Áhugavert at hava sankutøðkassa í garðinum

Heitt er í sankutøðkassanum, sjálvt um kalt er í veðrinum. (Mynd Vagnur)
Heitt er í sankutøðkassanum, sjálvt um kalt er í veðrinum. (Mynd Vagnur)

Fyri tjúgu árum síðani vóru vit við í átaki fyriskipað av Tórshavnar kommunu og Heilsufrøðiligu starvstovuni um at brúka alt lívrunnið húshaldsrusk til sankutøð.

Hetta var eitt norðurlendskt átak. Átakið er endað og frágreiðing skrivað, men vit og onnur í átakinum hildu fram at koyra alt lívrunnið húshaldsrusk í sankutøðkassan, og tað kemur ikki upp á tal at koyra matkent rusk í vanliga ruskposan.

Tað er áhugavert at hava sankutøðkassa í garðinum. Vit fingu á sinni ein sankutøðkassa, sum var gjørdur á serligan hátt. Hann var bjálvaður innan við flamingo, sum sæst á myndini. Eisini fingu vit skriv, hvussu vit skuldu gera: Alt lívrunnið húshaldsrusk kann brúkast til sankutøð. Matkent rusk, leivdir av kjøti og fiski, køkspappír, teposar, kaffigrugg, blomstur, og so nógv av rusli og burturkasti úr garðinum, sum pláss er fyri, tó minst av mold.

Kassin er bjálvaður innian og gjørdur úr góðum tilfari. (Mynd Vagnur)
Kassin er bjálvaður innian og gjørdur úr góðum tilfari. (Mynd Vagnur)

Vit koyra ikki burturkast úr garðinum í kassan, men bara matkent rusk: Frukt, grønmeti, breyð, eggjaskal, kjøt, fiskur, kaffigrugg, kaffiposar og teposar. Vit hava gamla grýtu, sum vit koyra lívrunnið ruskið í dagliga, og helst tvær ferðir um vikuna fara vit í sankutøðkassan við ruskinum, so ruskið er óspilt, áðrenn tað fer í stóra kassan.

Og í kassanum er heitt. Tá ið vit vóru við í royndarátakinum, komu fólk av og á og mátaðu hitan í kassanum. Á hávetri við frosti kundi vera 60 hitastig í kassanum, og roykur kom upp úr kassan, tá ið tú lætst upp lokið. Tað kemur ilur í tilfarið, og tí økist hitin, ein prosess fer fram í kasssanum

Sum stroygg kann brúkast karvaðar greinar, hølvispønur, hálmur, hoyggj og følnað og turkað rusk úr garðinum. Vit brúka bara hølvispønur. Tú koyrir høvlispønur í botnin á grýtuni, og tá ið tú fert í kassan við ruskinum, hevur tú hvísl við tær. Tá ið tú hevur koyrt ruskið í kassan og vent tilfarinum í kassanum og slættað, stroyðir tú nakað av hølvispønum yvir tilfarið. Tvey eru lokini, eitt sum liggur niður á ruskið, og so høvuðslokið, og bæði lokini eru bjálvað við flamingo.

Sankutøðkassin verður tømdur einaferð um árið, og best er um várið, tí tá kunnu tøðini brúkast beinanvegin. Verður kassin tømdur um heystið, verður innihaldið lagt í rúgvu til búningar undir plastdúki. Tøðini kunnu brúkast til blómstur, runnar og trø. Sankutøð, sum ikki eru fullbúgvin, kunnu eisini brúkast beinleiðis til grønmeti, men ráðiligt er at bíða nakrar vikur við at planta ella sáa.

Tað løgna at beina burtur matkent rusk á henda hátt, gert við tíðini púra vanligt. Koyra abbabørnini kanska bananleivdir í vanliga ruskposan, fert tú í posan eftir ruskini og koyrir tað í matrestgrýtuna. Tú fært teg ikki at koyra matkent rusk í vanliga ruskposan. Við tíðini bleiv fyrsti sankutøðkassin nakað skirvisligur, og tí fingu vit verkstaðið hjá Dugna at gera okkum nýggjan kassa, og hann riggar ómetaliga væl. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply