Úr myndasavninum – Eingin bilur var á Vaglinum henda dagin

Ein ótrúliga vøkur og sigandi mynd. (Mynd Fornminnissavnið)
Ein ótrúliga vøkur og sigandi mynd. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er tikin fyrst í 1950-árunum, hetta sæst á Hotel Hafnia, sum Christian Dahl Restorff fór undir at byggja í 1950. Myndin er tikin úr “Amtmansgarðinum”, og tað áhugaverda við myndini, er, at eingin bilur sæst nakrastaðni. Lítið er broytt á Vaglinum, men síðani myndin varð tikin, er serliga Hotel Hafnia útbygt fleiri ferðir, millum annað varð ein hædd bygd aftrat í 1956. Ikki er løgið, at eingin bilur er at síggja, tí tildømis í 1955 vóru bara 582 bilar í Føroyum. Eg havi kagað eitt sindur í hagtølini.

Men fyrst nakrar viðmerkingar um myndina. Høgrumegin síggja vit húsini, sum Jákup Lützen bygdi í 1906. Jákup var sonur Andreas Christian Lützen, sum 24 ára gamal í 1838 kom úr Danmark til Føroya at vera lærari. Andreas Christian giftist havnargentuni Evu Jacobsdatter. Jákup Lützen og konan fingu tólv børn millum annað Valdemar Lützen, sum byrjaði handil á Skálatrøð og Nickel Lützen, sum ungur fór til Klaksvíkar og er upprunin til Lützen familjuna í Klaksvík.

Myndin er frá miðskeiðis í 1970 árunum. Áhugavert at síggja bilarnar. (Mynd Tórshavn)
Myndin er frá miðskeiðis í 1970 árunum. Áhugavert at síggja bilarnar. (Mynd Tórshavn)

Síðani síggja vit Kommunuskúlan, sum varð bygdur í 1895, og sum gjørdist alt ov lítil serliga eftir seinna heimsbardaga, tí so nógv fólk fluttu til Havnar. Tí varð nýggjur stórur kommunuskúli bygdur í 1956 við Sjónleikarahúsið, skúlin sum ikki longur er tíðarhóskandi til fólkaskúla. Eisini síggja vit Meininigheitshúsið, sum nú verður brúkt sum býráðssalur. Myndin sigur eisini eitt sindur um tíðina fyrst í 1950-árunum, tí drongurin á súkkluni er í bundnari og troyggju stappað væl niður í buksurnar og beltið stramt um miðjuna. Ovast til høgru sæst, at áin framvegis er opin.

Men aftur til bilarnar. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai í 1922, og um tað mundið myndin er tikin, eru um 500 bilar ella rættari sagt akfør í Føroyum. Eg havi útvegað mær hagtøl aftur til 1955, og 31. desember hetta árið vóru 582 aktør í Føroyum. 15 bussar, 208 hýruvognar, 111 vanligir persónbilar, 450 vøru-og lastvongarn, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og tveir sjúkrabilar.

Tað mest áhugaverda við hagtølunum, er, at hýruvognarnir og vøru-og lastvognarnir eru helvtina av øllum akførunum, og at motorsúkklurnar eru heilar 236 í tali. Orsøkin var, at vanliga húskið slett ikki hevði ráð at keypa sær bil, og við Landavegin, har eg vaks upp, var bilur ikki í nøkrum húsi, so langt eyguni sóu. Fyrst í 1960-árnum keyptu menn sær smáar motorsúkklur 125 cc sum arbeiðsflutningstól, men seinni blivu tíðirnar so nógv betri, at persónbilarnir fleirifaldaðust eftir fáum árum. Hetta venda vit aftur til í seinni grein.

Myndin ovast er tikin úr Amtmansgarðinum, húsini, sum vórðu bygd í 1881. Seinni broytti húsið og harvið danski stovnurin navn til Ríkisumboðið, men vit eru enn nøkur, sum framvegis siga amtmansgarðurin. Tá ið myndin varð tikin, búðu umleið 6000 fólk í Havn. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply