Miðvágs Róðrarfelag flotar nýtt 5-mannafar – Kappróðurin í Vágum blómar

Tey í Miðvágs Róðrarfelag hava júst flotað nýggja 5-mannafarið. Báturin eitur Rókurin. Afturi í rong situr Tordis Hansen, sum róði við Beintu í 1958, og sum slapp stýra fyrsta heiðursróðurin. Allar genturnar rógva sjálvandi í vesti. (Mynd Miðvágs Róðrarfelag)

Nú gongur leiðin vestur í Vágar at frætta, hvussu gongst at manna bátar í summar. Talan er um Sandavágs Ítróttafelag róðrardeild, Miðvágs Róðrarfelag og Sørvágs Róðrarfelag. Altíð hugaligt fyrst at ringja til Sandavágs og hitta eldsálina Hansinu á Plógv. Blíð fyrikomandi kona, sum eg havi samskift við í mansaldur um kappróður. Hansina hevur altíð okkurt upp á hjartað, og eg fekk beinanvegin varhugan av, at tað gongst bara væl hjá kappróðrinum í Vágum, og nógvar manningar rógva í summar. Gleðiligt eisini at hoyra, at í Sørvági spenna tey seg eisini út. Men fyrst til Sandavágs.

Myndina av stásiliga neystinum við bátahylin í Sandavági tók eg í 2013. Tá var neystið ikki heilt liðugt. (Mynd Vagnur)

Í 2013 leitaði eg mær vestur í Vágar at hyggja at nýggja stásiliga neystinum, sum Sandavágs Ítróttafelag, róðrardeild bygdi við bátahylin. Fyritøkan hjá Jónfinni á Plógv maður Hansinu stóð fyri arbeiðinum. Neystið var ikki liðugt í 2013, og nú seks ár seinni spyrji eg Hansinu á Plógv, hvussu trivnaður er í neystinum, og hvussu gongst at manna bátarnar. Og hon sigur.

5-mannafarið Ørnin á ólavsøku 2016. Afturi í rong situr Hansina á Plógv. (Mynd Hvannrók)

– Haldi, at eg fari at lata væl at, tí tríggjar barnamanningar rógva í summar, og so er 5-mannafarið Ørnin mannað við bæði gentum og dreingjum. Síðani rør eisini 6-mannafarið Skúgvur við kvinnum. Hetta eru kvinnur, sum fleiri eiga børn, so venjingin má tilaga seg eftur hesum við innivenjingum og uttanduravenjingum.

Barnaróður gentur í Sandavági í 2018. Hvíti báturin Ørnin við reyðum stokkum gjørdist nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

– Tá tú spyrt um neystið, so trívast tey ungu heilt væl í neystinum. Frálíkar umstøður við øllum hentleikum. Vit hava fingið átta nýggjar rógvimaskinur, og umstøður eru eisini til ymsar styrkivenjingar. Tey ungu hava tikið neystið til sín, har tey rógva eisini um veturin, men eisini hugna sær á ymsan hátt. Jú, vit eru nøgd við undirtøkuna frá fólki, og at tað gongst bara væl at fáa tey ungu at rógva, sigur Hansina á Plógv.

Miðvágs Róðrarfelag

Frálíka søgan úr Miðvági er, at Sámal Hansen hevur smíðað felagnum nýtt 5-mannfar, sum herfyri fekk navnið Rókurin. Kendu nøvnini í felagnum eru 8-mannafarið Miðvingur, 6-mannafarið Riddarin og 5-mannaførini Frúgvin og Beinta. Havi hitt Kristinu Mouritsen, sum fegnast um, at verulig gongd er komin á aftur kappróðurin í Miðvági eftir nøkur sløg ár.

– Ja, vit merkja vaksandi áhuga millum manna, og kappróðurin í bygdini blómar aftur eftir nøkur meira sløk ár. Sámal Hansen hevur smíðað okkum nýtt 5-mannafar, sum vit eru feginum um. Stórur hátíðardagur var í neystinum, tá 5-mannafarið var flotað. Tordis Hansen, sum róði fyrstu ferð á vestanstevnu í Sørvági í 1958, fekk heiðurin at stýra fyrsta teinin við merkinum afturi í rong.

Nógv fólk vóru koman í sjóvarmálan, tá nýggja 5-mannafarið Rókurin var flotað. Vakur bátur, má sigast. (Mynd Miðvágs Róðrarfelag)

– Um manningar er at siga, at 6-mannafarið Riddarin er mannaður við átjan, nítjan og tjúgu ára gomlum monnum. Hettar eru ungir menn, sum kláraðu seg so væl umborð á Frúnni í 2017. So rógva tríggjar barnamanningar tvær við gentum og ein við dreingjum, og eru fegin um, at vit fáa mannað tvey 5-mannafør við gentum, sigur Kristina at enda.

Sørvágs Róðrarfelag

Í míni skriving um kappróður síðani 1980-árini havi eg mangan loddað dýpið um kappróður i Sørvágí. Seinast fyri fáum árum síðani, men tað sýnist hvørja ferð, at kappróður fær ikki rættilga vind í seglini í bygdini. Men nú hómast góður glotti, tí tey hava valt nýggja nevndi, og næsforkvinna í felagnum eitur Oddbjørg Magnussen, sum fyrst í 1990-árunum róði við 5-mannafarinum Dúgvuni. Síggi í hagtølunum, at Dúgvan vann fleiri róðrar tildømis í 1992, har Dúgvan bleiv nummar tvey FM-kappingini. Og Oddbjørg sigur:

Ungdómur í Sørvági hevur góða huga at rógva. Vónandi byrjar nýggja góð tíð í Sørvágs Róðrarfelag. (Mynd: Sørvágs Róðrarfelag)

– Heilt stórur áhugi er fyri kappróðri í Sørvági, og vit hava góðar umstøður við neysti, rógvimaskinum og øðrum venjingaramboðum. Nýggj nevnd var vald fyri tveimum mánaðum síðani, og vit hava stóran áhuga at fáa veruliga gongd á kappróðurin. Kann nevna, at flaggdagin komu nógv fólk í neystið, har vit skipaðu fyri hugnaløtu, sum er prógv um, at sørvingar ynskja, at vit fáa gongd aftur á kappróðurin, sum hevur djúpar røtur í bygdini.

– Støðan í løtuni eru hon, at 25-30 ungdómar koma í neystið, og vit koma við tveimum barnamanningum. Trupulleikin er, at vit eiga bara ein góðan bát, og áttu vit hann, so kundu vit kanska fingið kanska mannað ein gentu ella dreingjabát.

– Felagið keypti Sílið frá Havnar Róðrarfelag fyri nøkrum árum síðani, bátur, sum Sámal Hansen smíðaði. Vit hava hegnisliga umvælt bátin sum nýggjan, sum verður flotaður fyrsta dagin. Eingin ivi eru um, at vit mugu fáa bygt okkum nýtt 5-mannafar beinanvegin, so hann er klárur til næsta ár.

Vónandi byrjar nýggj góð tíð í Sørvágs Róðrarfelag. (Mynd Sørvágs Róðrarfelag)

– Nú róði eg sjálv við Dúgvuni fyrst í 1990 árunum, og vit vunnu fleiri róðarar hetta árið. Haldi, at nýggja nevndin inniliga ynskir og vil, at geva ungdómunum góðar umstøður at rógva kapp. Tí má nýggjur bátur byggjast felagnum, sigur Oddbjørg í stuttari viðmerking.

Hugaligt at skriva hesa róðrargrein, tí tú merkir, at kappróðurin blómar í Vágum. Mín inniliga vón er, at Sørvágs Róðrarfelag fær góðan byr, og at tað eydnast felagnum at fáa nýggja Súlu. Nýtt 5-mannafar við øllum kostar 95.000 krónur, og tað mátti borið til, at tildømis Atlantic Airways, sum er nærmast granni hjá Sørvágs Róðrarfelag og onnur í Sørvági hjálpa til at fíggja nýggja bátin. (Vagnur)

Sørvágs Róðrarfelag eigur stórt neyst, so umstøðurnar skuldu verið góðar til kappróður. Myndin tikin í 2013. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply