Argjabáturin hevur róð hvønn FM-róður síðani á norðoyastevnu 1982

Jákup Joensen formaður í Argja Róðrarfelag róði fýra ár við 10-mannafarinum Drekanum Reyða. (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at koma út á Argir og oman á støðna, har kappróðrarneystið hjá Argja Róðrarfelag stendur. Síðani mín fyrsta grein um kappróður var skrivað miðskeiðis í 1980-árunum, havi eg altíð hildið, at Argja Róðrarfelag er væl skipað felag. Gott neyst, sum nú fær stórar umvælingar, nógvir bátar og gott samanhald. Jákup Joensen er formaður í felagnum, og tú hitti hann fyrstu ferð, tá hann spældi hondbólt í Neistinum og róði kapp við  Sílinum. Havi eisini sæð hann umborð á Drekanum Reyða. Dittaði mær fyrst at spyrja Jákup, hví hann tosar danskt, og hví hann endaði sum formaður í Argja Róðrarfelag, og hann sigur?

– Foreldur míni eru føroysk, men eg eri føddur í Danmark og búði har fyrstu tólv árini, tá eg síðani flutti til Føroya. Foreldrini eru Hans Andreas Joensen ættaður úr Nólsoy, og sum á sinni róði við Nólsoyingi. Mamma eitur Inger Johansen og er úr Sørvági. Tá eg sum ungur kom til Føroya hugsaði eg ikki um at tosað føroysk, og tað fall mær lætt at tosa danskt, sum eg framvegis geri.

Argjabáturin og Árnfirðingur kappróðarárið 2018. Argjabáturin vann seks og Árnfirðingur ein róður. (Mynd Hvannrók)

– Eg byrjaði at rógva barnaróður við Bliki í 2002, men so vóru boð eftir mær at koma umborð á Sílið, har eg róði í trý ár. Síðani róði eg eisini eitt ár við Knørri í 2007. Leypa vit eitt sindur, vóru í 2015 boð eftir mær at koma umborð á 10-mannafarið Drekan Reyða, sum Argja Róðrarfelag fekk í 2014. Eg róði við bátinum í fýra ár og treivst so mikið væl, at eg eisini kom í nevndina í felagnum. Hetta er so triðja árið sum formaður, sigur fyrikomandi og blíði Jákup Joensen.

Tey fingu 10-mannafarið Drekan Reyða í 2014, sum vann meistaraheitið hetta árið við fullum stigatalið. Her fer reyða 10-mannafarið um málið á ólavsøku 2014. (Mynd Hvannrók)

Av og á er undirritaði úti á Argjum og havi sæð, at stór umvæling fer fram í neystinum. Hetta er heilt stór umvæling, og mitt í rokanum er formaðurin, sum annars arbeiðir sum bygningskonstruktørur hjá Húsavarðartænastuni. Í løtuni er arbeiðsstaðurin nýggja hotellið, sum Atlantic Airways byggir í Havn. Um neystið og umvælingina, sigur Jákup.

Blikur 5-mannafar við gentum í harðari kapping við Tambar og Drekan. Tambar og Blikur endaðu í fjør við 42 stigum, men tá Tambar vann á ólavsøku, gjørdist tær meistarar. Somu gentur rógva í summar við Bliki. (Mynd Hvannrók)

– Vit hava mestsum endavent øllum neystinum og millum annað gjørt venjingarrúm og skiftingarrúm størri, tí umstøðurnar vóru alt ov trongar. Bygt var jú upp í neystið suðureftir, og vit tóku part av bátahøllini til økt venjingarrúm og skiftingarrúm. Hetta er drúgt arbeiði, sum nú er komið undir land. Stórur partur av arbeiðinum er gjørt ókeypis av rógvarum í felagnum, og fólk hava verið ógvuliga positiv bæði menn og kvinnur. Vit hava eisini skift oljufýrið og lagt hita í gólvini í skiftingarrúmunum.

Her síggja vit formannin og inn í venjingrrúmið hjá felagnum við góðum útsýni út í tún. Stór umvæling fer fram í neystinum. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt, hvussu gongst at manna bátarnar, og tú nevnir Argjabátin? Argjabáturin er flaggskipið í felagnum, og tað hevur báturin altíð verið. Báturin er mest vinnandi 8-mannafarið í Føroyum og hevur róð hvønn róður, síðani fyrsta róðurin í 1980-árunum. Umborð eru fimm nýggir rógvarar, men so eru tríggir komnir umborð av Drekanum Reyða, sum tí verri ikki er mannaður í summar. Vit hava roynt at útvega nýggja stammu til 10-mannafarið, men tað er ikki eydnast okkum.

– 6-mannafarið Lómur er mannaður við monnum og eldri kvinnum. 5-mannafarið Teistin er mannað við kvinnum, har allar eru nýggjar umborð, og so er Blikur mannaður við gentum, sum róðu í fjør. Og júst nú er komin dreingjamanning umborð á Blik, og tað fegnast vit um. Tað hevur skortað at fáa barnaróðurin hjá okkum at rigga, men nú rør so ein gentumanning í summar, sigur Jákup. At enda spyrji eg Jákup, hvør drívmegin er at vera formaðurin í Argja Róðrarfelag, og hvussu gongst á fáa fólk á Argjum at hjálpa og stuðla felagnum.

– Sum áður sagt er samanhaldið gott í felagnum, og sjálvt um eg ikki rógvi í summar, so komi eg í neystið hvønn dag. Sjálvandi merkja vit meira áhuga og fáa meira stuðul frá fólki, tá bátarnir klára seg væl, men tað kundi gingist lættari at fingið ungfólk at rógva, tí økið er stórt. Tað sýnist, sum fótbólturin fyllir nógv úti á Argjum. Vit hava havt torført at fingið dreingir at róð.

– Vit hava ávísar mannagongdir og siðir í felagnum, sum ganga aftur ár um ár. Eftir hvørja stevnu fáa rógvarar suppu og okkurt og gott afturvið, meðan teir hyggja at róðrunum í høllini í ovaru hæddini. Og eftir vestanstevnu ”grilla” vit í neystinum. Hetta plagar at vera hugnalig løta.

Allir rógvarar í Argja Róðrarfelag skulu rógva í vesti. (Mynd Vagnur)

– So kann eg leggja aftrat, at vit leggja ógvuliga stóran dent á trygdina umborð á bátunum, og eingin rógvari sleppur at rógva hjá okkum uttan hann rør í vesti. Kenni einki til, at nakar rógvari er ímóti hesum. Hetta er bara ein sjálvfylgja.

– Mangan er ikki lætt serliga hjá yngri manningum at koma úr støðni út í Nóloyarfjørð, tá ættin ikki er til vildar. Ringur sjógvur og krappsjógva er mangan við Argjahøvda, og tað er komið fyri, at manning ikki hevur torað at róð úr Eystur – og Vestaruvág út aftur á Argir, tí veðrið gjørdist vánaligt. Tá fari vit við vogni heim til Havnar eftir bátinum. Trygdin skal altíð vera í lagi, sigur Jákup Joensen at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply