Úr myndasavninum – Vit eru niðri í Vágsbotni umleið 1960

Petur Michelsen og teir byrjaðu í 1949 at grava út fyri nýggjum sjómansheimi. (Myndeigari: Høgni Danielsen)

Vit eru stødd niðri í Vágsbotni um ár 1960. Myndina fekk eg frá Høgna Danielsen, sum er at síggja í myndini. Áhugaverda søguliga myndin hevur sína søgu. Um hetta mundið var Havnin brimpláss, tí Molin var ikki komin út í fulla longd, og tí hevði havaldan á lágættunum frítt spæl inn í Vágsbotn. Vit børn elskaðu at síggja aldurnar koma buldrandi, har vatnið kundi fara eftir gøtuni niðan um Sjómansheimið, sum ikki longur er sjómansheim, har serliga nógvir sjómansskúlanæmingar búðu. Tað var í 1949, at gomul dokrarahús vóru niðurtikin og nýtímans sjómansheim var bygt á staðnum. Petur Michelsen stóð fyri arbeiðinum, og 12. august 1956 var sjómansheimið vígt. Nógv annað áhugavert er at síggja á myndini.

Vit plagdu at klippa okkum hjá Ellingsgaard ella Frantzen, sum høvdu klippustovu í niðastu hædd í Sjómansheiminum. Har komu bara menn og dreingir, og meðan tú skrivar, merkir tú framvegis henda serliga luktin í klippistovuni. Barnavognurin? Spell, at vit ikki hava goymt nakrar av teimum gomlu barnavognunum, sum vit síggja í myndini. Barnavognarnir í dag mugu metast sum Ferrari barnavognar í mun til barnavognarnar tá á døgum, tí barnavognurin var bara kassi við fýra hjólum.

Her síggja vit dráttin í Vágsbotni. Mangan var buldrutt í dráttinum, og steinarnir vóru mangan hálir. (Mynd: Einar Michelsen)

Áhugavert at síggja bátarnar, sum vóru lyftir upp á rampa, so brimið ikki skolaðu bátarnar út á sjógv. Minnist, at umráðið var steinsett, og har var mangan hált at ganga, tí tari, lýsi og onkuntíð nakað á olju lá á steinunum. Jarnpisshúsið er har, og mangan var ikki tespuligt at pissa har, tí frárenslið var mangan í ólagi, og menn plagdu eisini at smakka sær á í pisshúsinum.

Ljóssteyrarnir hava eisini sína søgu, og vit í Føroyum eru í nógvar mátar eitt nógv betri samfelag enn tildømis USA. El-leidningar og el-steyrarnir eru bara eitt dømi. í 1960 – árunum sóust el leidningar allastaðni í býnum, og var illveður, so var mangan galið, tí leidningarnir koma saman, og so fór ljósið. Hetta er alt søgu, tí el-leidningarnir eru hjá okkum grivnir í vegirnar, meðan tú sært framvegis trupulleikarnar við el-leidningum nógvastaðni í USA, tá ódnirnar leika. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply