970 vóru umleið 4000 aktfør skrásett í Føroyum, og her var talan um bilar og stórar motorsúkklur. Haldi meg hava sæð onkrastaðni, at í 2019 vóru skrásett fleiri enn 30.000 akfør í Føroyum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply