Viðmerkingar til Gunvør Balle forkvinnu í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs

Vakra økið framvið Gríms Kambandsgøtu og gomlu lærarahúsini skulu burtur. Parkeringshús og Tjóðpallur kroystast niður millum bilar, bátar og aðrar fyritøkur og stovnar har á leiðini. Óskiljandi, tá aðrir góðir møguleikar eru til Tjóðpall.

Beint fyri páskir var grein frá Gunvør Balle býráðslimi um nýggjan Tjóðpall á Skálatrøð at síggja í fjølmiðlunum. Løgin grein. Mín niðurstøða av lesnaðinum er, at forkvinnan í mentanarnevdini í Tórshavnar býráð hevur skeiva hugsan um Skálatrøð, og at hon gyklar sær nakað á Skálatrøð, sum slett ber til. Hon vil ikki viðurkenna, hvussu stórur partur bilurin er í gerandisdegnum hjá fólki. Vit sleppa ikki undan bilunum í býarlívinum, um vit vilja tað ella ei. Soleiðis er eisini á Skálatrøð.

Gunnvør Balle sigur í greinini, at eingin mótmælti í 2014, tá býráðið samtykti at staðseta Tjóðpallin á Skálatrøð. Nei, eingin mótmælti tá, tí borgarin veit, at tað er ikki uppgáva hjá Tórshavnar kommunu at byggja Tjóðpall men er landsuppgáva. Øði kom ikki í grindina fyrr enn seinasta heyst, tá fyrstu myndirnar av møguligum Tjóðpalli á Skálatrøð vóru at síggja í fjølmiðlunum.

Tveir stórir kassar á Skálatrøð, ja, og so hetta stóra tornið, so fólk kunnu síggja upp um nógvu bingjurnar á Molanum suður í Nólsoyarfjørð. Óskiljandi, at fólk ikki kunna finna aðra staðseting at byggja Tjóðpallinum.

Gunnvør Balle tekur rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, sála, við sær inn í tekstin, sum gyklar um farna tíð á Skálatrøð. Vit onnur minnast eisini sandin, dunnurnar og æðurnar á Skáltrøð. Minnast eisini, tá fyrsta skotið brast á Skálatrøð fyrst í 1970-árunum, tí grót skuldi brúkast at leingja Molan út í fulla longd. Vakra grøna økið mátti víkja.

Vit eygleiddu eisini, tá vegur var gjørdur frá Vágsbotni yvir á Skálatrøð, og at økið við tíðini var gjørt til parkeringspláss. Stórt parkeringspláss sum tá nøktaði tørvin. Tá Gunnvør Balle skrivar um bilar, deytt parkeringspláss og tess útsjónd, so skal hon minnast til, at í 1970 vóru skrásettir 3270 bilar í Føroyum. Longu í 1980 var talið farið upp um 11.000 bilar, og nú er talið farið upp um 30.000 bilar.

So nevnir Gunvør Balle, at hon fær seg ikki at trúgva, at flestu fólk í Havn ikki duga at lyfta seg uppfrá og síggja tær visjónirnar, og at vit mugu menna okkara bý, sum tað sømir seg einum høvuðsstaði við virðing fyri sær sjálvum.

Sjónleikarhúsið framvið Havnará var tikið í nýtslu í 1926. Vakurt útsýni niðan við ánni og niðan í Plantasjuna. Húsið var ikki kroyst millum hús í gomlu Havnini.

Her er stutt at siga, at øll fólk í Havn ynskja, at býurin mennist, men hetta má gerast við skili. Skal bara minna Gunvør Balle á, at fólk í Havn duga hugsa. Tey fleiri enn tvey túsund fólkini, sum higartil hava skrivað undir mótmælið, eru fólk, sum hava bátar liggjandi við bátabrúgvarnar, fólk, sum eiga skeinkistøð og handlar, fólk, sum leiga út eisini til almenna stovnar, og aðrir borgarar, sum arbeiða har á leiðini.Tey halda øll, at tað er púra vitleyst at byggja Tjóðpall á Skálatrøð, økið, sum longu er upptikið. Fólk annars og aðrastaðni í Føroyum eru líka glað, hvar Tjóðpallurin verður bygdur.

Talan er jú ikki um ein býarpall men Tjóðpall, sum landið skal byggja øllum føroyingum fyri tvey hundrað milliónir krónur. Hví skal hann byggjast á Skálatrøð, tá onnur betri virðilig pláss eru aðrastaðni í býnum, og tá so nógvir borgarar vilja nakað annað? Hetta líkist málinum um Skansan, sum býráðið vildi byrja inni, so ikki sást suður í Nólsoyarfjørð. Tá lurtaði kommunan eftir borgarunum, og ætlan var tíbetur broytt. Tað er ikki veikleiki at broyta hugsan.

Norðurlandahúsið frá 1983 var bygt á vøkrum rúmligum plássi í Sortudíki. Her er eisini pláss fyri Tjóðpallinum. (Mynd Vagnur)

Gunnvør Balle nevnir eisini, at vit lata Skálatrøð vera verandi deytt og oyði parkeringspláss, og at hetta sømir eg ikki hesum stað, sum hevur møguleikar til nakað stórt. Nú veit eg ikki, hvussu nógv Gunnvør Balle kemur á Skálatrøð og har um leiðir. Men fimm hundrað bátar liggja fyri teymi har á leiðini,  og har koma fólk allar tímarnar á degnum. Skeinkistøð eru opin til seint á kvøldi, og serliga um várið og um summarið vála ferðafólk har á leiðini. Skálatrøð er í løtuni ein “funktión” sum riggar væl, tí skal einki broytast har.

Í mínum eygum eru Vágsbotnur og út í Bakka, á Skálatrøð og yvir ímóti Skeiv – og Müllerspakkhúsi ein heild. Byggir tú bilskýli úr ljótum gráum betongi og ljótt fýrakantaðan Tjóðpall, sum fyllir alt økið, so er heildin burtur. Lærarahúsini við Grím Kambandsgøtu og vakra plantaða økið fram við ”berginum” skal slættast við jørðina. Økið sleppur ikki at anda longur.

Musikkskúlin skuldi byggjast á Skálatrøð, men er tíbetur fluttur út við Landavegin, har hann stendur væl. Vakur bygninguar at sjá serliga, tá tú kemur heim eftir Landavegnum. So er Musikkskúlin eisini nærmast granni við komandi skúlan á Fløtum og Glasir. (Mynd Vagnur)

Gunnvør nevnir eisini Eyðun Johannesen ein av slóðarunum í Grími. Til hetta kunnu vit nevna Sjónleikarhúsið frá 1926 og Norðurlandahúsið frá 1983. Sjónleikarhúsið var bygt á vøkrum øki fram við Havnará við góðum útsýni niðan í Plantajuna. Norðurlandahúsið var bygt í Sortudíku á góðum plássi og rúmsátt um húsið. Bæði mentanarhúsini sluppu/sleppa at anda. Men tað sleppur møgulig Tjóðpallurin á Skáltrøð ikki.

Ein Tjóðpallur á Skálatrøð er nærmasti granni við skipasmiðjuna, har arbeitt verður allar tímar á døgninum. Stálfresarar og motorar, sum fara gjøgnum merg og bein, hoyrast mangan har á leiðini. Hetta riggar ikki saman við sjónleiki og tónleiki. Útsýnið hjá Tjóðpallinum eru bilar, bátar og tíggjutals bingjur á Eystarubryggju Er alt hetta virðiligt fyri ein Tjóðpall? Hvussu við undirlendinum, har grót var lagt oman á sandin á Skálatrøð?

Vit mugu bara góðtaka, at nógv fólk ikki ganga í kirkju men koyra í kirkju. Vesturkirkjan var vígd í 1975, og tá vóru um 5000 bilar í Føroyum. Nú er talið farið upp um 30.000 bilar. Parkeringsøkið hjá kirkjuni nøktar ikki longur tørvin. Bara eitt dømi um, hvussu tíðirnar broytast í Havn, har vit ikki sleppa undan bilunum. (Mynd Vagnur)

Nei, finnið nýggja staðseting til Tjóðpall og latið Skálatrøð fáa frið, tí alt ov nógv virðir fara fyri skeyti, um Tjóðpallurin kemur har. Byggipláss í fleiri ár, har betongbilar og trailarar skulu koyra í smølu gøtunum.

Um Gunnvør Balle ynskir tað, so skal undirritaði vísa henni á fleiri pláss í Havn, har Tjóðpallur kann byggjst. Eitt er Sortudíki, men hvat við uppi á Hálsatjørn og nærmasti við granni við BankNordik. Frálíkt útsýni í allar ættir og serliga suður í Nólsoyarfjørð. Ikki neyðugt við nógvum parkeringsøki, tí BankNordik er stonkt eftir klokkan fýra á degi og í vikuskiftinum, tá Tjóðpallurin kann brúka plássið. Nógvi onnur góð pláss eru millum annað á leiðini millum Svartafoss og eystara ringveg. Sig bara frá, Gunnvør Balle, so skal eg vísa tær økini. (Vagnur Michelsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply