Útjaðarin hevur tikið kvørkatak um Havnina

Tað var tann tíð, tá Bacalao tók ímóti 12-15.000 tonsum af fiski um árið. (Mynd Vagnur)

Hoyrdi einaferð formannin í vinnumálum í Tórshavnar kommunu siga, at Saltsølan er ein sólskinssøga. Hesi orð kom eg at hugsa um, tá eg í bátinum herfyri sigldi inn í Vágsbotn. Saltssølan er vorðin  vakrari bygningur, og teir, sum arbeiða hjá Tórshavnar Havn, hava fingið nógv betri arbeiðsumstøður. Men sólsskinssøga er bygningurin ikki, heldur døpur søga um vinnur í høvuðsstaðnum, sum einaferð blómaðu á Vestaru bryggju. – Fiskasentralurin, Bacalao við flakavirki og góðsingarvirki, Saltsølan, Tunnuvirkið og aðrar smærri vinnur. Nú verður bygningurin brúktur til skúlastovur og saltsiloin til fyrilestarar, veitslur og annað.

Og tað var júst hetta, sum herfyri myndaði løgtingsvalið. Havnin við mest sum ongari fiskivinnu og nógvum almennen arbeiðsplássum, og útjaðarin, sum hýsir uppsjóvar – og alivinnuni. Havnin tapti valið, má sigast, og útjaðarin hevur tikið kvørkatak um Havnina. Vestmenningur løgmaður, sørvingur situr á pengakassanum og suðuroyingur á fiskivinnuni. Nú vantar bara, at runavíkingar ella klaksvíkingar vinna meistaraheitið í fótbólti. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply