Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um hondbóltsvinin Leiv Næss Joensen

Leivur til kappríðing í Marknagili. Handan høvdið á rossinum síggjast eisini Júst og Janus bóndi. Leivur vann mangt heiðursmerki.

Leivur Næss Joensen andaðist 28. apríl 2005 einans 55 ára gamal. Komi mangan at hugsa um hann, tí barnaheimið var beint niðanfyri hjá okkum, og so var Leivur ein av fyrstu unglingum, tú møtti, tá tú í 1963 komst í Gundadal at spæla hondbólt. Vit funnu skjótt saman, tí Leivur var so lættur at tosa við, skemtingarsamur og fittur, og hann var skjótur at hjálpa til, tá Neistahúsið var bygt og stóð liðugt í 1964.

Leivur bleiv ikki gamal í hondbóltinum, tí hann fekk ungur nært tilknýti til Janus bónda, sum hevði Húsahaga, og soleiðis fekk hann áhuga fyri rossum og seinni at ríða kapp. Hvør minnist ikki úrvalsrossini Kamb og Lotus hjá Leivi, sum vunnu mong heiðurstekin eisini í Marknagili.

Leivur (1950-2005) var sonur Herman Joensen (1915-1999), sum var úr Mykinesi, og Isu Næss (1915-2016) úr Havn. Systkini vóru Judith Brekku (1943-2019), Dinna Hermansdóttir (1945-2002) og Róland Næss Joensen,. Barnaheimið var við Hoydalsvegin oman fyri KFUM. Leivur hevði 11. februar komandi fylt sjeyti ár.

Leivur í garðinum hjá teimum. Sær út, sum hann grevur fyri rørurum til rottangan. Húsini hjá Hansemann og teimum síggjast høgrumegin.

Sjálvt um Leivur gavst at spæla hondbólt, so fylgdi tú honum á lívsleiðini. Minnist, at hann arbeiddi fleiri ár á Bacalao, koyrdi seinni lastbil og fleiri ár tangabil hjá Esso og lastbil hjá Júst Sivertsen. Eitt skifti gekk hann á hægri handilsskúla, og hann var eisini á svartkalvaveiðu við Vágasteini hjá Jóhan í Hoyvík. Nærmasti vinmaður Leiv var Júst Rubeksen, og hann sigur soleiðis um vinmannin:

Leivur og Júst vóru tættir vinmenn frá ungdómsárum

– Leivur kom heilt ungur at ganga á fjalli í Húsahaga, har Janus var bóndi. Har komu vit at gerast nærmastu vinmenn. Vit vóru altíð saman, og mangar góðar ríðutúrar vóru vit í fjøllunum. Leivur var ógvuliga skemtingarsamur, og so kom hann at eiga tvey úrvalsross, sum ikki hava sæð sín líka í Føroyum. Tað vóru Kambur og Lotus, og eg reið eisini á báðum rossunum.

– Minnist íslendska kvinnu, sum var komin til Føroya at læra okkum at ríða. Hon stúrsaði við at síggja Lotus, hestin hjá Leivi. Hon hevði ikki droymt um at síggja eitt so evnaríkt ross í Føroyum, sigur Júst um nærmasta vin sín.

Í Sortudíki vóru tvær stórar traðir, har Ísak pápi Inga Mohr átti aðra og Ernst Joensen átti hina. Ernst var systkinabarn Herman pápa Leiv, og tí kom Leivur á trøðna hjá Ernst at sláa og hoyggja til rossini hjá sær. Leivur og svágurin Helgi høvdu fjós á Nabb, sum stóð á grund frá ensku barakkunum. Rossini stóðu eisini mangan á beiti við ítróttahøllina.

Leivur og vit javngomlu eru frá eini tíð, tá hvørki vesi ella sentralhiti vóru í húsunum. Vit høvdu nátthús, og so komu bukkumenninir við longum svørtum handskum eftir bukkunum at koyra í bilin og seinni út á Bukkvald. Mammurnar vóru heimagangandi, og ikki altíð lætt at fáa alt at hanga saman fíggjarliga, og vit síggja á ungdómsmyndini av Leivi í garðinum, at nú fáa Leivur og tey rottanga og harvið vesi. Soleiðis var eisini hjá okkum við Landavegin.

EB og Neistin á Mølini 7. juli 1963. Standandi f.v: Sølvi Jespersen, Hans Julian Jacobsen, Hans Egil Joensen, Knút Vesturdal, Jens av Reyni, Johnny Reinert, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkanda f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal, Kristian Jacobsen, Leivur Næss Joensen og Jógvan Dahl

Leivur átti synirnar Heðin og Poul, og tá tú hugsar um lívsleiðina hjá Leivi seinnu árini, so vóru hesi árini heldur stríggin hjá honum. Komi at enda at hugsa um serliga láturin hjá Leivi, tá vit høvdu mongu góðu løturnar við hondbóltsvøllin í Gundadali. Fittur skemtingarsamur hondbóltsvinur. Myndirnar eru fingnar frá sváginum Helga Brekku, barndómsvinkonuni Rannvá og frá Knúti Vesturdal av Eiði. (Vagnur)

Isa og Herman foreldrini hjá Leivi. Isa var úr Havn og Herman úr Mykinesi
Leivur og beiggin Róland vóru báðir úlvungar og síðani skótar. Róland við tveimum strípum á ermuni, og hetta merkir, at hann var førari í patruljuni, sum tað æt tá.
Heilt stóri áhugin hjá Leivi vóru ross og tess felagsskapur.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply