Listaverkið – Fjalda listaverkið “Móðurmálið” til minnis um V.U. Hammershaimb sæst nú væl

Fyri fáum árum síðani fjaldi trø og runnar listarverkið við Landsbókasavnið. (Mynd Vagnur)

Sum smábørn var økið við gamla landsbókasavnið okkara dagliga spælipláss. Har vóru stór og smá trø, og millum trøini og runnarnar stóð listaverkið “Móðurmálið”, sum vit brúktu sum “klatriborg” uttan at geva okkum far um, hví listaverkið frá 1948 stóð fjalt millum trøini. Fyri fáum árum síðani blivu trøini út ímóti J.C. Svabosgøtu tikin burtur,  og nú kemur listaverkið til minnis um V.U. Hammershaimb veruliga til sín rætt og sæst væl. Listamaðurin Janus Kamban gjørdi listaverkið í 1948. 

Pápi V.U. Hammershaimb Jørgen Frants Hammershaimb var seinasti búsitandi løgmaður á Steigagarði í Sandavági. Løgmansembætið var niðurlagt í 1816, men familjan fekk lyfti um at sleppa at búgva á Steig í Sandavági til Jørgen Frants doyði.

V.U. Hammershaimb varð føddur í 1819 og andaðist í 1909.

Í 1819 verður V.U. Hammershaimb borin í heim í Sandavági, men pápin doyði longu í 1820, og í 1822 fluttu mamman við soninum og dóttrini til Havnar. Men hví evnar Janus Kamban stórt listaverk til minnis um V.U. Hammershaimb í 1948?

V.U. Hammershaimb er faðir at okkara skriftmáli. Miðskeiðis í átjanhundraðtalinum vóru ymsar meiningar, hvønn veg føroyska skriftmálið skuldi fara. Svabo helt, at føroyingar skuldu skriva, sum vit tosaðu, og fleiri fólk vildu fylgja Svabo í hesum. Men tað vóru onnur fólk millum annað V.U. Hammershaimb, sum hildu, at vit heldur skuldu lagt skriftmálið nærri at tí forn norrøna málinum.

Tá ið vit nærkast út móti hálvari 19. øld, vinnur hugsanin hjá V.U. Hammershaimb frama, og málfrøðingar úr grannalondunum Íslandi, Danmark og Noregi fylgja nú við málstríðnum í Føroyum og taka undir við V.U. Hammershaimb.

V.U. Hammershaimb fór ungur til Danmarkar at nema sær útbúgving, fekk studentprógv og fer síðani at læra til prest. Í 1847 tekur hann guðfrøðisprógv, og í 1855 fær hann prestastarv í Føroyum. Hann gerst fyrst prestur í Kvívík, síðani flytir hann inn á Nes at búgva, har hann er prestur til 1878. Tá flytir V.U. Hammershaimb til Danmarkar, har hann er prestur í tjúgu ár. Hann doyr í 1909.

Listaverkið “Móðurmálið” við Landsbókasavnið er til minnis um V.U. Hammershaimb, sum stríddist fyri skriftmálinum, sum vit við fáum broytingum brúka í dag, og sum varð lagt í fasta legu miðskeiðis í 19. øld. Umframt at V.U. Hammershaimb las til prest og seinni virkaði sum prestur,  hevði hann stóran áhuga í forn nørrøna málinum og kom nógv saman við íslendskum studentum, sum lósu í Keypmannahavn.

Janus Kamban gjørdi listaverkið í 1948

Janus Kamban er eitt av okkara fremstu listafólkum.

Janus Kamban, sum varð føddur 10. september í 1913 og andaðist 2. mai 2009, er av fremstu listafólkum í Føroyum. Sum ungur fór hann í tveimum umførum  til Danmarkar á “Kunstakademiets billedhuggerskole”. Eftir seinna heimsbardaga kom hann aftur til Føroya, og hansara fyrsta stóra uppgáva var at gera listaverkið til minnis um V.U. Hammershaimb.

Standmyndir, sum Janus Kamban hevur evnað, prýða nógv tún og bygningar í Føroyum. Listaverkið “Móðurmálið” frá 1948 er eitt av hansara høvuðsverkum.

Á listaverkinum við Landsbókasavnið stendur skrivað: “1846 legði V.U. Hammershaimb lunnar undir móðurmál okkara”.

Í mínum barnaárum var listaverið “Móðurmálið” fjalt millum runnar og trø, men fyri fáum árum síðani kom listaverkið fram í ljósmálan, tí trøini og runnarnir eru beind burtur. Nú sæst listaverkið væl. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply