Hugaligur og øðrvísi sunnudagstúrur oman á Gomlurætt

Vit síggja tunnilsmunnan vinstru megin í myndini. Tunnulin fer fyrst suðureftir, áðrenn hann fer um fjørðin. (Mynd Vagnur)

Sunnumorginin spákuðu vit av Kirkjabøarvegnum oman ferguleguna á Gomlurætt. Teistin var júst komin inn um grótkastið, og løtu seinni komu tjúgu bilar ímóti okkum ávegis til Havnar. Nógvur vindur av landssynningi og vakurt at síggja, hvussu væl Teistin skikkaði sær í aldunum og nógva vindinum í Hestfirði. Tankarnir reikaðu hesa løtuna, meðan vit komu longur oman ímóti ferguleguna. Vit eru nú so mikið gomul, at vit minnast stóra frambrotið, tá Gamlarætt var tikin í nýtslu 27. februar 1992, eftir at fólk úr Sandoynni og Hesti máttu við ”postbátinum” um Kirkjabønes. Sunnumorgunin var mangt áhugavert at sjá á Gomlurætt.

Menn vóru til arbeiðis sunnumorgun. Nógvar stórar maskinur og nógv grót. (Mynd Vagnur)

Vit hava hoyrt um keglið, hvar grótið frá Sandoyartunlinum skal herbergast. Talan var um Ìðnarøki á Gomlurætt, grótkast við kirkjuni í Kirkjubø ella at tyrva grótið til seinnu nýtslu í haganum við Velbastað. Nú er kjakið kvirt, tí teir eru byrjaðir at bora Sandaoyartunnilin, og grótið frá tunlinum verður lagt vestanfyri landsvegin.

Skilagott at goyma grótið fram við landsvegnum. Verður økið væl frágingið, eftir at tunnilin er liðugur, so er nógv vunnið. (Mynd Vagnur)

Mín áskoðan er, at nú hava vit oyðilagt bæði økið á Sundi og í Kollafirði við gróti frá tunlum, tí dámar mær væl, at grótið frá Sandoyartunlinum verður lagt júst har, sum myndin omanfyri vísir. Góð loysn, tó so, at nakað av grótinum átti at farið til Kirkjubøar, so aldargamla kirkjan ikki fer í havið. Men grótið fer ikki í havið og er til at taka, um grót einaferð skal til Kirkjubøar.

Stóð eina løtu og eygleiddu arbeiðsmenninar, sum arbeiða allar tímarnar á døgninum. Stórar maskinur og borivognar, og tú sært NCC á stóru arbeiðstólunum. Skitið var at ganga oman á Gomlarætt, men Várharra skal nokk fyrr ella seinni fáa reinsað økið, og bilarnir kunnu vaskast.

Løgið hjá sandoyingum at hugsa inn í framtíðina, tí um fýra ár er koyrandi um fjørðin. (Mynd Vagnur)

Havi sæð tekningar av Sandaoyatunlinum. Fyrst verður farið suðureftir, áðrenn sneitt verður um fjørðin, har tunnlin kemur út millum Sand og Skopun. Ì Traðardali haldi eg tey rópa dalin.

Løgið at hugsa sær, at teir einaferð eru 155 metrar undir havbotninum, og tey meta, at einir 300 til 400 bilar koma koyra gjøgnum tunnilin um døgnið. Í desember mánað í 2023 er ætlanin, at koyrast kann gjøgnum tunnilin.

Løgið má vera at hjá fólki í Sandoynni at fylgja arbeiðinum, og sjálvandi síggja tey fram til, at tey um fýra ár allar tímarnar á døgninum kunnu koyra um fjørðin. (Vagnur)

Løgið at síggja, hvussu landslagið broytist hvønn dag. Sunnumorgunin arbeiddu menn á økinum, og vónandi verður økið væl frágingið, tá tunnilin er liðugur. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply