Úr myndasavninum – Fann áhugaverda upprunamynd í myndaskjáttu eftir pápabeiggja

Sivila í Havn . Aftast f.v: Trygvi Restoff, Jákup Frederik Olsen, Napoleon Christiansen “Poli í Mattalág, Hilmar Christiansen og Birgir Fylling. Miðraðið f.v: Hans Vang Hansen, Mourits Mohr, Andor Eirikstoft, Torbjørn Zachariassen og Ólavur Dalsgarð. Fremst f.v. Vagn Erik Michelsen, Maria Krog, Anna Sofía Mouritsen, Anna Kristina Nolsøe og Bogi Winther,. 

Tá vit eftir deyða Vagn Erik pápabeiggja ruddaðu millum annað í myndagoymsluni, komu vit fram á myndina omanfyri, sum vit kenna úr ymsum bókum. Hetta er góð upprunamynd, sum Vagn Erik hevur ognað sær. Aftan á myndini stendur: Á Ellisheiminum 1941-42. Myndin er tikin við vestara enda á Ellisheiminum, tí vit síggja bakkan móti vestri. Ellisheimið var bygt í 1935. Vit síggja á hjálmunum stavirnar CL, sum merkir sevila loftverjan. Eitt av arbeiðunum hjá loftverjuni var at ganga millum húsini í Havn til tess at syrgja fyri, at einki ljós var at síggja í vindeygunum, tí Havnin var myrkaløgd um hetta mundið. Týsk flogfør vóru at síggja yvir Havnini, og tey gjørdust naskari og naskari.

Mamma okkara segði, at tey fluttu í skundi í húsini við Landavegin í 1942, sjálvt um húsini vóru ikki liðug. Hetta, tí enska hervaldið vildu hava húsini til soldatar at húsast í. Hetta var ikki hugaligt, tí at sita ung hjún í myrkaløgdum húsi, var einki gott at minnast aftur á, segði mamma. Hon mintist seint eitt kvøldið, at nú bankaði hart á dyrnar niðriundir, og í durunum stóð tvey fólk í CL hjálmi. Ørindni vóru, at ljós kom úr einum vindeyga. Mamma og pápi at leita, jú, mín sann, nál var loysna í dúkinum í einum vindeygahorni. Hetta bleiv rættað, og so takkaðu bæði CL fólkini fyri seg.

Tað løgna við myndini er, at Vagn Erik pápabeiggi er føddur 14. juni 1927, so hann er á myndini bara fjúrtan, fimtan ára gamal unglingi. Vagn Erik plagdi at siga, at eitt av arbeiðinum hjá Sivilu loftverjuni var at syrgja fyri, at Havnin var myrkaløgd. Tey gingu í vaktum oftast tvey og tvey millum húsini til tess at kanna, um ljós kom úr húsum, og um so var, bankaðu tey á dyrnar hjá fólki, so tey fingu okkurt klæði fyri vindeyguni. Áhugaverd og góð mynd, og tú kennir mest sum øll fólkini. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply