Nú tynnist í eldra tónleikaskaranum í Havn

Aftur í 60 – árini 1996. Regin Jacobsen til vinstru og Jens av Reyni til høgru. (Mynd Vagnur)

Herfyri fór bakarin og tónleikarin Regin Jacobsen seinastu ferð um sýnuna 79 ár gamal. Regin og beiggjarnar Hannis, sála og Dia havi eg altíð kent, men ikki fyrr enn vit í Neistanum skipaðu fyri Aftur í 60 – árini í apríl mánað í 1988 og tjúgu ár fram, kom eg at kenna Regin enn betur. Regin var fyrikomandi og fittur maður, og meg minnist, tá hann lærdi til bakara hjá Conradi Skaale á horninum J.C.Svabosgøtu/V.U. Hammershaimbsgøtu.

Regin og harmonikan hoyrdu saman. (Mynd Vagnur)

Regin arbeiddi seinni nøkur ár sum bakari hjá Frantz Restorff fyri síðani at fara út í verðina, har hann sigldi sum tænari umborð á svenskum skipi, tey róptu Amerikulinjan. Seinni arbeiddi hainn á bakarínum Acta í Torfinsgøtu, sum Erling Poulsen læt upp í 1965.

Erling var lærumeistarin hjá Regini í bakarínum hjá Conradi Skaale, og tað var Acta, sum breyt upp úr nýggjum og kom við hugskotinum at selja morgunbreyð sunnumorgun. Erling hevði búð í Danmark í nøkur ár og kom aftur til Føroya í 1965. Acta læt aftur í 1981, og Erling flutti aftur til Danmarkar.

Regin var sonur Niels í Stórustovu, sum eisini var tónleikari og spældi við Gogguni. Minnist, at tey búðu úti í Perskonugøtu, og mamman Regin æt Olivia dóttir Andreas í Horni.  Børnini vóru Dia, Hannis, Regin og Bjørt. Regin og konan Hildigarð áttu tvey børn og búðu í Torgarðsgøtu. Men aftur til Regin og tónleikin.

Tónleikaran Regin Jacobsen minnast vit mest við saxofonuni og harmonikuni, og Regin spældi í fleiri tónleikabólkum sum tildømis Gogguni, Rúnar, Flamingo, og hann traðkaði mangan til í ymsum tónleikabólkum, tá brúk var fyri saxofonuni ella harmonikuni til góðan dansitónleik.

Og var tað júst í hesum sambandi eg kom at samskifta væl við Regin, tí hann spældi fleiri ferð í tiltakinum Aftur í 60 árini. Ikki long tíð síðani, vit hittust í Havnargøtu, har hann segði mær, at hann framvegis spældi til ymisk tiltøk, men so gjørdist hann sjúkur.

Rúnar á pallí í Ítróttahøllini á Hálsi í 1996. Frá vinstru Jógvan Sofus Vágsheyg, Finnbogi Johannessen, Ólavur Øster, Jens av Reyni, Regin Jacobsen og Erling Berg. (Mynd Vagnur)

Komi júst at hugsa um, at nú er farið at tynnast í eldra í tónleikaskaranum í Havn. Fólk, sum í mong ár settu fingramerki á undirhaldið og dansin í høvuðsstaðnum. Góð og frálík minni ikki minst í Sjónleikarhúsinum, har vit dansaðu í mong ár bæði mikukvøld og sunnukvøld. Saknur er í hesum fólkum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply