Allir borgarar í landinum hava krav um kvøldar – og náttarfrið

Tveir fyrikomandi sviar vóru til arbeiðis leygarkvøldið. Teir kendu einki til, hvussu leingi teir kundu borað. (Mynd Vagnur)

Klokkan var farin av átta leygarkvøldið, og vit í grannalagum vóru vitni til løgna hending, tí knappliga fór at larma illa. Hart ókent óljóð sum órógvaði húsfriðin. Nógv virksemi er her á leiðini yrkadagar um dagin, tí tey byggja nýggja løgreglustøð, SMS er stórur granni, og nógvar eru fyritøkurnar. Nógvir bilar og ólóglig prutl, men hetta er bara partur av vanliga gerandisdegnum, sum vit mugu liva við.

Um kvøldið er friðarligt tó óljóð frá onkrum kølimotori og ólógligum prutlum. Harða óljóðið leygarkvøldið kom frá borivogni, sum skuldi bora tveyhundrað metrar niður í jørðina, tí Vørnbygningurin skal hava jarðhita. Men hví bora seint á kvøldi beint undir vindeygunum hjá gomlum fólkum og barnafamiljum?

Spákaði mær niðan til tveir fyrikomandi sviar, sum vóru kominir til Føroya at bora fyri føroyska fyritøku, og nógv hol skuldu borast ymsastaðni. Spurdi teir, hví teir ikki boraðu um dagin, og hvussu leingi teir ætlaðu at bora í kvøld og órógva grannalagið? Teir yppaðu øksl og søgdu, at teir bara gjørdu sítt arbeiði eftir boðum frá arbeiðsgevaranum, og at tað tekur fimm til átta tímar at bora tvey hundrað metrar niður í jørðina.

Gjørdist nú meira forvitin, tá ungur granni kom oman brekkuna, tí har kundi eingi smábørn sovna inni hjá teimum vegna ógvuligan larm. Vit báðir hildu, at arbeiðið átti at steðga beinanvegin, og annar sviin ringdi tí til stjóran í føroysku fyritøkuni, sum eg eisini fekk á tal.

Alt gott um jarðhita, men slíkt arbeiði má gerast við skili. Sunnudagin, tá myndin var tikin, var ikki borað. Leygarkvøldið góvust menninr kokkan 21.00 eftir boðum frá arbeiðsgevaranum. (Mynd Vagnur)

Mær dámdi ikki negativa svarið frá stjóranum. Royndi at greiða manninum frá, at tað kann ikki vera rætt, at fyritøku kemur í grannalag seint eitt leygarkvøld, tá grannarnir hava frí og kanska hugnaðu sær framman fyri sjónvarpinum, og smábørnini nú skuldi til songar?

Royndi í kegli at siga stjóranum, at lívið var annað enn pengingurin, og sjálvandi skal atlit takast til grannarnar, tá slíkt arbeiði skuldi fremjast. Í míni verð heilt burturvið at koma í grannalag so seint á kvøldi og byrja at bora eitt tvey hundrað metrar niður í jørðina. Her átti vanligur ”sunnur fornuftur” valda, og hetta skilti annar sviin eisini og gjørdist nakað ørkymlaður um støðuna.

Komin til hús ringdi ein í húsinum til løgregluna at spyrja, hvørjar reglur eru galdandi í slíkum føri, og har var ikki nógv at heinta, tí løgreglumaðurin segði, at ongar reglur finnast, hvussu leingi á kvøldi tú soleiðis kann órógva fólk við slíkum arbeiði. Tó siga politiviðtøkurnar, at tú sum arbeiðsgevari altíð skal taka ”hensyn”, men hvar er markið, og hvussu nógv kann larmast og hvussu leingi á kvøldi?

Vit hoyra dagliga um óljóð frá skipum í Runavík og Kollafirði, og tað var tann tíð, tá russarifloti lá fyri teym í Nólsoyarfirði heilt inn ímóti Skansaboða, so serliga fólk á Argjum og í eysturbýnum ikki fingu sovið. Russisku skipuni mátti hava høvuðsmotorin gangandi, tí ”dynamoin” var fest í høvuðsmotorin. Tí betur lurtaði Tórshavnar Havn eftir borgarunum, og nú liggja útlendsku skipini undir Nólsoynni suður ímóti Hósmøl.

Allir borgarar í okkara landi hava krav at fáa kvøldar- og náttarfrið, tí allar kanningar vísa, at fólk gerast strongd og sjúk av varandi óljóði. Oyrini eru ymisk á fólki, har summi slett ikki tola høgar tónar og onnur lágar tungar tónar. (Brumm).

Minsta krav má vera, at stórar maskinur, sum bróta grót við stórum hamara og borivongnar sum bora hol til jarðhita, ikki kunnu gera slíkt arbeiði millum hús eftir klokkan seks á kvøldi. Eisini skulu skip, sum liggja leingi við bryggju sløkja ljósmotorarnar og keypa steym úr landi. Hetta skulu kommunurnar skipa fyri, tí lívið er annað enn peningur. Heilsan hjá fólki er so dýrabar og má verjast.

Tá alt hetta er sagt, ringdi umrøddi stjórin omanfyri til mín sunnudagin, og hann var harmur um støðuna. Hann segði mær, at borivongurin kemur einans ein arbeiðsdag í grannalag, so er jarðholið borað. Hann skilti væl trupulleikan, og í framtíðini skuldu grannar kunnast at bestan hátt. Vit skiltust í øllum góðum, tí vit fegnast øll um, at vit útvega meira grøna orku, men umráðandi er, at tað ikki gongur út yvir heilsuna hjá fólki. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply