Úr myndasavninum – Oyggjarvegurin bundin saman 6. juni 1966

Bilarnar bíða við Hórisgøtu eftir ferðafólk úr Havn. (Mynd Auto bókin)
Bilarnar bíða við Hórisgøtu eftir ferðafólk úr Havn. (Mynd Auto bókin)

Í 2002 kom út forvitnislig bók AUTO-altíð til tænastu, bók, sum Magnus Gunnarsson skrivaði um tíðarskeiðið hjá AUTO frá 1952 til 2002. Í bókini er áhugaverdur lesnaður, tá ið Oyggjarvegurin varð bundin saman 6. juni 1966. Áhugavert er at ímynda sær, nær koyrandi var úr Havn til Vestmannar og aðrar bygdir í Norðurstreymoy, um Nato støðin í Mjørkadali ikki varð bygd. Eg hava aldurin at minnast, tá ið vit ungu antin máttu sigla við postbáti úr Havn til Kollafjaðar, um hondbóltsdystur skuldi spælast í Vestmanna. Eg minnast eisini, hvussu long tíð var at bíða, til oyggjarvegurin varð samanbundin 6. juni 1966. Fyrstu máttu vit koyra við bili úr Havn niðan á Oyggjarvegin til Hórisgøtu, har tú snarar niðan á Sornfelli, og síðani máttu vit ganga fitta teinin eftir gøtu til bilarnar´úr Vestmanna. Hetta er nú alt søga, men áhugaverd søgu.

Tað byrjaði alt í 1957, tá ið danskir heryvirmenn saman við teknikarum í Føroyum gjørdu kanningar í sambandi við, at danska verjumálaráðið ætlaði at seta upp radarstøð í Føroyum. Men fyrst mátti Oyggjarvegurin gerast liðugur, sum bara strekti seg niðan á gamla enda, sum var nakað sunnanfyri Lambafelli. Eingin vegur var tá úr Kollafirði og niðan í Hundsarabotn. Ferðasambandið millum Havnina og bygdirnar í Norðurstreymoy var alt sjóvegis, og postbátar ella mjólkabátar, sum teir eisini vóru kallaðir, sigldu á Kollafjørð og norður gjøgnum Sundalagi. Ferðamannaskipið Vesturleið sigldi millum Havnina og Miðvág, og eisini upplivdi eg einstaka ferð júst at sigla úr Havn til Miðvágs, tá ið vit skuldu spæla hondbóltsdyst ímóti SÍF úr Sandavági.

Gangast kundi eftir smalari gøtu, tá ið vit komu úr Havn. (Mynd Auto bókin)
Gangast kundi eftir smalari gøtu, tá ið vit komu til Hórisgøtu úr Havn. (Mynd Auto bókin)

Nógv politiskt skriving var í bløðunum um Natostøðini í Mjørkadali, men á vári í 1959 varð byrjað at byggja at byggja radar, radiostøð og herbúðir í Mjørkadali. Atløgubryggja varð gjørd í Kalbaksbotni, har alt tilfarið til verkætlanina við rennistreingi var ført úr Kalbaksbotni og til økið, har støðin skuldi byggjast. Eg minnist væl svørtu barakkirnar, har arbeiðsmenninir búðu, men tað búði eisini nógvir handverkarar í Kalbak. Oyggjarvegurin var fyrst og fremst gjørdur úr Havn og niðan í Mjørkadal, tí Natostøðin, sum vit kallaðu støðin, skuldi gerast. Í fyrsta umfari var talan um vánaliga einsporaðan grúsveg.

Politiskar kreftir arbeiddu fyri, at tá ið nú vegurin varð gjørdur niðan í Mjørkadal, mátti haldast fram við ætlanini, so koyrandi varð til bygdirnar í Norðursteymoy. Løgtingið samtyktið, at vegur skuldi gerast úr Kollfjarðardali niðan í Hundsarabotn og til Hórisgøtu, har sum Oyggjarvegurin snarar niðan á Sornfelli. Í 1963 er vegurin úr Kollfjaðrardali komin niðan ímóti Hórisgøtu, og nú skulu ikki nógvir metrar gerast aftrat, so er koyrandi úr Havn í Kollfjarðardal. Men nú byrjaði politiskt stríð um Oyggarvegin.

Neistaunglingar júst í 1966, og vit spældu mangan í Vestmanna hetta árið. St.f.v: FinnBjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Vagnur Michelsen og Kristjan á Neystbø. Fremst
Neistaunglingar júst í 1966, og vit spældu mangan í Vestmanna hetta árið. St.f.v: FinnBjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Vagnur Michelsen og Kristjan á Neystabø. Fremst Tummas Jacobsen, Haraldur Kjeld og Echardt Persson.

Orsøkin var, at nýggja vegastrekkið úr Kollfjarðardali í Hundsarabotn og til Hórisgøtu, sum varð gjørt liðugt í 1963, var gjørt tvísporað, men vegastrekkið úr Mjørkadali til gamla enda og víðari til Havnar var higartil bara ein arbeiðsvegur og í ringum standi. Og tað almenna gav ikki loyvi at binda vegirnar saman, fyrr enn góður vegur varð gjørdur av Hórisgøtu og til Havnar, men fólk byrjaðu tó at brúka Oyggjarvegin, eisini vit, sum skuldu spæla hondbólt í Vestmanna, í Kollafirði ella á Eiði. Sum myndirnar vísa, blivu vit koyrdir úr Havn til Hórisgøtu, har vit máttu ganga eftir gøtu til bilarnar, sum bíðaðu eftir okkum at koyra okkum víðari til hondbóltsdyst.

6. juni 1966 upprann so dagurin, at Oyggjarvegurin var alment samanbundin. (Mynd Auto bókin)
6. juni 1966 upprann so dagurin, tá ið Oyggjarvegurin alment varð samanbundin. Fegin og av gleði dansa fólk føroyskan dans.  (Mynd Auto bókin)

Uttan at koma inn á alt politiska stríðið um Oyggjarvegin, so upprann dagurin 6. juni 1966, tá  Oyggjarvegurin varð latin upp fyri almennari ferðslu, og at vit nú kundu koyra beinleiðis til Vestmannar at spæla hondbólt. Hetta var eitt av teimum heilt stóru frambrotunum í feðslusøgu føroyinga. Tá ið tað er sagt, kundu vit framvegis ikki koyra til tildømis til Strendur, tí brúgvn var ikki komin um Streymin, og tí máttu vit sigla við Sundaferguni úr Hósvík til Selatraðar. Sundafergan tók nakrar bilar, men oftast fóru vit víðari við bussi, tá ið vit vóru komnir á land á Selatrað.

So hava vit eisini upplivað frambrotini, tá ið tunnil varð gjørdur millum Kalbaksbotn og Signabø, brúgvin um Streymin og bergholið millum fjarða og ikki at gloyma, tá ið undursjóvartunnil varð gjørdur millum Streymoy og Vágar og Leirvík og Klaksvík. Alt hetta er søga og áhugavert at minnast aftur á, tí talan er ikki um so nógv ár, síðani vit máttu sigla, skuldu vit spæla hondbóltsdystir tað veri seg í Vágum, Norðursteymoy, Eysturoy ella í Klaksvík. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply