Áhugi er stórur fyri upprunamerkinum í Fámjins kirkju

Fámjin umgyrd av høgum vøkrum fjøllum í fleiri ættir. (Mynd Torbjørn)

Fámjin er einasta bygdin Suðuroy, sum vendir ímóti vestri. Eg havi verið í øllum bygdunum í Suðuroy uttan Fámjin og Sandvík, men tá ið eg fekk sendandi mynd av Fámjin, vaks hugurin fyri hesi í mínum hugaheimi fjarskotnu bygd, tí eg kenni fleiri fólk, sum eru úr Fámjin. Eg kenni mest Fámjin úr Útvaprinum, tí bygdin er frálík grindavág, og mong er grindin, sum hevur lagt beinini í bygdini. Fámjin er í serstøðu millum manna, tí tað er í kirkjuni i bygdini, at upprunamerkið frá 1919 hongur, sum millum annað Jens Olivur Lisberg slóðaði fyri á ungum árum.

Føroyska merkið, sum hongur í kirkjuni er frá 1919. (Mynd Torbjørn)
Føroyska merkið, sum hongur í kirkjuni er frá 1919. (Mynd Torbjørn)

Henda dagin beiggi mín var í Suðuroy við familjuni í tveir dagar, sást ikki fram um stavn fyri mjørka, men tá ið tey sóu Fámjin var klárt. Høgt, bratt og ringt mann hava verið at komið til bygdina, og á myndini sæst, hvussu høgur og brattur bakkin er norðan og vestanfyri undir Gluggunum, sum er hægsta fjallið í Suðuroy 610 metrar. Hyggur tú í føroyakortið, sært tú, hvussu Fámjin er umgyrt av høgum fjøllum í fleiri ættir. Fjøllini Borgarknappur og Gluggarnir kennur tú úr skúlanum, og eisini hevur tú hoyrt um Kirkjuvatn, men meira visti eg ikki um Fámjin.

Tá ið talan er um tjóðskap og føroyska merkið, so verður Fámjin sett á føroyakortið, tí tað er kirkjuni í Fámjin, at upprunamerkið hongur, og beiggi mín fekk mynd av merkinum.Tað vóru teir tríggir Jens Olivur Lisberg úr Fámjin saman við Janusi Øssursyni og Paula Dahl, sum tóku stig at fáa føroyingum egið merkið, sum veittraði fyrstu ferð í Føroyum í 22. juni í 1919, men ikki í almennum høpi.

Tað var ikki fyrr enn undir seinna heimsbardaga, at merkið veruliga varð endaliga staðfast sum merkið føroyinga. Tað vóru bretar, sum kravdu, at føroysku sluppirnar skuldu hava føroyska merkið sum frámerki á bógnum. Nógv útlendsk ferðafólk koma til Fámjins at hyggja at merkinum, og bygdin hevur eisini havt vitjan av teimum kongaligu úr Danmark.

Fámjins kirjka er bygd í 1876. (Mynd Erik Kristensen)
Fámjins kirkja er bygd í 1876. (Mynd Erik Kristensen)

Um mánaðarskiftið apríl/mai í ár búðu 4702 fólk í Suðuroy, men í Fámjin búðu tá bara 107 fólk. Bygdin er aldar gomul, og sum tú sært á myndini, er bygdin nakað spjadd, og liggur hon í fleiri býlingum. Eg havi lisið mær til, at eitt sandriv verjir bygdina móti opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum, og inni á pollinum er kyrt, og tað er har, tey reka grindirnar.

Av hagtølum um Fámjin kann nevnast, at 24 merkur í jørð eru í Fámjin. Har var einaferð ein smoltstøð, sum er latin aftur. Í 2006 og 2010 fekk bygdin heiðurin sum best røkta bygd í landinum. Tað sigst, at Fámjin einaferð í firndini æt Vesturvík, men eingi prógv eru tøk.

So er tað søgnin um pápan og sonin, sum fingu “stjólu” sær konu av fronsku skipi, sum lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við konunum, fóru teir at rópa: Femme mien, femme mien. Tað sigst, at var í hesum sambandi, at navnið varð broytt frá Vesturvík til Fámjin.

Fámjin er sera náttúrvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy. (Vagnur)

Føroyaska studentafelagið hevur sett stein í kirkjugarðin til minnis um Jens Olivur Lisberg, sum var úr Fámjin og er grivin í kirkjugarðinum. (Mynd Torbjørn)
Føroyaska studentafelagið setti stein í kirkjugarðin til minnis um Jens Olivur Lisberg, sum var úr Fámjin, og sum grivin í garðinum. (Mynd Torbjørn)

F

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply