Nógvu ólógligu prutlini sleppa alt, alt ov lætt í ferðsluni

Tilvildarlig prutl. Eingin sigur, at júst hesi prutlini eru ólóglig.

Bilatalið í Føroyum veksur við fúkandi ferð, men lítið hoyrist tó um nógv óhapp í hvørfall inni í Havnini. Orsøkin er uttan iva, at nú koyra so nógvir bilar í gøtunum, at møguleikin at koyra ov skjótt er minkaður munandi. Búgvi nær SMS, Gundadali og miðbýin, so tú merkir nógv til nógvu ferðsluna. Ikki tann stóri ampin av bilinunum ei heildur av stóru motorsúkklunum, har fólk heldur velja at koyra túrar millum bygdir.

Stóri trupulleikin og ampin eru nógvu ólógligu prutlini, sum larma alt ov illa, koyra ov skjótt og halda ikki ferðslureglarnar. Tað sýnist, at sum eingin áhugi er at steðga ólógligu prutlunum, sjálvt um bæði er ringt og skrivað til løgregluna, tá vandakoyringin í grannalagnum er av tí allar ringasta.

Tvey sløg eru av prutlkoyrarum, sum flestir eru dreingir. Tað eru dreingir, sum keypa sær prutl sum fluttningsakfar at koyra í skúla, til venjingar og annars flyta seg frá A til B. Hetta eru sum oftast lóglig prutl, sum ikki larma, koyra ikki ov skjótt, og dreingirnir halda ferðslureglarnar. Talan er um eini 80% av samlaðu prutlunum.

Ì 1960 og 1970 árunum vóru nógv slík Puch prutl at síggja gøtunum.

Hin bólkurin eru dreingir, sum hava nógva ferð í blóðinum, og sum keypa sær prutl sum stuttleikaakfar. Teir finna sær óteljandi snildir til tess at fáa prutlið at koyra so skjótt sum tilber. Kann nevna, at eg upplivdi prutl koyra júst um 70 km/t Yviri við Stond

Ringast er, at dreingirnir koyra mangan í bólkum og koyra vandakoyring. Í vár hildu eini fimtan prutl til við SMS, og koyribreytin var niðan Tinghúsvegin, síðani millum húsini, har kommunulæknarnir halda til, niðan í Gundadal og ýlandi oman eftir Hoydalsvegnum. Hetta fór fram  kvøld eftir kvøld. Í løtuni eru ólógligu prutlini fækkað nakað, tí tey ungu eru í summarfrí.

Nú var eg á sinni bilmekanikari og havi eisini undirvíst í motorlæru í fólkaskúlanum. Veit alt um tunaðar motorar, blombað prutl, karburatorar við ymsum dysum og broytt tannhjól. Alt, sum fær prutlið at koyra skjótari.

Í fleiri førum er talan um vandakoyring, har førarin hevur hjálm á høvdinum, og meðan genta ella drongur situr aftan við ongum hjálmi. Tú hoyrir beinanvegin, um prutlið er lógligt ella ólógligt. Tann høgi ýlandi tónin frá motorinum boðar frá, at prutlið er ólógligt og koyrir ov skjótt.

Serliga í 1980 – árunum vóru nógv Yamaha prutl at síggja, men nú síggjast serliga nógvir skutarar.

Tá tú tosar við løgreglufólk um ólógligu prutlini, so siga teir seg kenna trupulleikan, men siga eisini, at torført er at fanga prutlini. Her er at siga, at løgreglan skal ikki royna at fanga prutlini í ferð, men kannað tey, tá tey standa still. Dugi ikki at síggja trupulleikin. Gangi bæði við hundi og túrar í grannalagnum, men ikki havi eg sæð eitt einasta løgreglufólk kanna nakað prutl.

Haldi, at tað er óheppið ”signal” at senda millum mannað og til tey ungu, at ólógligu prutlini sleppa so lætt í ferðsluni. Trupulleikin er ikki bara her á leiðini men nógva staðni, og hetta hoyrdu vit eisini í fjølmiðlunum herfyri. Og tað ringasta er eisini, at nøkur prutl ditta sær at koyra í Plantasjuni í Havn, og hetta er undir alt lágmark, tí har ganga barnaflokkar, fólk, sum búgva á Hvíldarheiminum og onnur fólk. Havi skrivað til Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuna, men tað sýnist, at okkurt skal óhapp skal til, áðrenn tey gera nakað við trupulleikan. Einaferð vóru bummar við inngangirnar, men bummarnir eru burtur.

Tá alt omanfyri er sagt, so hava alla mína tíð verið ólóglig prutl í gøtunum, og tá skulu vit heilt aftur í 1960-árini. Tosaði annars við drong, sum eigur ólógligt prutl, og sum hann hevur átt í eitt ár. Hann er ongantíð steðgaður og kannaður, um prutlið er lógligt ella ólógligt. Hetta ljóðar ikki gott.

Haldi, at tað er ábyrgdarleyst at lata hesi prutl koyra í gøtunum, sum kann elva til stóran skaða bæði fyri prutlkoyran og fólk annars. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply