Hugleiðingar um ólavsøkuróðrarnar – Róðrarsambandið gjørdi rætt at strika 10-mannafarsróðurin

6-mannaførini við monnum eru júst farin inn um Molan, við Hvessingi klárt á odda. Vit síggja eisini Gongurólv, Kollfirðing og Stráluna. Vøkur róðrarmynd, má sigast í brennandi sól. (Mynd Vagnur)

Ætlaði mær ikki oman á Ískaina at hyggja at kappróðri á ólavsøku, tí áhugin at skriva um róðrarnar var minkaður burtur í einki, tí eingin spenningur var í seks av níggju róðrum. Skrivaði heldur ikki frá róðrunum á fjarðastevnu og vestanstevnu. Fyri okkum, sum skriva um ítrótt, er so strevið at skriva, tá tú veitst fyri dystin ella róðurin, hvør fer at vinna. Men klokkan 14.45 stakk tað upp á meg at finna fram myndatólið og í skundi fara oman Ískaini at vita, um tað millum annað eydnaðist Ingibjørg við gentum barnaróður at vinna meistaraheitið, og hvussu fór at gangast 8-mannaførunum og dreingjabátunum.

Hetta var góð avgerð at taka, tí løtan umborð á línuskipinum Sandshavinum, sum lá við Ískaiina, skuldi gerast serligt róðrarupplivilsi í brennandi sól.

Myndina tók eg eftir ólavsøku, men nú var mjørki niðri við sjóvarmálan. Minnilig góð løta á stýrihúsinum á Sandshavinum ogt fylgja róðrunum ólavsøku. Hoyrdist, at 8000 áskoðarar sóu róðrarnar, og hetta er meira enn til landsdyst í Gundadali og annars róðrartiltøkum uttanlands.  (Mynd Vagnur)

Eingir áskoðarar at síggja nakrastaðni, tí teir høvdu spent stórar nótir allastaðni, so tú slapp út á Ìskaina ella út til Vónina. Hetta høvdu fólk altíð gjørt, og hví var økið sperra?. Sandshavið lá sunnanvert Ískaiini, har eg fyrst kom í prát við tveir handverkarar hjá Mest, sum ikki høvdu stundir at hyggja at kappróðri, tí Sandshavið skuldi hava nýtt línuspæl, og arbeiðið skuldi vera liðugt dagin eftir ólavsøku, tá línuskipið skuldi aftur til fiskiskap. Skipið hevur fiskað heilt væl seinasta árið, og enn er nógv at fáa.

Longu fyri klokkan trý var stór mannfjøld komin at bryggjuna at síggja fyrst barnaróðrarnar og síðani hinum róðrarnar. (Mynd Vagnur)

Uppi á stýrihúsinum á Sandshavinum hevði tú gott útsýni út undir Argjaland og inn á málið. Á 500 metrar málinum lógu trettan barnamanningar/gentur klárar við startin. Vøkur sjón, sum tú ikki sært nakra aðrastaðni í heiminum. Klokkan 15.00 brast fyrsta skotið, og tú kundi fylgja bátunum inneftir. Longu eftir fyrstu tøkini sást, at tað vóru bátarnir Hulda og Ingibjørg, sum vóru fyrstu bátarnar, og tú merkti ávísan spenning. Myndirnar tók eg tvey/trýhundrað metrar frá endamálinum.

Vøkur sjón at síggja tvær trettan barnamanningarnar við gentum koma inn um Molan. (Mynd Vagnur)
Fremst kappast Ingibjørg (Ver) og Hulda (8) um meistaraheitið, síðani koma Dúgvan (12), Spógvin (11) og so síggja vit nærmast Fiskin, Karina, Tambar og Ørnina. (Mynd Vagnur)

Tú kundi eisini fylgja við í Krinvarpinum, tí Suni Merkistein hoyrdist um alt róðrarøkið. Tøkk til Kringvarpið, at tey varpaðu út barnaróðrarnar, sum eru eins áhugaverdir at síggja og aðrar bátastøddir. Ingibjørg dró longsta stráið inni á málinum og vann meistaraheitið. Áhugavert og eisini við blandaðum kenslum at síggja ellivu/tólv ára gamlar gentur rógva ímóti fjúrtan ára gomlum gentum. Haldi hetta er beinleiðis keðiligt og lítið virðiligt at síggja, tí munurin er alt ov stórur.

Falkur úr Hósvík og Greivin úr Kollafirði hava, alt eg minnst, róð á ólavsøku. Hugaligt at síggja. (Mynd Vagnur)

Millum barnaróðrarnar við gentum og dreingjum róðu gomlu 6-mannaførini Greivin úr Kollafirði og Falkur úr Hósvík. Fantastiskt síggja hesar bátar, sum eisini róðu á ólavsøku í mínum barna- og ungdómsárum í 1950- og 1960-árunum. Frálíkt róðrarlag, ja, og so var róðurin eisini at hoyra í Kringvarpinum. Falkur er 115 ára gamal bátur, og Greivin eitt ár yngri, tað vil siga 114 ár.

Var barnaróðurin við gentum áhugaverdur og spennandi, var dreingjaróðurin meira ein uppvísningsróður av dreingjunum umborð á Fípuni Føgru ur Klaksvík, sum vunnu allar róðrarnar í summar. Vøkur sjón at sjá í brennandi sól, men eisini her spælir inn aldursmunurin, tí tað var meira enn hálvur minuttur millum fyrsta og aftast abátin. Mær dámar ikki slík ítróttaupplivilsi, tí eg fái ilt í sálina at síggja ellivu/tólv ára gamlar dreingir rógva ímóti 14 ára gomlum dreingjum. Hetta sært tú ikki í tildømis bóltspølunum. Havi víst á hetta í fleiri ár, men higartil tosa og skriva fyri deyvum oyrum.

Longu í fyrstu tøkunum legði Fípan Fagra seg á odda í barnaróðrinum dreingir. Durdarveður og brennandi sól. Stór uppliving at síggja. Hevði gott útsýnið hesa løtuna.  (Mynd Vagnur
Fípan Fagra úr Klaksvík klárt á odda við Knúki (10) nummar tvey og Spógvanum nummar trý. Vit síggja eisini nærmast Ingibjørg og longst burtur Fiskin og Tambar blái báturin. (Mynd Vagnur)

Blikagenturnar gjørdu bart enn einaferð

Nú var 500 metrastarturin drigin inn og farið var undir Argjaland, har 901,25 metrar teinurin skuldi rógvast. 5-mannaførini við gentum róðu fyrsta róðurin, og favoritturin Blikur av Argum gjørdi bart longu fystu tøkini og vann sær trygga leiðslu. Hjá mær var áhugin, um Firvaldur ella Drekin fóru við øðrum plássinum. Tær umborð á Firvaldi róðu barnaróður í fjør, og tær umborð á Drekanum róðu barnaróður í fyrraárið. Her sóu vit tveir ymsar rógvihættir, har tær umborð á Firvaldi rógva títtari og kanska við nakað styttri tøkum, meðan drekagenturnar startaðu ikki nóg væl og rógva heldur seigari róður.

Blikagenturnar klárt á odda seinastu tvey hundrað metrarnar meðan Drekin og Firvaldur kappast um annað plássið, sum Firvaldur vann. Síðani koma Frúgvin, Fenja, Rókurin og Kollur. (Mynd Vagnur)

Kom hesa løtuna longu at hugsa um næsta róðrarár, tí her koma Firvaldur og Drekin uttan iva at kappast um fyrsta plássið, tí nakrar av teimum umborð á Bliki eru tá ov gamlar á rógva genturóður. Har frammi eru eisini Frúgvin og Rókurin úr Miðvági og Fenja úr Fuglafirði, men her skal eisini havast í huga, hvørjar gentur eru ov gamlar at rógva næsta ár.

Kvinnurógvingin stendur við eitt vegamót

Sum eg tími illa at fylgja kvinnurógvingini, tí har er ”null” spenningur í løtuni og alt ov fáar manningar. Tá feløgini í Suðurstreymoy ikki megna at manna eitt 6-mannafar við ungum kvinnum uttan Jarnbard við ”eldri” kvinnum, so er deyðin í durinum og lítil vón fyri framman. Guð viti, hvat hetta enda við.

Haldi, at 6-mannaførini við kvinnu standa við eitt vegamót.

At tær umborð á Sølmundi kunnu uttan venjing koma spælandi inn á fyrsta plássið á norðoyastevnu, sigur alt um støðuna. Og eg haldi tað vera beinleiðis keðiligt, at ein so góð manning, sum tær umborð á Erlu Kongsdóttir ikki heldur manna 6-mannafarið Rádna, tí hetta hevði tænt kvinnurógvingini nógv betur í allar mátar. Her ruggar ikki rætt í mínum róðrarknokki. Ikki persónligt sagt, men heildarorð um kvinnurógvingina í Føroyum, sum eg haldi í løtuni stendur við eitt álvarsligt vegamót.

6-mannafarið Erla Kongsdóttir við kvinnum var einaráðandi í summar og rógva ómetaliga væl. Vóni, at tær manna Rádna næsta ár. Síðani síggja vit nærmast Svan, sum bleiv nummar fýra, Teistan, sum bleiv nummar tvey og Havfrúgvin nummar trý. (Mynd Vagnur)

Bíðaði eftir spentur eftir dreingjaróðrinum, ja, um tað var Royndin Fríða úr Vági ella Heykur úr Hósvík, sum við meistaraheitinum. Ein sólskinssøgu tí, Royndir Fríða er mannað við dreingjum, sum hava gingið í ítróttaskúlanum í Vági, og dreingirnir umborð á Heyki róðu barnaróður í fjør. Ikki hevði eg væntað hesar bátar kappast um meistaraheitið, og at eingin av teimum HR bátinum heilt frammi í oddinum.

Royndin Fríða og Heykur kappast hesa løtu um meistaraheitið, sum Royndin Fríða vann. Vti síggja eisini Karina, Drekan, Spógvan og Firvald. (Mynd Vagnur)

Dreingjaróðrarnir eru altíð spennandi og áhugaverdir, og so var eisini á ólavsøku. Fantastiskt at síggja bátarnar fara framvið Ískaini og síggja í kjalavørrin á bátinum seinastu tveyhundrað metrar inn á mál. Og tann rómur á bryggjuni, tá skotið var fyri Royndini Fríðu, sum vann sær meistaraheitið hesa løtuna.

6-mannfarið Hvessingur úr Hvalvík/Streymneisi vann sær bæði meistaraheitið í stórum stíli og fekk eisini Niclas í Koltri -steypið fyri frálíkt avrik í summar. Eri altíð fegin, tá bátar úr lítlum róðrarøkjum standa seg væl, tí har stendur mangan á at manna bátarnar. Frægd at síggja Hvessing rógva á ólavsøku í durdarveðri og brennandi sól, og teir vunnu allar sjey róðrarnar í summar.

6-mannaførini við monnum eru júst farin inn um Molan við Hvessingi klárt á odda. Og vit síggja eisini Gongurólv, sum gjørdist nummar tvey og Kollfirðing nummar trý. Longst burtur sæst Strálan. (Mynd Vagnur)
Hvessingur nærkast málinum og vinnur klárt meistaraheitið. Gongurólvur gjørdist nummar tvey og Kollfirðingur nummar trý. Vit síggja eisini nærmast Lóm, Herning og longst burturi Stráluna. (Mynd Vagnur)

Nógvir tankar reikaðu, tá 8-mannaførini  og 10-mannfarsróðrarnar róðu

Hevði ilt í róðrarsálini fyrst at síggja fýra vøkur 10-mannafør við eldri rógvarum koma stimandi fram við Ískaiini. Vestmenningur, Eysturoyingur, Drekin Reyði og Nólsoyingur, bátar, sum bæði hava vunnið mangt meistaraheiti og sett teirra fingramerkið so dyggiliga á føroyskan kappróður. Ólukkuligt fyri føroyskan kappróður, at ikki eydnast at manna hesar bátar við ungum rógvarum. Teir 8000 áskoðararnir, sum komu á bryggjuna at síggja kappróður á ólavsøku eru sjálvandi ikki nøgd bara at síggja trý 10-mannafør. Øll spenna seg út, Kringvarpið, Róðrarsambandið og stevnufyrireikararnir, men bátar vanta frá stórum róðrarøkjum kring landið. So var ikki í mínum ungdómsárum, har átta til tíggju 10-mannafør róðu hvørja ólavsøku.

Eisini við sorgblídni at síggja fýra vøkru 10-mannaførini Vestmenning, Eysturoying, Drekan Reyða og Nólsoying. Vit vóna øll at síggja tey aftur mannað við ungum rógvarum at kappast um meistaraheitið. (Mynd Vagnur)
Eitt av hæddarpunktunum í róðrarárinum var kappingin millum Argjabátin og Nevið Reyða. Løgið, at tú kanst vera so spentur at síggja bert tveir bátar kappast um meistaraheitið, sum Argjabáturin vann. (Mynd Vagnur)

Seinasti av teimum spennandi róðrunum var 8-mannafarsróðurin, har antin Argjabáturin ella Nevið Reyða fór við meistaraheitinum. Flaggskipið av Argjum er altíð frammi í oddinum, men eg haldi tað vera heilt fantastiskt at fylgja ungu monnunum umborð á Nevinum Reyða.

Teir vunnu í 2017 meistaraheitið umborð á dreingjabátinum Fípuni Føgru, teir vunnu meistaraheitið í fjør umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga, og nú var møguleikin at vinna meistaraheitið umborð á Nevinum Reyða. Havi ongantíð áður upplívað slíka manning. Eitt róðrarbragd, má sigast, sjálvt um Argjabáturin fór við sigrinum á ólavsøku. Argjabáturin vann fýra og Nevið Reyða vann tríggjar róðrar í summar. Uttan iva sita ungu evnaríku klaksvíkingarnir umborð á Klaksvíkingi næsta ár, og teir skulu vera meira enn vælkominir.

10-mannafarsróðurin á ólavsøku strikaður

Forbannað primitivt og langt úti at fólk við Evenens pakkhús at skjóta upp rakettir, áðrenn 10-mannaførini fóru um málið. Brestirnir hoyrdist tíðuliga við Ìskaina, har eg fylgdi róðrunum. Og eg taki fult undir Róðrarsambandinum, at róðurin er strikaður, tá nú rógvararnir ikki vildu rógva umróður. Skilji væl rógvararnar, men vit mugu ikki koma hartil, at tað eru rógvararnir, sum gerast dómarar í kappróðrinum.

Teir umborð á Orminum rógva bara so væl. Báturin verður ikki lættur at vinna næstu árini, um sama manning situr umborð. (Mynd Vagnur)

Og vit kunnu ikki hava anarki í føroyskum kappróðri, tí siga vit, at tveir bátar í hesum førinum kappaðust um meistaraheitið, og allir hesir brestirnir hoyrdust. Hvat skuldi RSF so gjørt? Sjálvandi umróður, men í hesum førinum samdust rógvarar um ikki at rógva umaftur, og so mugu vit liva við, at 10-mannafarsróðurin á ólavsøku 2019 er strikaður. Skommina eigur ikki Róðrarsambandið ella rógvararnir, men felagið Róðrarfelagið Knørrur, eitt róðrarfelag, sum eg slett ikki fái skil á á nógvum økjum.

Tá alt hetta er sagt, skulu vit fegnast um, at nógvastaðni í Føroyum hevur kappróðurin góðar umstøður og góðan byr, men mær dámar ikki rák, sum við tíðini eru um at sníkja seg inn í føroyskan kappróður. Øll vilja vinna, og tá tað gongur striltið at manna størru bátastøddirnar, so fara feløg ella rættari sagt persónar út um eingjargarðarnar eftir rógvarum. Hetta ger, at vit fáa nakrar ”elitubátar”, har bestu rógvararnir í Føroyum sita í fáum bátum.

Ùrslitið gerst, og tað síggja vit longu nú, at vit fáa færri manningar, tí fólk tíma ikki at brúka alt várið og summarið at venja, tá teir vita, at møguleikin er lítil at standa seg ímóti hesum “elitubátum”. Haldi lága bátatalið og úrslitini í summar boðar frá hesum. Skal at enda koma við eini atfinning til fantastiska róðrartiltakið á ólavsøku. Róðrartíðin kundi verið stytt hálvan tíma, tá alt gott um starttíðir, men tá nú bátarnir liggja klárir við startin, so er at fáa bátarnar avstað. Serliga leingi var at bíða eftir 5-mannaførunum við kvinnum. OK. Veðrið var gott, men var ivaverður og kanska regn, so fóru nógv fólk av róðrarøkinum. (Vagnur)

Uppískoyti: Á ólavsøku sóu vit í nógva hitanum rógvarar lata seg úr kappingarbúnanum. Menn róðu í berum yvirkroppi, sum vit síggja niðanfyri, og nógvar kvinnur fór úr rógvibúnanum. Men hvat siga kappingarreglurnar um hetta, sum eg ikki tími at kanna? Men vit síggja tildømis í fótbólti, at letur tildømis Ronaldo seg úr spælitroygguni eftir at hava skotið mál, so fær hann gult kort. Giti, at slíkar reglur finnast slett ikki í føroyskum kappróðri. Tíbetur, má sigast.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply