Sviar í góðum lag ávegis til fótbóltsdyst – Teir steðgaðu á og heilsaðu

Vælupplagdir sviar ávegis til landsdyst í Gundadali. (Mynd Vagnur)

Ert tú  knappur við myndatólinum, fáast góðar myndir uttan fyri hjá okkum. Í 1970 og 1980 árunum var mangan hugaligt at síggja hundraðtals suðuroyingar koma av Smyrli fram við okkum til dyst í Gundadali. Men nú eru suðuroyingarnir fáir, og klaksvíkingar fara nú gjøgnum tunlarnar til Havnar, men fá ár síðani, at teir leigaðu Smyril til Havnar. Tó so, vit hava framvegis stuðulsskrúðgonguna fyri teimum samkyndu, og tá Føroyar spæla altjóða landsdystir. Í gjárkvøldið komu nógvir vælupplagdir sviar framvið hjá okkum. Teir steðgaðu á, fóru niður at húka fyri síðani at veittra til okkum. Nakrir darlaðu eitt sindur aftanfyri, tí ov nógv av tí váta slagnum var innanborða. – Føroyar er vakurt land, rópti sviar.

Um fótbóltsdystin er stutt at siga, at alt ov lítil stríðsandi var at hóma á føroyska liðnum í fyrra hálvleiki. Okkara menn sýntist tamir, og tú sást tað á kropsmálinum á fleiri spælarum. Í seinna hálvleiki var frægari. (Vagnur)

Ì 2017 steðgaðu sveisarar eisini uttan fyri hjá okkum. (Mynd Vagnur)
Stuðulsskrúðgonga fyri teimum samkyndu í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply