Við blandaðum kenslum at síggja FM-róðrarnar – Vit koma bara ikki víðari

Dreingjaróðurin er altíð serligur og torførur at gita um. Nærmast Tjaldið, síðani Karin, Drekin, Heykur, Firvaldur, Royndin Fríða og Sílið. Um fjúrtan dagar fáa kanska aftur nýggjan vinnara.  (Mynd Hvannrók)

Havi skrivað um kappróðurin síðani 1980-árini og má bara staðfesta, at vit eru ikki komin víðari, hvat startinum viðvíkur. Sjálvandi kunnu vit einki gera við veður og vind, men vit stríðast framvegis við hanaføtur eins og vit gjørdu fyri tríati árum síðani. Vit hava ongantíð funnið røttu útgerðina og mannagongdina, so vit leggja føroyskan kappróður í betri karmar. Vit mistu tíma í Hvalvík og vit mistu fjøruti minuttir í Klaksvík. Ùr Hvalvík var sagt, at orsøkin var barnaróðurin, men hetta er bara partur av sannleikanum. Róðrarleiðari sigur mær í morgun, at fyrireikingin enn einaferð haltaði. Haldi at tað er ørkymlandi at geva veðri, vindi og barnaróðrinum skuldina, um tað er fyrireikingin, sum svíkur aftur og aftur.

Tá tað er sagt, og tími var farin, so gekk bara væl at avgreiða teir seinnu sjey róðrarnar, sjálvt um tað haltaði við boyunum inn á málinum, so rógvarar róðu alt ov nógv tøk, eftir at skotið var fallið. Sigi alt hetta, tí eg taka so hjartaliga synd í rógvarum, sum liggja á vágni út við tíma til tess at sleppa at rógva. Ítróttaliga virði er alt ov vánaligt. Vit onnur kunnu heima fara frá skíggjanum, kanska spæla á guitara eina løtu, leggja eina kabál ella loysa onkra krossorðagátu meðan vit bíða. Rógvarin og tess kroppur hevur í dagar fyrireikað seg til ávíst kllokkuslett at rógva. Og ikki at gloyma áskoðaran á bryggjuni og róðraráhugaðum kring landið. Gerist ørkymlaður og keddur so ofta at uppliva slíkt.

Dreingjabátarnir nærkast málinum. Drekin var á odda , men so smoygdi Royndin Fríða seg fram um við Sílinum nummar tvey. Teir umborð á Karini nærmast, Heyki og Firvaldi megnaðu ikki at fylgja við hesa løtuna. (Mynd Hvannrók)

Deingjarróðurin var fantastikur við góðum myndum og frásagnum, og júst í dreingjaróðrinum væntaðist nýggjur vinnari, og so var. Mítt boð var ikki svarhvítur bátur úr Vági men heldur hvítur bátur úr Havn. Gitti, at Heykur og Firvaldur fingu trupulleikar í mótvindinum, og so var eisini. Dreingjaróðurin er altíð serligur og torførur at gita um.

Inni á trýhundrað metrum sóu vit Drekan, Royndina Fríðu, Sílið og Karina stríðast um fyrsta plássið, men vinkulin hjá Kringvarpsbátinum var torførur at lesa av, og tí vistu vit ikki rættiliga, hvør bátur var fyrstur fram ímóti málinum. Frálíkur dreingjaróður har vit heilt vist seinni í summar fáa aftur nýggjan vinnara ella báðar tveir.

Her síggja vit Fípuna Fagra einsamøll á odda í barnaróðrinum fyri dreingir. Sum teir rógva væl
Ingibjørg og Fiskurin úr Vági kappast um annað plássið í barnaróðrinum fyri dreingir.

Gleðiligt at síggja 6-mannafarið Fortunu við kvinnum úr Vestmanna geva teimum umborð á Sølmundi skarpan gang. Frálíkur róður frammi í oddinum, har tær umborð á Sølmundi høvdu betra endaspurtin. Við sorgblídni at síggja 6-mannaførini við kvinnum seinnu árini, tí bátarnir eru ov fáir.

Herðaklapp til tær umborð á Jarnbardi, sum eru ”eldri” kvinnur, sum rógva til stuttleika alt árið. Haldi hvønn leygarmorgun um veturin. Ja, so visti Ludvík við Stein at siga, at tær umborð á Sølmundi bara hava verið einaferð í bátinum síðani á norðoyastevnu. Tað sigur mær so mikið, at ov lítil kapping er í hesi bátastødd. Tá tað er sagt, so rógva tær umborð á Sølmundi ómetaliga væl og hava nú róð saman í fleiri ár.

Hulda av Tvøroyri nærmast vann á norðoyastevnu, men í Hvalvík vildu tær umborð á Ingibjørg nakað annað og vunnu róðurin. Aldursmunurin í barnaróðrinum ger stóru frástøðuna á teimum mongu barnamanningunum. (Mynd Hvannrók)

Sum tað er vakurt at síggja 5.mannaførini við gentum taka fystu tøkini í Hvalvík, men eisini við blandaðu kenslum, tí serliga í slikum mótvindi sæst aldursmunurin í gentunum, sum er so stórur. Hetta sóu vit eisini í dreingjaróðrinum.

Tær umborð á Bliki rógva væl við heilt góðum teknikki, men tær eru eisini eldri enn tær umborð á tildømis Drekanum og Firvaldi. Genturnar umborð á Firvaldi eru fyrsta árs rógvarar, sum róðu barnaróður í fjør, og genturnar umborð á Drekanum eru annað árs rógvarar. Tambar vann FM-heitið í fjør, men eru ov gamlar at rógva genturóður, og eg haldi við vist, at tær umborð á Bliki eru ov gamlar at rógva genturóður næsta ár. Ja, soleiðis broytist ár um ár í gentu- og dreingjaróðrunum.

Eisini í genturóðrinum sæst tíðuliga aldursmunurin á bátunum. Átjan ára gamlar gentur rógva ímóti fimtan ára gomlum gentum í fleiri førum. Tær umborð á Bliki rógva væl við serliga góðum teknikki. Drekin gjørdist nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

Hugaligt við róðrareygum at síggja teir umborð á Hvessingi, sum rógva so væl. Hesi longu mergjaðu tøkini, sum hilnast so væl í mótvindinum í Hvalvík. Legði til merkis, hvussu væl eisini gekst hjá teimum umborð á Strálini tí báturin gjørdist nummar trý, meðan hann gjørdist nummar seks á norðoyastevnu. Hyggja vit at tíðini, so betrar Strálan tíðina bæði fram til Gongurólv við fleiri sekundum og eisini fram til Hvessing. Áhugavert at síggja kappingina um annað plássíð.

Løgið, at man kann gerast so spentur at síggja bert tvey 8-mannafør rógva, og frálíku nærmyndirnar eru ikki sæddar betur. Tvey 8-mannfør í beinharðari kapping, har seinstu tøkini gera av róðurin. Gleði meg longu at siggja hesar bátar aftur á næstu stevnu.

Erla Kongsdóttir fekk ikki góðan start og var bátslongd eftir Svan, men royndu kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir riðu stormin av sær og vunnu róðurin. (Mynd Hvannrók)
Skeivur vinkul men vit mugu ásanna, at Erla Kongsdóttir er torfør at vinna á sjálvt um Svanur av Skála tekur seg fram meðan Fortuna og Blikur ikki bjóða av heilt har frammi. Fýra 5-mannafør við kvinnum er ikki nøktandi í mínum róðrarhuga. (Mynd Hvannrók)

5-mannaførini kvinnum róðu serligan róður, tí tað sá út, sum róðurin skuldi skjótast av. Má enn einaferð nevna tær umborð á Svani, sum bara gerast betur og betur. Tær skulu rætta seg eitt sindur mera upp og leggja ryggin enn meira í tøkin. Fortuna fekk góðan start men fánaði í miðróðrinum, og Blikur bjóðar ikki rættiliga av.

Havi ongantið áður sæð so áhugaverdan og spennandi róður millum tveir bátar, sum róðu stavn um stavn allan teigin í Hvalvík, har seinastu tøkini vóru avgerandi. Her er vinkulin skeivur, tí bátarnar eru javnir. (Mynd Hvannrók)

Tá tær umborð á Erlu Kongsdóttir sóu, at tær vóru heila bátslongd eftir Svan í miðjum róðri, og tað sýntist, sum tær fóru upp í bekkin til tess at náa fram til Svan. Hetta var vakurt og áhugavert at síggja. Alt gekk eftir ánni umborð á Orminum í Hvalvík, og báturin sýnist torførur at vinna á, tó so, at Suðuroyingur hevði frálíkan endaspurt, meðan ikki hilnaðist væl umborð á Havnarbátinum

Skulu Suðuroyingur og Havnarbáturin hava møguleika ímóti Orminum, sum má startast betur. Tú mást hanga í frá byrjan og síðan halda tørn allan teinin. Hetta sást á norðoyastevnu í spennandi róðri, men Havnarbáturin misti flogið longu frá byrjan í Hvalvík, meðan Suðuroyingur bjóðaði av heilt á mállinjuna. (Mynd Hvannrók)

Tá alt hetta er skrivað, situr tú eftir við kensluni, hví vit mistu fjøruti minuttir í Klaksvík og nú meira enn ein tíma í Hvalvík. At leita eftir orsøkunum eri eg givin við, tí hetta eru ikki bara veður og vindur, men eisini vantandi fyrireiking. Vit minnast, hvussu gekst í Hvalvík fyri trimum árum síðani. Alt sýnist ov tilvildarligt, har eftirlitið og krøv til stevnufyrireikararnar frá Róðrarsambandinum ikki er nóg gott. Skrivaði eisini um hetta fyri tretivu árum síðani, men vit koma ikki víðari, sjálvt um vit eru givin at rógva 1500 og 2000 metrar teinarnar.

Herðaklapp enn einaferð til Kringvarpið fyri frálíkar frásagnir. Solby Christiansdóttir sum frásøgukvinna og Ludvík við Stein sum viðmerkjari. Trupulleikin er tó eins og í Klaksvík vinkulin frá kringvarpsbátinum inn á bátarnar, ja, so haltar at fáa bent røtt nøkur av bátanøvnunum. Havi at enda brennandi ynski um at betra umstøðurnar hjá føroyska kappróðri, har RSF keypir sær væl skikkað roynd fólk kring landið at fáa bilbukt at leggja startin. RSF fær jú veddingarpening eins og onnur sambond í ÍSF. Hesin peningur skal sjálvandi betra um føroyska kappróðurin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply