Úr myndasavninum – Sjey kendir telegrafistar, sum long tíðarskeið arbeiddu á Telegrafstøðini

Sjey telegrafistar/fjarritarar, sum allir arbeiddu langt lív á Telegrafstøðini. Frá vinstru: Erling Michelsen, Hans Jacob Egholm, Jóannes Rubeksen, Vagn Erik Michelsen, Poul Sørenesen, Andreas Lava Olsen og Arni Berg Jacobsen.

Pápabeiggi okkara Vagn Erik Michelsen andaðist á Tjarnargarði mánadagin 24. juni 92 ára gamal, og tá fór tann seinasti av eldra ættarliðnum í familjuni um sýnuna. Vagn Erik var dementur í fleiri ár og búði á Tjarnagarði í tólv ár. Tá vit ruddaðu kamarið komu vit fram á áhugaverda mynd av sjey telegrafistum/fjarritarum, sum allir arbeiddu langt lív á Telegrafstøðini. Á borði stóð eisini morsitól, sum teir á sinni brúktu at bera boð út í heim. Fimm av monnunum á myndini eru farnir, men søgan um fyrsta telegrafkaðalin til Føroya hava vit. Stórur partur av lívinum hjá Vagn Erik var Telegrafstøðin og tað tekniska í sambandi við telesamband út í heim. Hetta fylti heilt nógv í hansara hugaheimi, eisini, tá hann byrjaði at gera dementur. Andreas Lava Olsen er ein av teimum sjey á myndini, og hann fekk eg stutt prát við.

Hátíðarhald í Sandagerði fyri ólavsøku í 1906, tá Føroyar fingu fyrsta fjarritasamband við umheimin. Kaðak er komin á land í Sandagerði, og vit síggja eisini kápilhúsið til høgru. Fríríkur áttandi kongur var henda dagin til staðar í Sandagerði. (Mynd Havnin fólk og yrki)

­- Nítjan ára gamal kom eg at arbeiða á Telegrafstøðini, har eg var í hálvthundrað ár. Frálíkt og spennandi arbeiðspláss, og sjálvandi minnist eg morsitólið, tú sipar til. Morsitólini vóru brúkt 24 tímar um døgnið hvønn einasta dag. Arbeiðsgevarin var danska fyritøkan Stór Nordiska, sum eisini legði kaðalar millum lond.

– Arbeiðið hjá okkum var at ”morsa” telegrammir út í heim, sum komu á støðina allastaðni úr Føroyum. Vit høvdu eisini ábyrgdina av neyðsendaranum rópt Tórshavn Radio, sum skuldi vera tøkur alt smdøgnið, sigur 85 ára gamli Andreas Lava Olsen róptur Dia í stuttari viðmerking..

Í 1907 var fyrsta telegrafstøð bygd við Tórsgøtu, men skjótt vaks Havnin, og tí mátti nýggj støð byggjast longri uppí í hagarnum. Áhugavert at síggja grúsvegin og grótkantarnar,. Tá vóru jú eingir bilar í gøtunum. (Mynd Havn Fólk og yrki)

Løgið at hugsa sær, at tá abbar okkara, sum báðir vóru skipsførarar, fóru út um Molan til Íslands ella Grønlands, so var eingin møguleiki at hava samband við sluppirnar. Eingin telefon ella telegrafur. Beint fyri ólavsøku 1906 fingu Føroyar fyrsta fjarritasambandið við útheimin, og var tað Fríðrikur áttandi kongur, sum læt upp fyrsta sambandið við útheimin. Hetta hendi í stórfingnari hátíðarløtu í Sandagerði, tá kaðalin kom á land.

Morsitólið, sum teir morsaðu fjarritini út í heim. (Mynd Vagnur)

Sum smádreingir seinst í 1950-árunum lærdu vit okkum at svimja í Sandá og á sjónum í Sandagerði, og tá róptu tey hús í Sandagerði fyri Kápilhúsið, sum eisini sæst á myndini frá 1906. Upprunaliga vóru telegraftól í húsnum, men í 1950-árunum búði familja har.

Fyrsta telegrafstøðin var bygd í 1906 í sambandi við, at nú var fjarritasamband við útheimin. Støðin stóð ovarlaga í Tórsgøtu, men tá í tíðini kravdist nógv pláss rundan um slíka støð. Pelar, antennur og nógvir træðrir alt hvørt um annað. Helst skuldu eingin hús vera í nánd.

Í 1916 var Havnin vaksin so mikið og nógv, og nærmast granni til Telegrafstøðina gjørdis nýggi realskúlin. Telegrafstøðin var komin at standa mitt í einum býlingi, og tí var í 1916 farið undir at byggja nýggja telegrafstøð langt uppi í haganum omanfyri garðarnar. Í 1917 stóð nýggja støðin við Tinghúsvegin liðug at taka í nýtslu.

Fyrst í 1970-árunum var henda telegragstøð tikin niður og nýggja bygd á staðnum. Í dag heldur MRCC støðin og Færøernes komando til í bygninginum. Ikki er longur brúk fyri morsitólum, tí alt samband fer gjøgnum fylgissvein og nýtíðarkaðalar, og tú kanst ringa kring heimin við lítlari fartelefon.

Pápabeiggin Vagn Erik er farin, hesin fyrikomandi, fitti og altíð vælhýrdi maðuri, sum var so nógv dapurt í gjøgnum á lívsleiðini. Hann var góður við okkum børn við Landavegin. Ja, ein vinur alt lívið. Telegrafstøðin og tess arbeiði var hansara hjartabarn líka til tað seinasta. Tómt ikki at koma á Tjarnagarð og á Ellisheimið, nú bæði Vagn Erik og mamma okkara eru farin um sýn. (Vagnur)

Minnist væl telefgrafstøðina, sum vat tikin í nýtslu í 1917 og var tikin niður, tá nýggja støð var bygd. Meinigheitshúsið stendur nú har gamla Telegrafstøðin stóð við nógu antennunum. (Mynd Havnin fólk og yrki)
24. juni í ár andaðist Vagn Erik Michelsen 92 ára gamal.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply