Úr myndasavninum – Høgni Danielsen stýrdi 10-mannafarinum Studentinum í 1959

Studenturin manning eftir vestanstevnu 1959. Aftast f.v: Arni Clementsen, Poul Stein Poulsen, Martin Rørsvig, Sørin Pram Sørensen og Gormur Justinussen. Miðan frá vinstru: Sigmund Arge Gregoriussen, Høgni Danielsen og Jógvan Højsted. Fremst f.v: Groth Nolsøe og Hans Jákup Ludvig. (Myndeigari: Høgni Danielsen)

Kom um dagarnar fram á áhugaverda mynd í bókini Havnini – fólk og yrki, har eg helt, at myndin og orðini ólavsøkan 1959 ikki passaði heilt saman. Róðursmaðurin við steypinum eitur Høgni Danielsen, sum eg kenni væl. Steypið og myndin kann ikki vera frá ólavsøku 1959, tí í bókini Drekin skrivar Niels Juul Arge, at Vestmenningur vann á ólavsøku í 1959 við Sumbingi nummar tvey og Studentinum nummar trý. Hetta mátti kannast nærri, og so út á Heygsvegin til Høgna Danielsen, sum 27. november komandi fyllir 80 ár.

Høgni Danielsen stríðist uttan fyri húsini. Hetta er mítt fitness, sigur Høgni við smíli. (Mynd Vagnur)

Spyrji fyrst Høgna, hví rógvarar úr Havnar Róðrarfelag manna Studentin hetta árið, og Havarbáturin rør ikki á ólavsøku 1959.

– Kann ikki minnast júst hetta, men eg ørminnist um, at okkurt var galið við Havnarbátinum, tí fóru vit umborð á Studentin. Myndina tóku vit hjá Sigrid Lützen foto eftir at vit vunnu á vestanstevnu. Annars stýrdi eg fyrst sum ungur Sílinum, síðani Ørvi og Havnarbátinum. Tá eg so fór til Íslands at arbeiða, stýrdi Jógvan Højsted Havnarbátinum, sigur Høgni. Men fyrst nøkur orð um 10-mannafarið Studentin.

Símun Hammer úr Vági smíðaði studenta – læraraskúlanæmingum Studentin í 1954, og báturin rør fyrstu ferð á ólavsøku í 1955, har hann gerst nummar tvey. Studenturin vinnur á ólavsøku árið eftir í 1956 og gerst nummar tvey í 1957.  Í bókini Drekin eftir Niels Juul Arge kanst tú fylgja Studentinum næstu árini men bara á ólavsøku.

Studenturin er við næstu árini, men tað sýnist, sum torført er hjá næmingum at manna bátin, tí teir skulu sjálvandi í summarfrí. Tí verður báturin millum annað í 1959 mannaður við rógvarum úr Havnar Róðrarfelag og rógvarum úr Nólsoy í 1961. Studenturin sæst seinastu ferð á ólavsøku í 1966, og eingin veit, hvar hvíta 10- mannafarið endaði sínar dagar.

Koma at kenna Høgna sum ungur drongur, tí hann lærdi til møbulpolstrara hjá Bena Wardum, og eg var vinmaður við synirnar hjá Bena og Katrinu. Vit vóru mangan á verkstaðnum, har Høgni, Edmund hjá Pansaranum og Bena høvdu úr at gera millum annað at seyma madrassir til skipini. Og Høgni sigur:

– Katrina kona Bena og eg vóru systkinabørn, og tá eg sum ungur kom til Havnar úr Vági, kom eg at búgva hjá Bena og teimum við Landavegin. Minnist alt hetta væl, tí eg kom til Havnar 3. november 1956, og morgunin eftir vakti Bena meg rópandi, tí eldur stórur eldur var í turkihúsinum úti í Hvannasundi. Tá vóru eingi hús á Frælsinum og vetureftir. Eg helt, at Bena segði, at eldur var í húsinum, sum vit búði í, og tí var eg skjótur úr songini.

Her stýrir Høgni Havnarbátinum. Vakur bátur, má sigast. Hvar eru vit stødd? Vit eru á vestanstevnu í Vestmanna. (Myndaeigari: Høgni Danielsen)

– Kom so í læru hjá Bena, men eftir eitt ár fór eg heldur til Íslands at arbeiða, men kom so aftur til Føroya at læra víðari hjá Bena. Ja, tú minnist lenustólin, sum eg gjørdi sum sveinastykki. Vit vóru tríggir, sum gjørdu sveinastykki samstundis, men hini báðir kláraðu ikki royndina fyrstu ferð, meðan eg fekk rós fyri lenustólin. Minnist, at Jógvan Mørkøre, Jens Næss og danin Ole Sørensen vóru próvdómarar, sigur Høgni at enda.

Tey vóru nógv í húsi hjá Høgna og teimum í Vági. Foreldrini fingu fyrst seks dreingir síðani eina gentu og seinni ein drong aftrat. Harnæst tóku tey eisini gentu til forsturs. Mamma Høgna var av Økrum, og pápin úr Famjin/Sumba.

Havi spurt mangastaðni, hvar 10-mannafarið Studenturin endaði, men uttan úrslit. Áhugavert at hitta Høgni, sum stýrdi Studentinum fyri trýss árum síðani, og Høgni eigur eisini upprunamyndina av manningini. Leggjast kann aftrat, at í 1950 vóru stevnurnar bara fýra. Norðoyastevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøka. Á myndini vantar ein rógvari, men Høgni kann ikki minnast, hvør rógvarin var. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply