Nakrar hugleiðingar um fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu 1. juni komandi

Í 2014 fekk Argja Róðrarfelag nýtt 10-mannafar, og Drekin Reyði ger bart longu á norðoyastevnu. Klaksvíkingur nummar tvey, men hvørgin bátur rør á norðoyastevnu komandi. (Mynd Hvannrók)

Norðoyastevnan nærkast í hvørjum, og nógvar eru gitingarnar, hvussu fer at gangast hjá bátunum. Plagi at skriva, at eftir róðrarnar á norðoyastevnu fáa vit fyrstu ábendinginar, hvussu fer at gangast restina av róðrarárinum. Summir rógvarar eru fegnir, summir minni fegnir og aðrir vónbrotnir. Tó hava vit eisini fleiri dømi, hvussu nógv manningar kunnu mennast frá  norðoyastevnuróðrunum til ólavsøkuna. Ódnartøkini eru eisini ábendingar, men fleiri manningar rógva ikki ódnartøk. (Hvussu gekst nú á norðoyastevnu fyri fimm árum síðani í 2014. (Myndirnar eru frá 2014)

Í seinastuni havi eg prátað við róðrarfólk kring landið, og niðurstøða mín er áhugaverd og púra greið. Flestu feløgini hava frálíkar róðrarumstøður kring landið við góðum neystum og góðum bátum. Ungdómsrógvingin heldur tørn, meðan striltið gongatr at manna størru bátarnar.

Kvívíkíngur vunnur á norðoyastevnu í 2014. Men hvørki Miðvingur nærmast, Knørrur og Kvívíkingur rógva í summar. (Mynd Hvannrók)

Higartil rógva í summar trý 10-mannafør Suðuroyingur, Havnarbáturin og Ormurin og trý 8-mannfør Argjabáturin, Nevið Reyða og Tofta Regin. Áhugavert at fáa staðfest, hvussu gongst at manna bátarnar kring landið. Mær dámdi ongantíð, at 1500 metrar og 2000 metrar teinarnir vóru strikaðir, tí eg heilt, at føroyskur kappróður misti stóran part av ”sjarmuni”. Ein grundgevingin var, at róðu størru bátastøddurnar bara túsund metrar, so legðist aftrat við bátum, men soleiðis bleiv ikki, og tað vistu vit.

Jarnbardur vinnur norðoyastevnuróðurin í 2014 við Hvessingi í hølinum og síðani Sølmundi. Jarnbardur rør á norðoyastevnum. (Mynd Hvannrók

Nú havi eg ongantíð verið á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum, men havi nært samband við feløg kring landið. Seinnu árini havi eg víst á, at tað er skeivt, at gentur og dreingir rógva fýra ár í sama bólki. Og slett Ikki rætt, at fimtan ára gomul rógva ímóti átjan/nítjan ára gomlum. Vit skulu gera sum í bóltspølunum, har tey ungu spæla tvey ár í hvørjari deild.

Á norðoyastevnu í 2014 var heilt stórur munur í nógvum róðrum. Her Jarnbardur sum rør uppvísningsróður. (Mynd Hvannrók)

Higartil havi eg tosað fyri deyvum oyrum, men gleðiligt er, at júst somu meining hava summir róðrarleiðarar kring landið. Tað sýnist, sum føroyskur kappróður er bangin at royna okkurt nýtt. Men aftur til manningarnar.

Vit kunnu fegnast um, at einar 25 barnamaningar rógva í summar, og gentubátarnar vera einir tólv bátar og dreingabátarnir einir tíggu í tali. 6-mannaførini við kvinnum fýra bátar Páll Fangi, Smyril, Fortuna og Sølmudur. 5-mannførini við kvinnum fýra/fimm bátar Svanur, Blikur/Teistin, Havfrúgvin og Erla kongsdóttir.

Fípan Fagra við gentum vinnur á norðoyastevnu í 2014. (Mynd Hvannrók)

Sýnist, sum vit fáa áhugaverdar 6-mannafarsróðrar við monnum, tí vit vita um Hvessing, Gongurrólv, Herninng, Jarnbard, Strálina, Lóm, Riddaran og kanska Smyril. Tá alt omanfyri er sagt, so vita vit, at nakrar manningar leggjast aftrat seinni í summar og serliga á ólavsøku.

Fípan Fagra við dreingjum vinnur á norðoyastevnu við Bliki í hølinum. (Mynd Hvannrók)

Vit leita mangan eftir orsøkum, hví gongst ikki nóg væl at manna størru bátastøddirnar. Her er at siga, at samfelagið er nógv broytt, og tey ungu skulu so nógv. Fólk siga, at manningar venja nógv meira í dag enn fyri kanska tjúgu árum síðani. Hetta er bara partvíst rætt, tí sjálvandi eru rógvimaskinur til at taka, men nógvu árini eg stimaði við Havnarbátinum frá 1996 og nógv ár fram, vandu vit minst líka nógv, sum rógvarar gera í dag. Ja, kanska meira í bátinum.

Erla kongsdóttir vinnur 5-mannafarsróðurin við kvinnum í 2014. Vit síggja eisini Havfrúnna og Blik. (Mynd Hvannrók)

Torført at spáa um, hvussu gongst hjá bátum á norðoyastevnu. Men vit hava nakrar favorittar og serliga manningar, sum mest sum eru tær somu og í fjør. Tildømis 10-mannafarið Ormurin, 8-mannfarið Argjabáturin, Blik við gentum við somu mannig, Sílið og Drekin við mest sum somu manning, Sølmundur við kvinnum og Erla kongsdóttir við kvinnum. Torført at spáa um dreingja- og genturóðrarnar og barnaróðrarnar, tí her eru fleiri nýggjar manningar, tí fleiri rógvarar eru vorðnir ov gamlir á rógva í bólkinum, har teir róðu í fjør. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply