Listaverkið – Hví stendur “kvinnan vaskar fisk” júst har

“Konan vaskar fisk” er vakurt listaverk. (Mynd Vagnur)

22. juli 2010 var vakurt listaverk avdúkað við Skeiva pakkhús í Havn. Listamaðurin italiumaðurin Zianfranco Nonni, sum býr í Vági, hevur evnað listaverkið, og er hann komin ógvuliga væl frá avrikinum. Men hvørja ferð eg komi fram við listaverkinum, hugsi eg. –Hví stendur kvinnan júst har, tí mær vitandi hevur eingin kvinna vaskað fisk á slíkan hátt júst har á leiðini, men aðrastaðni í fjøruni ella rættari sagt í Havn.

Á mínum ungu døgum gingu vit mest sum hvønn dag niðri við sjóvarmálan, og alt økið við Skipasmiðjuna, Müllers pakkhús, Skeiva pakkhús og Valdemari Lützen var okkara spælipláss. Hetta var seinast í 50-árunum og í 60-árunum. Hesa tíðina vaskaðu kvinnur fisk á Bacalao, í turkihúsinum Yvir við Strond og í turkihúsinum við Heygsvegin.

Flaktur saltfiskur varð landaður frá trolarum, línubátum og sluppum við bryggjukantin og stakkaður í fiskakjallarar. Partur av saltfiskinum varð pakkaður beinleiðis í posapakkar og sendir til Italia, Grikkalandi, Portugal og Spania. Men so varð fiskur eisini vaskaður og turkaður í serligum turkitunlum. Flakti saltfiskurin varð lagdur  á serligar rimavognar, sum vóru trillaðir inn í turkitunlarnar, har gjøgnumtrekkur frá luftblásarum turkaðu fiskin. Lidna vøran var klippfiskur.

Mest konur, gentur og dreingir arbeiddi í fiski uttandura.

Eg síggi fyri mær einar tíggju kvinnur standa í rekkju á serligum skamlum og vaska saltfiskin við stórt kar í turkihúsinum hjá mammabeiggja mínum við Heygsvegin. Eg helt tá hetta vera stórar, sterkar og bulmiklar kvinnur, men kanska var eg so ungur, at kvinnurnar sýntust tá so stórar í mínum eygum.

Turkaði saltfiskurin varð síðani stakkaður og seinni pakkaður og avskipaður til Italia, Grikkaland, Portugal ella Spania.

Eftirspurningur ger av, hvørja vøru føroyingar framleiða, men longu í 70-árunum minkaði eftirspurningur eftir klippfiski, og nógvu turkirúmini vórðu tí gjørd um til frystirúm, tí nú komu framkomnar flakamaskinur til landið, og fryst flak gjørdist stóri eftirspurningurin. Skipini góvust at salta fiskin umboð, lastir vórðu gjørdar um til frystilastir, og nógvir bátar og skip løgdui um til ísfisk, sum antin bleiv seldur til Onglands og Týsklands ella varð avreiddur til nýggju flakavirkini. Tó var nakað av stóra toskinum framvegis saltaður, men tíðin var farin frá klippfiskinum.

Mammubeiggi mín bygdi turkihúsið við Heygsvegin í 1934, og tað stendur enn. (Mynd Vagnur)

Kynstrið at turka saltaðan flaktan tosk til klippfisk byrjaði av álvara í Føroyum miðskeiðis í átjanhundraðtalinum eftir royndarfiskiskap Niels Rybergs. Føroyingur kom tá úr Íslandi til Føroya at leggja føroyingum lag á, og hetta skuldi gerast stór broyting í okkara samfelag.

Vit hava øll sæð gamlar myndir av stórum fiskaplássum undir opnum himli. Vøkur sjón at síggja vaskaða hvíta fiskin liggja spjaddan á fiskaplássum. Fiskaplássið var steinsett við tilhøgdum steinum, sum vóru hitaðir  av sólarhitanum. Eg havi sæð slík niðurløgd fiskapláss, men eg havi bara sæð uttandura fiskaarbeiði á gomlum myndum.

Í Havn veit eg bara um tvey fiskapláss, har tey turkaðu fisk uttandura, og tað er við turkihúsið við Heygsvegin, sum stendur enn, og við turkihúsið Yvir við Strond, sum varð tikið niður seinast í 70-árunum, men havnarfólk turkaðu áður fisk yviri í Trøð, á Tinganesi, á Skinnaraskeri og á Rundingi.

Tá ið listaverkið “kvinnan vaskar fisk” varð avdúkað, varð sagt, at tá ið klippfiskaframleiðslan byrjaði í Føroyum, gjørdist hetta kollvelting fyri kvinnuna, tí nú kom hon út at arbeiðsmarknaðin. Listaverkið er minni um farna tíð, men eisini áhugaverda tíð í Føroyum. Løgið at hugsa sær, at nógv ár eru ikki liðin, tá ið tey turkaðu fisk á stórum steinsettum fiskaplássum uttandura á Tvøroyri, og nú stendur á bryggjuni eitt av framkomnastu uppisjóvarvirkunum í heiminum við sjóvarmálan. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply