Vit kaga í hagtølini eftir vinnarunum á jóansøku seinastu tíggju árini

Vit eru á jóansøku í 2012, har Suðuroyingur fer fyrstur um málið. Tíverri rógva Klaksvíkingur og Vestmenningur ikki á jóansøku komandi, (Mynd Hvannrók)

Leygardagin í næstu viku er kappróður á jóansøku á Tvøroyri. Komi at hugsa um einaferð í 1980-árunum, tá undirritaði var umborð á Útvarpsbátinum saman við Jógvani Arge, einum teknikara og bátseigarunum. Stór uppliving at síggja kappróðurin á henda hátt, og myndirnar vóru frálíkar til grein um róðrarnar. Jógvan var úrmælingur við mikrofonini, og meg minnist, hvussu hann í myndatalu greiddi so væl frá róðrunum og gjørdi teir so spennandi. Tá var róð bæði 2000 metrar, 1500 metrar og 1000 metrar teinar. Sakni longru teinarnar. Bátarnir vóru nógv fleiri enn nú, og eingin var barnaróðurin. Havi til stuttleika kaga í hagtølini til tess at síggja, hvørjir bátar vunnu á jóansøku seinastu tíggju árini. Nógvir av bátinum rógva ikki í summar.

5-mannafarið Havfrúgvin við kvinnum vinnur á jóansøku 2012. (Mynd Hvannrók)

Nógv fólk spyrja meg um hagtøl, sum hava so stóran týdning fyri føroyska kappróður. Í míni skriving um kappróður kann eg ikki vera hesi hagtøl fyri uttan. Tað vóru Gunnar Hansen og Magni Brøðraberg saman við róðrarvinum sm funnu fram allar dómaraseðlarnar aftur til 1973. Teir arbeiddu í fjúrtan dagar til tess at fáa alt á pláss, og í fleiri førum máttu teir í bløðini at finna hagtøl, tí tað vantaðu dómaraseðlar í Róðrarsambandinum. Fantastiskt arbeiðið teir gjørdu kappróðrinum at frama.

Vit eru á jóansøku í Vági í 2016, har Smyril ger bart við Hvessingi í hølinum. (Mynd Hvannrók)

Tað vóru eisini Gunnar Hansen og Magni Brøðraberg, sum fingu í lag róðrarheimasíðuna Drekin.fo í 2003, sum ikki er tøk longur, tí hon var ikki tíðarhóskandi. Eisini teir, sum settu upp úrslitatænastuna, sum RSF brúkar í dag, og mín sann fingu teir eisini í lag, at fólk kundu fáa úrslitini beinleiðis frá dómarabilinum og inn á fartelefonina. Tá Drekin.fo var strikað sum heimasíða, bygdi Gunnar Hansen upp heimasíðuna Stavnur.fo við øllum hagtølunum, sum vóru á Drekin.fo

í 2016 sótu úrmælsgentur umborð á Firvaldi á jóansøku í Vági, sum gjørdi bart á hvørjari stevnu. (Mynd Hvannrók)

Hann royndi at fáa í lag samstarv við Róðrarsambandið, men sum eg skilji á lagnum, funnu tey ikki saman. Hetta er beinleiðis syrgiligt, tí í hagtalsskipanini vóru eisini livandi myndir. Stórt arbeiði er at dagføra slík hagtøl, og tað kostar eisini pening at halda slíkar heimasíður koyrandi. Tíðin á Drekin.fo er ógloymandi. Gunnar Hansen sat í málbilinum, Christopher Lützen tók góðar myndir á hvørjari stevnu, og sjálvur skrivaði eg greinarnar og klipti til myndirnar. Magni róðu sjálvur. Mest sum bara eg, sum sleppi fram at hagtølunum, sum sjálvandi áttu at verið almenn. Uttan hagtøl hevði eg slett havt møguleika at skriva slíka grein.

Vít eru á jóansøku í 2017, tá Tofta Regin vann við Argjabátinum og Árnfirðingi í hølunum. Tofta Regin er fyrrverandi Ørvur. Nú sita fleiri av manningini umborð á Suðuroyingi. (Mynd Hvannrók)

Niðanfyri síggjast vinnararnir seinastu tíggju árini á jóansøku. Áhugavert, hvussu alt broytist í tíggju ár. Velja ikki at nevna barnaróðrarnar hesuferð, tí øll hagtølunum eru ikki tøk. Haldi eisini, at tað er beinleiðis syrgiligt fyri føroyskan kappróður, at trý 10-mannafør, sum seinastu tíggju árini vunnu á jóansøku ikki rógva í summar. Tey eru Eysturoyingur, Klaksvíkingur og Drekin Reyði, men sum eg skilji á lagnum ætla tey í Klaksvík at bretta upp um ermar næsta ár. Klaksvíkingur skal mannast í 2020, siga tey, og kanska manna ungu garparnir Klaksvíking, sum byrjaðu umborð á Fípuni Føgru, fyri síðani at manna Páll Fanga í fjør og nú sita umborð á Nevinum Reyða. (Vagnur)

2009:  Tjaldrið dreingir, Báran gentur, Frúgvin 5 mf kvinnur, Riddarin 6 mf menn, Gongurólvur 6mf kvinnur, Argjabáturin og Klaksvíkingur

2010:  Royndin Fríða dreingir, Beinta gentur, Erla Kongsdóttir 5 mf kvinnur, Páll Fangi 6 mf menn, Sølmundur 6 mf kvinnur, Kvívíkingur 8 mf og Eysturoyingur

2011:  Blikur dreingir, Hvassi gentur, Jallurin 5 mf kvinnur, Riddarin 6 mf , Gongurólvur 6 mf kvinnur, 8 m Argjabáturin og Klaksvíkingur

2012:  Drekin dreingir, Hvassi gentur, Havfrúgvin 5 mf kvinnur, Lómur 6 mf menn, Páll Fangi 6 m kvinnur, Miðvingur 8 m og Suðuroyingur

2013:  Drekin dreingir, Erla Kongsdóttir gentur, Havfrúgvin 5 mf kvinnur, Sølmundur 6 mf menn, Jarnbardur 6 mf kvinnur, Argjabáturin 8 m og Klaksvíkingur

2014:  Frípan Fagra dreingir, Spógvin gentur, Erla Kongsdóttir 5 mf  kvinnur, Hvessingur 6 mm  menn, Jarnbardur kvinnur 6 m , Knørrur 8 m og Drekin Reyði

2015:  Sílið dreingir, Firvaldur gentur, Erla Kongsóttir 5 mf kvinnur, Tvørabáturin 6 mf menn, Argjabáturin og Drekin Reyði

2016:  Fípan Fagra dreingir, Firvaldur gentur, Erla Kongsdóttir 5 mf kvinnur, Smyril 6 mf menn, Rádni 6 mf kvinnur, Jallurin 5 mf kvinnur, Nevið Reyða 8 mf og Eysturoyingur

2017:  Sílið dreingir, Firvaldur gentur, Sílið dreingir, Sølmundur 6 mf kvinnur, Jallvurin 5 mf kvinnur, Sundabáturin 6 mf menn, Sølmundur 6 mf kvinnur, Tofta Regin 8 m og Klaksvíkingur

2018:  Sílið dreingir, Falkur gentur, Sølmundur 6 mf kvinnur, Erla Kongsdóttir 5 mf kvinnur, Páll Fangi 6 mf menn, Argjabáturin 8 mf og Ormurin.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply