Klaksvíkar Róðrarfelag nógv jørn í eldinum í løtuni – Fimm manningar rógva í summar

Gamla neystið skal takast niður, og nýtt neyst byggjast á Birkopstorg. (Mynd Klaksvíkar Róðrarfelag)

Nú venda vit kikaran norður til Klaksvíkar til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar, tó at vit longu vita, at 10-mannafarið Klaksvíkingur ikki rør í summar. Klaksvíkar Róðrarfelag er í løgnari støðu í løtuni, tí gamla neystið skal takast niður, og felagið skal byggja nýtt neyst. Ísak Miklagarð er formaður í felagnum, og hann havi eg tosað við. Fyrstu FM-róðrarnir skulu rógvast í Klaksvík leygardagin 1. juni. Ísak sigur soleiðis:

– Vit eru sjálvandi kedd um, at Klaksvíkingur ikki er mannaður í summar, tí menn eru farnir í skúla og onkur uttanlands. Í fjør hilnaðist ikki heilt væl, tí rógvarar vóru eisini skaddir. Tá tað er sagt, so rógva fimm manningar í summar. Felagið hevur fingið nýtt 5-mannafar, sum Sámal Hansen hevur smíðað. Gamla Fípan Fagra er frá 2001, og nú var tíð at útvega nýggjan bát. Nýggja Fípan Fagru er mannað við dreingjum, sum rógva barnaróður, og hetta eru dreingir, sum róður í fjør, og sum ætla sær nakað í ár.

Páll Fangi vann allar róðrarnar í fjør, men nú eru ungu menninir farnir umborð á 8-mannafarið Nevið Reyða. Spennandi, hvussu fer at roynast serliga ímóti Argjabátinum, sum í fjør vann meistaraheitið. (Mynd Hvannrók)

– So hava eina barnamanning gentur – og eina vanliga dreingjamanning, sum rógva við gomlu Fípuni Føgru, sum skal hava annað navn. Genturnar er nýggjar umborð. Síðan er Páll Fangi mannaður við kvinnum, og Páll Fangi var eisini við seinasta ár. Tær umborð á Sølmundi í fjør rógva ikki í ár, og kvinnu umborð á Sølmundi situr nú umborð á Páll Fanga. Spennandi, hvussu fer at hilnast hjá bátinum.

– At enda er tað 8-mannafarið Nevið Reyða, sum er mannað við ungu monnunum umborð á Páll Fanga frá í fjør, og sum vunnu meistaraheitið. Teir vunnu eisini meistaraheitið í 2017 sum dreingir við Fípuni Føgru. So hetta eru evnaríkir rógvarar, sum dáma væl at rógva og venja.

Sámal Hansen hevur smíðað felagnum nýtt 5-mannafar. Gamla Fípan Fagra er frá 2001 og fær í næstum annað navn. (Mynd Klaksvíkar Róðrarfelag)

– Vit hava sett tríggjar venjarar at taka sær av manningunum, og eru tey Magnus Norðberg, sum kenna sum rógvara umborð á Klaksvíkingi, og so eisini Barbaru V. Simonsen og Brand Kjølbro, so rógvararnir eru í góðum hondum.

– Tá tú spyrt um neyst, so er vit í løgnari fyribilsstøðu í løtuni, tí gamla neystið skal takast niður, og vit skulu byggja nýtt neyst. Fyribils húsast við í kjallaranum hjá Solo, sum er húsið, sum Brandan á sinni bygdi. Har eru hampuligar umstøður við brúsum og allari venjingarútgerð.

10-mannaførini eru farin inn um Molan á ólavsøku í fjør. Nærmast Suðuroyingur, Ormurin, Klaksvíkingur og Havnarbáturin. Klaksvíkingur rør tí verri ikki í summar, og vit vita bara um Suðuroying, Ormin og Havnarbátin. (Mynd Hvannrók)

– Kommunan hevur júst gjørt okkum drátt, ja, so hevur kommunan eisini játtað seks milliónir krónur til nýggja neystið. Fyrireikingararbeiðið er byrjað við tekningum og øðrum fyrireikingum. So í løtuni hava vit nógv jørn í eldunum, má sigast. Nýggja neystið skal byggjast norðan fyri Biskopstorg, sigur formaðurin Ìsak Miklagarð at enda.

Havi fylgt kappróðrinum í Klaksvík líka frá ungdómsárunum, sum hevur djúpar røtur millum manna í býnum. Bátarnir  hava klárað seg ómetaliga væl, tó við ymsum tíðarbilum, har tað stóð á at manna bátarnar, men soleiðis er alla staðni kring landið. Rógvarar koma og fara, tí hetta eru ungdómar, sum er ávegis á lívsleiðini við útbúgvingum og ymsum arbeiðum, so ikki liggur altíð fyri at sita við árarnar. (Vagnur)

Klaksvíkar Róðrarfelag heldur fyribils til í hesum bygningi. (Mynd Norðlýsið)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply