Áhugaverd mynd frá 1950-árunum av SSB skótum

Á heimasíðuni hjá skótaliðnum SSB kom eg fram á áhugaverda mynd av eldri skótum, sum flestir eru farnir. Alt eldri havnardreingir, sum tú kennir allar. Hetta eru skótar, sum eru millum tíggju og tjúgu ár eldri enn tú sjálvur. Myndin er tikin í 1950-árunum og fragd at síggja, tí tú hevur so nógv góð minni um skótarnar. Ja, sjálvt gubbi mín Sverri Fon er á myndini. Var sjálvur SSB úlvaungi og seinni skóti í nøkur ár, áðrenn alt frítíðarlívið gjørdist hondbóltur. Eri nærmasti granni við skótahúsið, og tá tey brenna bál, leita tankarnar aftur til góðu árini í skótahúsinum.

Síggi, at Marius Rein hevur sett nøvn til myndina. Marius var sjálvur skóti í nógv ár. Skótarnir eru: Aftast f.v  Eyðun Johannesen, Sverri Fon, Heri Jensen og Harry Eysturtún. Í miðjuni: Thomas Arge, Sigmund Arge Gregoriussen, Øssur Debes og Finnur Olsen. Fremst: Magnus Sørensen, Birni Dam, Jógvan Ki Jacobsen, Niels Debes og Tórbjørn Michelsen. Myndin man verða frá páskalegu í Gøtudali miðskeiðis í 1950inum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply