Hugaligt at síggja 8-mannafarið Sjóriddaran í støðni á Argjum – Báturin er við á jóansøku

Í sólskinum seinnapartin gera teir Sjóriddaran kláran til fyrstu venjingina og róðurin á jóansøku. Vakurt 8-mannafar. (Mynd Vagnur)

Kom seinnapartin framvið í støðni á Argjum, har ungir menn gjørdu 8-mannafar klárt til jóansøkuróðurin. Gjørdist forvitin, tí higartil í summar hava vit bara sæð Nevið Reyða og Argjabátin. Áhugavert prát við ungu menninar, tí 8-mannafarið Sjóriddaran smíðaði Niclas í Koltri, sáli, í 1981, og Sjóriddarin róði seinasta róðurin á sundalagstevnuni ár 2000. So at hyggja í hagtalsskipanina, nær Sjóriddarin róði fyrsta róðurin, og hví ungu mennirnir hava valt sær gamlan bát, tí nógv nýggj 8-mannafør standa ómannað kring landið?

Sjóriddarin róði fyrsta róðurin á norðoyastevnu í 1981, har Kvívíkingur gjørdist nummar eitt, Sjóriddarin nummar tvey og Skopuningur nummur trý. Hinir bátarnir vóru Oyndri, Ørvur, Postbáturin, Gøtu Tróndur,  Gullbrandur, Húsavíkingur og Miðvingur. Tað vil siga tíggju 8-mannafør.

Hugagóðu ungu mennirnar, sum rógva við Sjóriddaranum, róðu við Lómi á norðoyastevnu og sundalagsstevnu, men hildu seg ikki fáa tað at rigga nóg væl, og teir vóru heldur ikki nøgdir við Lóm sum bát. Nú var at bróta upp úr nýggjum og royna okkurt nýtt og hava tí lánt Sjóriddaran frá Sunda Róðrarfelag og ikki eitt av nýggju 8-mannaførunum. Skilji á lagnum, at teir rógva meira til stuttleika, og hví so ikki eitt av teimum eldru 8-mannaførunum, sum Niclas í Koltri smíðaði á sinni.

Brennandi sól á Argjum seinnapartin, har menn gera bátin kláran til fyrstu venjingina. Frálíkt átak. (Mynd Vagnur)

Sjóriddarin er væl hildin og vakur bátar, men nakrar umvældingar skulu gerast, og seinnapartin gjørdu teir bátin so mikið kláran, at teir kunnu venja í kvøld og á jóansøku. Síðan skulu penslarnir og málingablikkini finnast fram.

Hoyrdi ein av manningini siga, at endamálið á jóansøku er ikki at gera seg fyri skommum, tí teir umborð á Nevinum Reyða og Argjabátinum eru væl fyri. Teir vóna eisini, at fleiri 8-mannafør rógva næstu stevnurnar.

Havi júst hugt at startrøðini á jóansøku. Jú, Sjóriddarin er á listanum. Frálíkt átak ungu menninar hava tikið. Teir hava sum sagt róð við Lómi, og umborð kemur eisini rógvari, sum róði við Klaksvíkingi og annar royndur rógvari. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply