Hóast seinkingar vóru norðoyastevnuróðrarnir væl avgreiddir

Dreingjaróðurin tók okkum øll á bóli og var serligur, tí “favorittarnir” snávaðu. (Mynd Hvannrók)

Havi sjáldan áður sæð so góðar myndir, sum Kringvarpið borðreiddi við á norðoyastevnu. Eisini góðar nærmyndir, sum tey kunnu at gera enn meira burturúr. Frálíkar frásagnir frá Suna Merkistein og Ludvíki við Stein. Slíkt frálíkt róðrartilfar er ikki nógv at leggja aftrat hjá okkum øðrum. Tó so, nakrar fáar myndir og nakrar viðmerkingar millum annað, hví so fáir áskoðarar standa á bryggjuni og fylgja róðrunum..

Klokkan 15.40 brast skotið eftir umróður fyri genturóðrinum, sum var størsti róðurin á norðoyastevnu. Sjálvandi vita vit, at stórt arbeiði við nógvum fólki er at fáa lagt út startin, og tað sýnist, at vit sleppa ikki undan trupulleikum við núverandu startum. Tá tað er sagt, gekk væl at leggja bátarnar, og tað tók tveir tímar og tíggju minuttir at avgreiða sjey róðrar.

Vit vístu í genturóðrinum, at bátarnir Blikur og Drekin við somu manning komu at kappast heilt frammi í oddinum, tá nú genturnar umborð á Tambar, sum vunnu meistaraheitið í fjør, gjørdust ov gamlar at rógva genturóður. Hugaligt at síggja Koll úr Kollafirði bjóða av í startinum, tí tey royna at fáa kappróðurin á føtur aftur í bygdini.

Barnaróðurin sæst ikki í Kringvarpinum, men hagtølini siga frá heilt stórum muni, har Fípan Fagra úr Klaksvík vann róðurin. Vit síggja esini Fiskin og Ingibjørg.  (Mynd Hvannrók)

Fleiri bátar bjóðaðu av í startinum, men tað var sum væntað Blikur og Drekin, sum kappaðust um fysta plássið, sum Blikur vann. Mugu nevna, at bátarnir Rókurin og Frúgvin úr Miðvági blivu nummar trý og fýra, og ungu genturnar umborð á Firvaldi, sum róðu barnaróður í fjør stóðu seg so væl. Ja, so hoyrdu vit argjasangin, sum er vakrasti róðrarsangurin í Føroyum. Vakur og góður genturóður, sum vit gleða okkum at síggja aftur á næstu stevnu.

Við sorgblídni at síggja 6-mannaførini við kvinnum, tí bara tríggir bátar. At hugsa sær, at nú eldru og royndu kvinnurnar umborð á Sølmundi uttan serliga venjing koma so lætt til sigurin. Hoyrdi Ludvík við Stein siga, at tær høvdu bara verið tíggju ferðir í bátinum. Hetta sigur alt um 6-mannaførini við kvinnum. Haldi ikki, at nøkur kvinna umborð á Sølmundi býr í Runavík.

Hulda av Tvøroyri nærmast vann barnaróðurin við gentum við Ingibjørg beint í hølinum. (Mynd Hvannrók)

Her sóust vit aftur frálíkar myndir, har vit eisini sóu, hvussu ymist manningar kunnu rógva. Tær umborð á Sølmundi við longu seigum tøkum, har serliga ryggurin ger arbeiði, meðan millum annað tær umborð á Smyrli rógva styttri og títtari tøk. Hugaligt at síggja Fortunu úr Vestmanna, sum róði væl. Frálíkur róður og vónandi enn javnari kapping í næstum.

Havi ongantíð áður sæð slíkan dreingjaróður, tí dreingirnir umborð á Firvaldi langaðu til í startinum við heilari bátslongd á odda fyrstu tøkini. Eisini Heykur fylgdi við, meðan ”favorittarnir” Sílið, Drekin og Tjaldið haltaðu eftir. Bíðaði bara eftir, at teir umborð á Firvaldi og Heyki mistu flogið, tí óvanligt at kunna rógva so títt tøk allan teinin. Men bátarnir hildu tørn, sjálvt um bátarnir næst Kósabrúnnu róðu frálíkan endaspurt. Eri heilt vísir í, at eingin dreingjabátur vinnur allar róðrarnar í summar.

6-mannfarið Hvessingur við monnum fer her tryggjur um mállinjuna. (Mynd Hvannrók)
Gongurrólvur nærmast gjørdist nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

6-mannafarið Hvessingur úr Hósvík er væl mannaður bátur, og teir rógva væl og eru ikki lættir at vinna á í summar. Tryggur sigur við Gongurólvi nummar tvey. Vit fegnast um talið av 6-mannaførum, og eingin ivi er um, at fleiri av hinum bátunum fara at mennast, sum róðrarárið líður.

8-mannafarsróðurin var serligur, tí har róðu bara Nevið Reyða og Argjabáturin. Aftur vakrar róðrarmyndir har bátarnir vóru javnir mest sum allan róðurin. Hasir knassarnir umborð á Nevinum Reyða er heilt serligir, tí teir vunnu meistaraheitið við Fípuni Føgru í 2017, og í fjør meistaraheitið við Páll Fanga, og nú sita teir umborð á 8-mannafarið. Eins og í fjør so hildu teir tørn líka til endaspurtin, har teir knógvaðu Argjabátinum. Eisini við sorgblídni bara at síggja tvey 8-mannafør, tí fara vit 25 ár aftur í tíðina, róði eitt árið fjúrtan 8-mannafør.

5- mannafarið Erla Kongsdóttir við kvinnum við somu manning og í fjør var fyrsta boðið at vinna, tí kvinnurnar eru royndar, kropssterkar og rógva hesi longu seigu tøkini, og tær leggja seg meira enn vanligt. Sjálvt um tær umborð á Havfrúnni og Svani løgdu seg á odda, so bíðaði tú alla tíðina eftir Erlu Kongsdóttir.

10-mannaførini róðu stavn um stavn heilt inn á 300 metrar merkið, men tá dró Ormurin frá. (Mynd Hvannrók)

Hugaligt aftur at síggja nýggja Svan aftur í flotanum, og tær løgdu bragdliga fyri saman við Havfrúnni, men tøkini eru ov stutt og títt, og tær leggja seg ov lítið. Slík rógving ber sjáldan á mál, tí hetta krevur so nógv av rógvaranum. Tær hildu heldur ikki inn á málið, har Havfrúgvin fór við øðrum plássinum og Teistin við triðja plássinum.

Avbera góður 10-mannafarsróður, har bátarnir Ormurin, Suðuroyingur og Havnarbáturin róðu stavn um stavn mesta teinin, har Ormur dró longsta stráið. Frálíkur róður og góðar myndir, men tú situr við løgnari kenslu og sær bara trý10-mannafør. Hoyrdi Ludvík við Stein siga, at fimm av rógvarunum umborð á Orminum róðu áður við Klaksvíkingi.

Tá hugsi eg, hví rógva við Orminum og ikki við Klaksvíkingi, har vant verður í Kollafirði, tí har er høgligari at venja. Ja, so høvdu vit ikki trý men fýra 10-mannafør. Hugsi eisini, at í fjør róðu tíggju mans við Klaksvíkvingi og fimm rógva við Orminum, so hava vit fimtan rógvarar til Klaksvíking. Skilji ikki rættliga alt hetta.

Suni Merkistein og Ludvík við Stein tosaðu eisini um fáu áskoðararnar, sum á bryggjuni fylgdu bátunum. Teir nevndu, at fólk heldur vildu sita heima í heitari stovu, tí kalt var í Klaksvík leygardagin. Men hetta er ikki bara orsøkin.

Høvuðsorsøkin er, at fleiri pláss í Føroyum fáa ikki mannað 10-manna – og 8-mannførini, tí  tað eru serliga 10-mannaførini, sum draga áskoðaran til róðrarnar. Vit kenna hetta jú frá fótbóltinum. Er tildømis eingin Eysturoyingur ella Vestmenningar, so gerst lítil áhugi fyri kappróðri í økinum. Tað verða bara tey nærmastu, sum fylga ungdómsbátunum.

Nú hoyrdi eg borgarstjóran í Klaksvík siga í fjølmiðlunum, at norðoyastevnan í framtíðini skal gerast ítróttastevna burturav. Vil bara minna borgarstjóran og Klaksvíkar Róðrarfelag á at halda reglurnar hjá Róðrarsambandinum. Hetta, at nær bátarnir sleppa inn á róðrarøkið, so vit næsta ár sleppa undan øllum rublinum og ótryggleikanum, sum valdaði seinastu dagarnar fyri norðoyastevuróðrarnar.

At enda vil eg heita á róðrarfólk kring landið til tess at fáa endurskoðað barnaróðurin. Hyggja eftir tíðunum og frástøðuni. Endamálið við barnaróðrinum var upprunaliga, at tey ungu skuldu fáa gott upplivilsi. Men aldurmunurin og harvið frástøðan er alt, alt og stór. (Vagnur)

5-mannafør gentur

1  Blikur 5.27.19

2 Drekin 5.28.28

3 Rókurin 5.34.49

4 Frúgvin 5.36.14

5 Kollur 5.37.20

6 Fivaldur 5.38.05

7 Fenja 05.39.31

8 Báran 05.46.48

9 Sílið 05.47.11

10  Ørnin 5.48.33

 

5.mannafør dreingir

1 Heykur 5.15.12

2 Firvaldur 5.15.31

3 Drekin 5.17.23

4 Royndin Fríða 5.19.06

5.Karin 5.20.04

6. Sílið 5.20.08

7 Tjaldrið 5.20.47

8 Ørnin 5.27.02

9 Jallurin 5.28.18

Teistin 5.43.09

6-mannfør menn

1 Hvessingur 4.59.07

2 Gongurólvur 5.06.27

3 Herningur 5.09.48

4 Riddarin 5.14.07

5 Jarnbardur 5.15.08

6 Strálan 5.15.26

7 Páll Fangi 5.17.14

8 Lómur 5.18.16

6-mannafør kvinnur

1 Sølmundur 5.31.19

2 Smyril 5.34.00

3 Fortuna 5.34.16

5-mannafør kvinnur

1 Erla Kongsdóttir 5.27.35

2 Havfrúgvin 5.34.20

3 Teistin 5.34.29

4 Svanur 5.36.43

5 Junkarin

8-mannafør

1 Nevið Reyða 4.52.08

2 Argjabáturin 4.53.20

10-mannafør

1 Ormurin 4.40.33

2 Suðuroyingur 4.41.16

3 Havnarbáturin 4.42.31

Barnaróður dreingir

1 Fípan Fagra 2.32.41

2 Fiskurin 2.41.45

3 Knúkur 2.41.47

4 Ingibjørg 2.45.25

5 Dúgvan 2.48.19

6 Falkurin 2.50.30

7 Pílur 2.41.45

8 Royndin Fríða 3.05.04

9 Nísan 3.15.04

Barnaróður gentur

1 Hulda 2.46.14

2 Ingibjørg 2.46.45

3 Rókurin 2.51.36

4 Tambar 2.52.36

5 Dúgvan 2.54.29

6 Karin 2.55.31

7 Heykur 2.58.33

8 Ørnin 2.59.24

9 Fiskurin 3.01.20

10 Títlingur 3.03.35

11 Sílið 3.08.41

12 Beinta 3.10.05

13 Blikur 3.14.12

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply