Úr myndasavninum – Smáu matvøruhandlarnir í Havn fækkaðust skjótt

Handilin hjá Skæling og teimum var í neðra, og familjan búði í erva. Longri uppi sæst handilin hjá Knud Lambaa. (Mynd Anna Skæling)

Eftir pápabeiggan Vagn Erik Michelsen, sála, eru nógvar áhugaverdar myndir úr Havn, sum hava sína søgu. Tá eg sá myndina av vinkonunum Petru, konu Vagn Erik, og Annu Skæling, reikaðu tankarnir um smáu matvøruhandlarnar í Havn, sum í okkara barnaárum vóru í gomlu Havnini. Teir fingu allir mønustingin, tá fyrstu stóru sjálvtøkuhandlarnir sóu dagsins ljós seinast í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum. Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Havn. Síðani fækkaðust smáu matvøruhandlarnir skjótt. Í Sverrigøtu vóru tríggir matvøruhandlar, og ein var matvøruhandilin hjá Edith og Magnus Skæling, sum vit síggja á myndini ovast til høgru.

Vinkonurnar Petra og Anna sita úti á altanini hjá Skæling og teimum. Vit síggja eisini gamla realskúlan.

Í 1930 lótu Edith og Magnus Skæling upp matvøruhandil á horninum Magnus Heinarsonargøta/Sverrisgøta. Minnist væl handilin og tey bæði. Tá Edith andaðist í 1969, læt handilin aftur sama árið. Nærmasti granni hjá Skæling og teimum var handilin hjá Knud Lambaa, sum vit eisini síggja á myndini. Men so er tað eftirnavnið Skæling, sum hevur sína søgu.

Vinkonurnar Petra, sum búði í Bøgøtu, og Anna dóttir Edith og Magnus, vóru sum sagt vinkonur. Teir gingu í barnas – og realskúla saman, og tær vóru eisini fermdar á heysti í 1945. Edith og Magnus áttu børnini Annu, sum fyllir hálvfems ár 2. oktober og Gundmund Skælling, sum langt lív arbeiddi á Telegrafstøðini.

Anna var gift Folmer Jørgensen, og tey áttu synirnar Magnus og Kára, sum báðir eru farnir. Tey búðu í Doktar Jakobsensgøtu, men fluttu til Signarbøar, har Anna býr. Havi spurt Gudmund, hvar navnið Skæling stavar, tí navnið má hava okkurt við bygdina Skæling at gera.

Gundmund sigur, at pápa hansara var av Skælingi, og tey vóru tíggju systkin. Tvey bóndahús vóru á Skælingi tey hjá Hans á Skælingi og so tey hjá pápanum og teimum. Abbi Gundmund æt Jógvan Joensen róptur Jógvan bóndi á Skælingi. Í 1920 keypti Magnus pápi Gudmund sær navnið Skæling, men Magnus helt mangan, at kanska var tað ikki rætt at keypa sær navnið Skæling, tá heimbygdin æt Skæling. Sjálvur haldi eg, at Skæling er vakurt eftirnavn, og vit kenna familjur kring landið, sum hava oyggjarnavn sum eftirnavn.

Ikki er so nógv broytt í Sverrigøtu, síðani Edith og Magnus handlaði har. Seinni vóru gomul hús rivin niður og stórir “kassar” bygdir ístaðin. Hesir eru ikki nakað prýði fyri gøtuna, har kommunan er farin degan og læt um tað arkitektoniska. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply