Hugleiðingar um varmakelduróðrarnar á heldur annan hátt

FM-kappingin millum Argjabátin og Nevið Reyða er áhugaverd og spennandi at fylgja. Eitt av hæddarpunktunum í summar. Bátarnir vunnið tveir róðrar hvør, og her fer Argjabáturin fyrstur um málið í Fuglafirði. (Mynd Hvannrók)

Hesuferð fylgdi eg kappróðri á serliga hátt, tí jarðarferð og uppruddan darvaði. Tó so, hoyrdi brot úr onkrum róðri í bilinum, og á Tjarnagarði sá eg 10.mannaførini fara um málið. Spentur sum altíð, men segði vinmanni, at vit fingu kanska bara ein nýggja vinnara í Fuglafirði ella helst ongan. Tí eg visti, at eykarógvari sat umborð á Ingibjørg barnaróður við gentum, og at lot var undan. Ja, ein nýggjur vinnari frá seinast, og hetta gjørdist Hulda barnaróður við gentum, sum nú hevur vunnið tveir róðrar og Ingibjørg tveir róðrar. Tá tað er sagt, hevur man altíð onkrar tankar um føroyskan kappróður. Og fótutól mítt var til fleiri av róðrunum.

Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi hevur smíðað Heyk, sum vann dreingjaróðurin. Ungir dreingir sum róðu barnaróður í fjør. (Mynd Hvannrók)

Sá í sjónvarpinum, hvussu fáir áskoðarar sóu róðrarnar frá byrjan í allar fagrasta veðri og góðari fyrireiking. Nú er tað mest sum bara á ólavsøku, at áskoðarin leitar í hópatali til kappróður. 7.000 áskoðarar sóu í fjør róðrarnar á ólavsøku. Er illveður, so fer hetta tal niður í 2000 ákoðarar.

Foreldur at rógvarum í barnaróðir síggja barnaróðrarnar, og fleiri fara tá til húsa aftur eftir róðrarnar, tí tey hava ikki samband ella kennast við eldru manningarnar. Fólk vilja síggja javnar róðrar og spenning, og tá so fleiri øki í Føroyum ikki er umboð í eldru bátastøddunum, so fækkast sjálvandi áskoðaratalið.

Næsta ár skulu hesir frálíku rógvarar fara umborð á 6-mannafarið Rádna, so Sølmundur fær meira kapping. Ganga í fótasporinum hjá tvíburunum Kirstin og Jastið Toftegaard og teimum. Tá styrkja vit bólkarnar bæði 5-mannaførini við kvinnum og 6-mannaførini við kvinnum. (Mynd Hvannrók)
Ja, hvat skal man siga um slíka frálíka róðrarmynd?

Róði tildømis Eysturoyingur, Klaksvíkingur, Vestmenningur, Drekin Reyði, Vágbingur ella Skálabáturin, so kom heilt nógvir áskoðarar úr hesum plássum at síggja teirra stolleika rógva. Hetta sigur søgan. Kann minnast mann í Hvannasundi siga mær, at tá 6-mannafarið Sundabáturin á sinni var heilt frammi í oddinum, var manntómt í Hvannasundi og Norðdepli, tí bygdarfólkið fylgdi Sundabátinum á øllum stevnum.

Blikagenturnar stevna fram ímóti meistaraheitinum, sum tær í fjør taptu á stokkinum. Tað var júst Drekin, sum gjørdi Tampar til meistara. Hetta hendi á ólavsøku, sum Tambar vann, Drekin nummar tvey og Blikur nummar trý á ólavsøku.. (Mynd Hvannrók)

Ja, so síggja fólk frálíkar róðrarmyndir í sjónvarpinum, sum eisini fækkar um áskoðaratalið. Róðrarnir á varmakeldu fingu tey úrslit, sum eg væntaði. Tó, at eg ikki væntaði, at Hulda barnaróður við gentum vann, og Ingibjørg fór aftur á triðja plássið. Men alt hevur sína orsøk.

Sjáldsom róðrarmynd má sigast, tí hetta er óvanliga stórur munur á bátum. Hvat um 6-mannaførini nú róðu 1500 metrar. Hvessingur í serflokki. (Mynd Hvannrók)

Vit hava jú longu seks av níggju tryggar føroyameistarar, og eru bátarnir 10-mannafarið Ormurin, 6-mannafarið Sølmundur við kvinnum, 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við kvinnum, 5-mannafarið Fípan Fagra barnaróður við dreingjum, Blikur 5-mannafarið við gentum og 6-mannafarið Hvessingur við monnum. Eftir eru 5-mannaførini við dreingjum, 8-mannaførini Argjabáturin ella Nevið Reyða og barnaróðurin við gentum, har Hulda og Ingibjørg hava vunnið hvør sínar tveir róður.

Nakað skeivur vinkur, men Ormurin klárt á odda, meðan Suðuroyingur og Havnarbáturin kappaðust um annað plássið. (Mynd Hvannrók)

So uppliva vit eisini á varmakeldur, at 6-mannaførini við monnum er tódnað úr átta niður í seks bátar, tí menn heldur vilja rógva í 8-mannafari. Lómur og Riddarin eru skiftir út við  8-mannaførini Sjóriddaran og Miðving.

Eisini stórur munur, har Sølmundur fær dekan ov lítla kapping. (Mynd Hvannrók)

Skemt og kappróður ganga mangan hond í hond, og í gjárkvøldið hoyrdi eg kollfirðing siga, at nú gongur framá við kappróðri í Kollafirði. Genturnar kláraðu seg hampuliga væl, Kollfirðingur gjørdist nummar tvey og Ormurin nummar eitt. Ormurin? Spurdi eg. Ja, kollfirðingar halda seg nú eiga Ormin, sum í tvey ár hevur vant og býr í neysti í Kollafirði. Hann átti at verið málaður appelsingulur til næsta ár, segði hann við einum smíli.

Annars komi eg eisini at hugsa um allan stuðulin føroyskur kappróður fær fá óløntum fólkum og ikki minst fyritøkum, sum eiga hesar tvíkiljurnar, sum halda startinum. So alt kjakið um góðar og minni góðar bátar. Kann upplýsa, at Sámal Hansen úr Runavík hevur smíðað flestu bátarnar í flotanum, tó at Terji Reinert Jacabsen á Kjalnesi hevur smíðað 5-mannaførini Heyk , Blik og Ingibjørg, sum liggja heilt frammi í oddinum og hava vunnið fleiri róðrar í summar. Haldi, at vit gloyma mangan Terja í kjakinum um bátarnar.

So skulu vit eisini takka Richard Olsen fyri frálíkar myndir av barnaróðrinum og øðrum róðrum. Áhugavert at síggja. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply