Úr myndasavninum – Vit sóu leivdirnar frá heimsbardaganum

Rabarbugarðurin hjá ommu og abba fyri umleið 60 árum síðani. Frá vinstru Solvej við dóttrini Birgit. Solvej var systir Herborg konu Jógvan mammubeiggja mín.Síðan uttan iva ein arbeiðskona hjá ommu, sum vit halda eitur Irdi, og so eg sjálvur.

Í ár eru sjeyti og fýra ár liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði. Eg eri føddur í 1949 fýra ára eftir, at ensku hermenninir fóru úr Føroyum. Pápi okkara segði okkum mangan frá árunum, tá ensku hermenninir vóru í Havn, og hetta havi eg skrivað um áður. Fyri kortum fylti Ellisheimið í Havn áttati ár, og eg var sum avvarðandi í hesum sambandi biðin at siga eitt sindur um Ellisheimið. Eg nevndi millum annað um grannarnar hjá Ellisheiminum, sum eg minnist sum smádrongur. Segði frá barakkunum, sum stóðu við Ellisheimið, og um dagarnar sá eg myndina omanfyri í myndabók hjá systkinabarni mínum. Áhugaverda myndin vakti beinanvegin góð barnaminni.

Vit eru stødd í rabarbugarðinum hjá abba og ommu míni við Landavegin umleið 1960. Húsini bygdu tey í 1902, og tey høvdu bæði neyt og hønur. Eg minnist ikki neytini, sum vóru flutt niðan á trøðna, men hønurnar minnist eg væl. Eisini stuttligt hjá mær at síggja hesa mynd, tí vit síggja eisini tvær barakkir, sum eg minnist heilt væl. Eisini vóru tvær barakkir longri niðri, og í eini búði ein maður, sum æt Palli. Í øllum barakkunum sást, at fólk høvdu búð har.

Nógvar vóru barakkirnar við Ellisheimið undir krígnum.

Umframt báðar barakkirnar síggjast nógvir lyktapelar millum rabarburgarðin og Bátahøllina ella Neystið, sum vit róptu bygningin. Neystið er bygt í 1952. Pelarnar átti SEV, sum hevði goymslu av nógvu pelum á grundunum, sum barakkirnar vóru bygdar á. Økið var okkara góða spælipláss, og vit vóru útibørn. Ongin telda, fartelefon ellla teldil, hvussu nú hesi tólini eita. Á myndini eri eg í stuttum buksum við troyggjuni niðri í buksunum og sjálvandi belti um miðjuna. Síggi skjúrtukragan koman undan troyggjuhálsinum, og nú meira enn álvthundrað ár seinni, føli eg skriðan av troyggjuni. Skjúrtukragin hjálpti heilt nógv.

Myndin er  frá umleið 1960, tí eg má vera um nýggju/tíggju ára gamal. Havi eisini Sjómansskúlan at meta meg eftir, tí útgrevsturin til nýggja sjómansskúlan byrjaði í 1958. Eftir drúgt arbeiði varð skúlin umsíður vígdur 4. januar 1962. Olaf Mortensen teknaði skúlan, og skúlastjórin var Daniel Jacob Joensen. Sjómansskúlin var eisini okkara spælipláss í nøkur ár, tí eftir arbeiðstíð plagdu vit at renna millum hæddirnar, og okkum dámdu væl at klættra. Tá tosaðu mann ikki nógv um trygd á arbeiðsplássum. Sjómansskúlin er ikki liðugur á myndini, tí enn eru eingi tól komin á brúnna.

Garðurin hjá ommu og abba avmyndaður í 2015. (Mynd Vagnur)

Gamla landsbókasavnið, sum er ein av vakrastu bygningum í Havn, kemur undan barakkunum. Ikki ein betongkassi, sum vit síggja nógvastaðni í býnum, men ein lagaður bygningur úr gróti. H.C. W. Tórgarð teknaði bókasavnið, og Johannes Simonsen “Johannes murer” stóð fyri laðingini. Skifertakið kom úr Noregi, og tveir norðmenn løgdu á takið. 3. mai 1931 varð Landsbókasavnið vígt.

Í 1952 var Bátahøllin á Debesartrøð bygd, og hon varð bygd fyri pening, sum hjúnini Hans Andreas og Petra Djurhuus lótu. Tað var vilji teirra, at í Bátahøllin skuldu vera arbeiðs- og framsýningarrúm hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum umframt felagshøli hjá Føroya Fróðskaparfelag.

Á niðastu myndini frá 2015 fjalir Heilsufrøðiliga starvsstovan gamla Landsbókasavnið. Vit síggja útbygda Sjómansskúlan, Neystið er har, og so er Fróðskaparsetrtið komið aftrat. Bygningurin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni varð bygdur í 1970 -árunum og umbygdur í 2009. Uttast høgru megin síggjast húsini hjá Postmeistaranum, og reyða húsið, sum sæst millum trøini, eru húsini hjá Eiden og Miu Müller. Vit síggja eisini “barakkina”, sum vit róptu húsið nærmast vinstru megin.

Tríggjar íbúðir vóru í húsinum, og tað eru tær framvegis. Eg minnist sum smádrongur, at Petur hjá Stinu og húskið búðu í sunnastu íbúðini. Petur var pápi Petur Sigurd Rasmussen. Í miðíbúðini búði Hilmar Mikkelsen beiggi Einar Mikkelsen og Eyðjolf Mikkelsen el-innleggjarar. Í nærmastu íbúðini búði Karl Olsen við húski. Karl var pápi Frans Marius Olsen, sum vit kenna sum trummusláara í Havnar hornorkestur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply