Jóansøkuróðrarnir eru prógv um væl avgreiddar kappróðrar – frálík avrik

Argjabáturin vann tryggan róður á jóansøku. Mest vinnandi 8-mannafarið, sum róði fyrstu ferð á norðoyastevnu 1982. Hevur róð hvønn FM-róðurin síðani tá. Flaggskipið á Argjum, má sigast, sjálvt um felagið eigur 10-mannafarið Drekan Reyða. (Mynd Hvannrók)

Tá tú skrivar um kappróður og finst at, tá neyðugt er at finnast at, so verður tú av summum skýrdur grenj, men hetta rýnur ikki við meg. Mín áhugi er altíð rógvarin, sum skal hava rættvísa viðgerð og góðar umstøður. Jóansøkuróðurin leygardagin er prógv um, hvussu róðrar skulu avgreiðast. Genturróðurin byrjaði klokkan 15.00 stundisliga, og klokkutíðirnar passaðu til hvønn róður. Tveir tímar at avgreiða teir sjey róðrarnar. Frálíkar myndir og góð frásøgn. Tøkk øll somul bæði á sjógvi og landi fyri frálíkt avrik.

Er tað ikki ein “luxus” trupulleiki í nútíðarsamfelagnum at grenja um, at Smyril ikki til Havnar beint eftir kappróðurin. (Mynd Vagnur)

Ja, so komi eg at hugsa um kjakið um Smyril, sum ikki fór av Tvøroyri fyrr enn klokkan tíggju á kvøldi. Harra Guð, hvar er trupulleikin? Tá vit sum dreingir 1963 róðu á Tvøroyri, var slett ikk møguleiki at sleppa aftur til Havnar fyrr enn sunnukvøldið við Smyrli, sum tók fýra tímar um ferðina til Havnar.

Vit svóvu í summarhúsi í Hvalba, góð uppliving, sum situr trygg og góð í sálargongini. Ja, so sluppu vit at koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin aftur til Tvøroyrar. Tunnilin var ikki tá tikin alment í nýtslu. Trupulleikin við Smyrli leygarkvøldið er bara ein ”luksus” trupulleiki í nútíðar samfelagnum. Tá nú frásagnirnar og myndirnar í Kringvarpinum vóru/eru so góðar, er ikki nógv at leggja aftrat uttan rósandi orð um vælavgreiddar róðrar. Tó okkurt áhugavert og fyrst til 10-mannaførini

Ormurin í serflokki á jóansøku, og so eydnaðist Havnarbáturin at vinna sær silvurheiðursmerkini. (Mynd Hvannrók)
Hesuferð eydnaðist Havnarbátinum at basa Suðuroyingi. (Mynd Hvannrók)

Skulu teir umborð á Havnarbátinum og Suðuroyingi hava nakran møguleika at bjóða Orminum av seinni í róðrinum, so er at leggja seg eftir startinum. Tí taktikkurin hjá Orminum er og hevur altíð verið at fáa snútan fram um beinanvegin í øgiligum starti, og so halda tørn. Heilan skut á odda eftir tíggju tøk. Henda samansetta manningin úr øllum ættum eru góðir rógvarar. Manningin viknar ikki aftur, fyrr enn vit fáa mannað aftur Eysturoying og Klaksvíking. Alt talar fyri, at Ormurin vinnur allar róðrarnar í summar. Áhugavert, at Havnarbáturin vann á Suðuroyingi, sum eg veit teir eru fegnir um.

Er tíðin ikki komin, at manningin umborð á Erlu Kongsdóttir heldur dregur 6-mannafarið Rádna úr neystinum.? (Mynd Hvannrók)
Havfrúgvin, Svanur og Teistin megna ikki rættiliga at bjóða Erlu Kongsdóttir av framm í oddinum. (Mynd Hvannrók)
Spurningurin er, um vit eisini næstu trý-fimm árini síggja gula bátin sum oddabát. Tær rógva heilt væl, má sigast. (Mynd Hvannrók)

Kvinnuróðrarnir umborð á 5-mannaførunum og 6-mannaførunum skilji eg slett ikki. Havi áður nevnt, at í hesum bátastøddum riggar alt ikki sum tað skal. Tí tað sýnist, at summar manningar rógva har, sum tær hava besta møguleikin. Havi víst á aldursmark á 5-mannaførum við kvinnum, so vit fáa fleiri ungar kvinnur at rógva. Kundi spurt tey í Fuglafirði, hví tey halda fram at manna Erlu Kongsdóttir við kvinnum og lata 6-mannafarið Rádna standa í neystinum. Tær umborð á Erlu Kongsdóttir eru so mikið royndir og góðir rógvarar, at sjálvandi skulu tær rógva í 6-mannafari og givið Sølmundi skarpan gang, sum Rádni plagdi at gera. Vit áttu at havt aldursmark á 5-mannaførum við kvinnum, tí so vóru fleiri bátar.

Genturóðurin altíð áhugaverdur, og hesuferð mundi Drekin tikið Blik, sum hevur vunnið fyrstu tríggjar róðrarnar. (Mynd Hvannrók)

Sum gentu-og dreingjaróðrnir eru áhugaverdir at síggja. Nógvir bátar javnir frammi í oddinum. Visti, at dreingjaróðurin fór at líkast róðrinum á norðoyastevnu, og so var. Í undanloti hava lættari manningarnar við títtum stuttum tøkum betri møguleika. Vit kunnu bara síggja Heyk úr Hósvík seinastu tríggjar róðrarnar. Ì mótvindi, sum tildømis í Hvalvík, kom serliga kropstyrkjan til sín rætt, og vit fingu annað úrslit enn á norðoyastevnu. Nú var aftur undanlot og ungu dreingirnir umborð á Heyki gjørdu eins og á norðoyastevnu, teir struku avstað og vunnu róðurin.

Heykur úr Hósvík fyrstur um málið, og so síggja vit Royndina Fríðu, Drekan, Tjaldrið, Karina, Sílið og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Taki synd í gentunum umborð á Drekanum, sum taptu fyri Bliki á stokkinum. Fantastiskur genturóður, har seinastu tvey, fýra tøkini gjørdu av róðurin. Vil enn einaferð nevna bátarnar Frúnna og Rókin úr Miðvági sum gjørdust nummar trý og fýra. Hetta, at kunnu mannað tvær so góðar gentumanningar. Genturóðrarnir eru bara so áhugaverdir at sjá.

Ja, Argjabáturin, sum hevur róð hvønn róður síðani á norðoyastevnu 1982. Stoltleikin á Argjum, báturin, sum øll har á leiðini eru so góð við. Teir gjørdu bara bart á Tvøroyri og róðu frálíkan róður, har teir ungu umborð á Nevinum Reyða mest sum tapti róðurin í startinum. So skjótt kunnu róðrar broytast, og man ikki klaksvíkingar koma afturíaftur longu leygardagin.

Fípan Fagra vann enn einaferð barnaróðurin við dreingjum, og so eydaðist Knúki at vinna sær annað plássið og Ingibjørg triðjaplássið. (Mynd Hvannrók)

Altíð keðiligt at síggja róður, har tú veitst frá byrjan, hvør vinnur róðurin. Teir rógva so væl umborð á Hvessingi, men tað gera aðrar manningar eisini. Løgin kenslu umborð á Gongurólvi, har nakrir róðu við Árnfirðingi seinasta ár. Tá vunnu teir ein róður og annars lógu í kjalavørrinum hjá Argjabátinum. Nú liggja teir í kjalavørrinum hjá Hvessingi.

Barnaróðurin við gentum vann Ingibjørg, og Hulda nummar tvey. Blái báturin Tambar nærmast gjørdist nummar trý. (Mynd Hvannrók)

Legði til merkis Kollfirðing, sum eg veit var mannaður við ”eldri” royndum rógvarum. Summir róðu í fjør við Ørvi/Nevinum Reyða, og á Tvøroyri gjørdist teir nummar trý. Sig so tað. Tað boðar eisini frá góðum, at Róðrarfelagið Knørrur mannar tvey 6-mannafør við monnum. Tíverri eydnaðist ikki at fáa myndir av 6-mannaførunum við monnum.

At enda er at vóna, at vit leygardagin á varmakeldu í Fuglafirði uppliva eins væl avgreiddar róðrar og á Tvøroyri. Lykilin er góð fyrireiking og gott eftirlit, tí rógvarin skal akkurát vita, nær hann skal rógva. Sálin og kroppurin fyrireikar seg til ávísa klokkutíð. Livst so spyrt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply