Stór avbjóðing at halda lív í kappróðrinum í Eysturoynni

Fimm 5-mannafør við gentum róðu leygardagin ódnartøk í Runavík. Men eingin bátur úr Eysturoynni. Tó er at siga, at Fenja úr Fuglafirði, og kanska eisini Knúkur úr Tindi rógva í summar. Á norðoyastevnu koma vit at síggja nógvar gentumanningar. Nærmast Báran, síðani Blikur, Drekin, Rókurin og Firvaldur. (Mynd Sigrid Vesturgarð)

Ógvuliga áhugavert at koma á tal við róðrarfólk í Eysturoynni, tí tað er so umráðandi at róðrarfamiljan ikki minkar. Má bara ásanna, at kappróðurin í Eysturoynni hevur sæð betri dagar, enn hann ger í løtuni. Tó so, vit fegnast sjálvandi um bátarnar, sum eru mannaðir, men sakna 10-mannførini Skálabátin og Eysturoying, 8-mannaførini Heiðabátin og Gullbrand og 6-mannfarið Rádna. Eisini tikist ikki lætt at manna dreingjabátar, tí fótbóltur fyllur so nógv har á leiðini. Allastaðni eru framúrskarandi venjingarumstøður í góðum neystum og nógvum hentleikum og við nógvum bátum. Havi ringt til fimm kappróðrarfelag í Eysturoynni.

Strálan av Strondum

Av Strondum vóru gleðiligi tíðindini, 6-mannafarið Strálan er mannað við monnum, men minni hugaligt, at ikki eydnast at manna 5-mannafarið Strípuna við gentum og dreingjum. Fekk orðið á Anfinn Gærdum, sum í mansaldur hevur slóðað fyri kappróðri á Strondum. Millum annað skipaðu tey á sinni fyri undanstevnu einar tvær vikur fyri norðoyastevnu.

Her síggja vit 6-mannaførini leygardagin rógva ódnartøk í Runavík. Strálan longst burturi, síðani Jarnbardur, Gongurólvur og nærmast Hvessingur. (Mynd Sigrid Vesturgarð)

– Ja, Stálan er mannað við ungum monnum av Strondum og aðrarstaðni í Eysturoynni, men tí verri eydnast ikki at mannað Strípuna við gentum og dreingjum. Vit hava góðar venjingarumstøður til kappróður, tá hugsað verður um rógvimaskinur og onnur venjingaramboð, sigur Anfinn í stuttari viðmerking.

Skála Róðrarfelag fingið nýtt 5-mannafar

Fekk eisini orðið á Poul Eli Johannesen av Skála, har tíðindini eru, at bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi hevur smíðað felagnum nýtt 5-mannafar, og at kvinnur rógva við nýggja Svani í summar.

– Vit hava av allar bestu venjingarumstøðum, sum eisini koma øðrum til góðar í bygdini, og tað eru onnur, sum øvunda okkum so góðar umstøður. Í venjingarhølinum eru øll amboð bæði rennibond, rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar. Onnur enn rógvarar fáa eisini gleði av góðu umstøðunum.

Nýggja vakra 5-mannafarið Svanur, sum Terji Reinert Jacobsen av Kjalnesi smíðaði. (Mynd Skála Róðrarfelag)

– Sum sagt rógva kvinnur við nýggja Svani, og rógva eisini tvær barnamanningar, sigur Poul Eli í stuttari viðmerking. Sum eg skilji á lagnum, so fyllir fótbóltur nógv á Skála, og tey ungu kunnu ikki bæði spæla fótbólt og rógva. Tað var tann tíð, tá 10-mannafarið Skálabáturin var frammi í fremstu røð. Núverandi 10-mannafarið smíðaði Sámal Hansen í 2006.

Kappróðrarfelagið NSÍ tapir kappingina við fótbóltin

Havi eisini hitt Boga frá NSÍ kappróðri, sum í nógv ár róði við Eysturoyingi. Felagið eigur eitt av bestu neystunum í landinum við øllum hentleikum og góðari bátahøll, men kappróðurin sýnist at tapa kappingina um ungdómin og serliga við fótbóltin.

Tjaldrið longst burturi, síðani Sílið og Ørnin rógva ódnartøk í Runavík leygardagin. (Mynd Sigrid Vesturgarð)

– Ja, kappróðurin er í kapping við fýra aðrar ítróttagreinar her á leiðina. Fyrst fótbóltin men ítróttagreinin taekwondu fær nú vind í seglini, og so sjálvandi fimleikurin og hondbólturin. So ikki gongur væl at manna bátarnar. Eingin Eysturoying, Heiðabátur ella Sølmundur við monnum. Tvær barnamanningar og so Tjaldrið við dreingjum. Kvinnurnar umborð á Sølmundi ætla ikki at venja so nógv í ár, men rógva uttan iva eisini, sigur Bogi.

Tvær manningar úr Fuglafirði

Ikki so góð tíðindi úr Fuglafirði, tí har rógva 5-mannafarið Fenja við gentum og Erla Kongsdóttir við kvinnum. 6-mannafarið Rádna og 8-mannfarið Gullbrand síggja vit ikki í summar. Havi ringt til Betinu Toftegaard, sum er nevndarlimur í ÍF kappróðri, og Betina hevur altíð okkurt upp á hjartað um kappróður. Millum annað sigur hon.

Í oysandi regni Í Havn rógva tey til stuttleika ódnartøk í Gullbrandi. Betina á toftubekki bakborð róði í fleir ár við 6-mannafarinum Rádna. Stuttlig mynd. (Mynd Vagnur)

– Eggjanin at íðka ítrótt skal koma heimaífrá, og tá tað snýr seg um kappróður og serliga barnaróður, so mugu foreldur hjálpa, tí kappróður er øðrvísi enn tildømis bóltspølini. Bátarnir skulu koyrast kring landið, og kappróður er ”tung” ítróttagrein. Kanska byrja børnini ov tíðliga at rógva barnaróður, tí bátarnir eru tungir, og ikki altíð lættir at fáast við í skiftandi veðri.

– Vit hava roynt eisini at fáa bát mannaðan við dreingjum, men hetta eydnaðist ikki. So tvær manningar úr Fuglafirði, sum eru Fenja við gentum og Erla Kongsdóttir við kvinnum, sigur Betina Toftegaard, sum í nógv ár var forkvinna í ÌF kappróðri og eisini róði saman við døtrunum við 6-mannafarinum Rádna.

Kappróðrarfelagið Tindur úr Eysturkommunu

Nýggjasta róðrarfelagið í landinum er Kappróðrarfelagið Tindur stovnað í 2017. Vit, sum eldru eru, minnast 8-mannafarið Gøtu Trónd og 5-mannafarið Skuran úr Gøtu og 8-mannafarið Leirvíksing úr Leirvík. Tað sýntist tá, at tað serliga var fótbólturin, sum gjørdi enda á kappróðrí har á leiðini, men nú sæst ein glotti. Havi tosað við Sámal Samuelsen úr Róðrarfelagnum Tindi, og hann sigr stutt soleiðis:

Vónandi eydnast at manna Knúk eisini við gentum. (Mynd Hvannrók)

– Ikki er lætt at fáa bygt upp nýtt kappróðrarfelag, tí tú skalt hava fólk at taka sær av teimum ungu, og kappóður er eisini í kapping við serliga fótbóltin. Vit eiga nýggja 5-mannafarið Knúk, sum er nýggjur bátur, og sum í summar er mannað við dreingjum barnaróður. Síðan eydnast kanska eisini at mannað Knúk við gentum.

– Vit hava nóg góðar umstøður til kappróður, har vit halda til í kjallaranum í bátasavninum í Leirvík, har rógvimaskinurnar standa. Báturin stendur í Norðagøtu. Einki dulsmál, at tað er avbjóðing hjá okkum at fáa áhugan fyri kappróðri millum manna, sigur Sámal at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply