Froðbiar Sóknar Róðrarfelag mannar fimm ungdómsbátar – felagið hevur ikki nóg góðar umstøður

Barnaróður á ólavsøku í fjør. Nærmast Hulda, síðani Frúgvin og so Firvaldur, sum vann róðurin.

Kappróður á Tvøroyri hevur djúpar røtur, og tað vóru eisini suðuroyingar, sum slóðaðu fyri fyrstu kappróðrunum í Føroyum. Longu í 1870-árunum var fyrsti skipaði kappróðurin á Trongisvágsfirði. Í mínum ungdómsárum seinast í 1950 og fyrst í 1960 – árunum vóru 10-mannaførini Suðuroyingur, Sumbingur, Vágbingur og onkuntíð eisini Hvalbingur á síggja á stevnunum kring landið. Tá talan í dag er um ungdómsróður, hava Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappróðrarfelag góðan byr. Uni Jacobsen er skrivari í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann havi eg tosað við.

Í Suðuroy fegnast tey um, at 10-mannafarið Suðuroyingur er mannað. Veit bara um trý 10-mannaføri higartil, sum rógva í summar. Tað eru Havnarbáturin, Ormurin og Suðuroyingur.

Vegna útbyggingar á Tvøroyri í løtuni er umstøður til kappróður ikki nøktandi, tí bátarnir standa í fjøruti fóts bingjum. Hetta er sjálvandi ikki nóg gott. Eg spyrji fyrst Una Jacobsen, hvussu gongst at manna bátarnar til róðrarnar í summar, og Uni sigur.

Gleðiligt at síggja, at allar genturnar sjálvandi rógva í vesti. Hetta eru genturnar umborð á 5-mannafarinum Huldu.

– Vit hava í løtuni fimm ungdómsmanningar. Tvær gentumanningar, eina dreingjamanning og tvær barnamanningar. Genturnar, sum vunnu barnaróðurin í fjør umborð á Firvaldi, fara sum gentumanning umborð aftur á Firvald. Síðani er nýggj gentumanning komin umborð á Firild, og Firvaldur er eisini mannaður við dreingjum. Hetta eru ungir dreingir, sum fleiri róðu í fjør.

Her vinnur Firvaldur barnaróður ólavsøkuróðurin og meistaraheitið í fjør.

– Tvær eru barnamanningarnar ein gentu – og ein dreingjamanning. Nakrar ungar gentur mannaðu í fjør Huldu og róðu  fimm róðrar, og genturnar mentust nógv í róðrarárinum. Firildur er eisini mannaður við dreingjum barnaróður, og hetta eru alt ungir dreingir, sum rógvar fyrsta árið.

í Suðuroy er vakurt, og her njóta genturnar umborð á 5-mannafarinum Huldu góða veðrið og góða útsýnið.

– Síðani eru vit í samstarvi við vágbingar um 10-mannafarið Suðuroying, Tá tú spyrt um róðrarumstøður og neyst,  kundi umstøðurnar verið betri, men her er góðir glottar á hóma, og á Tvøroyri merkja vit, at tað er vaksandi áhugi fyri kappróðri, sigur Uni og heldur fram.

Firvaldur lyftur upp høvd á ólavsøku í fjør.

– Ætlanin er at byggja nýtt neyst vesturi á Hvítanesi, og talan er um so mikið stórt neyst umleið 12×30 metrar stórt neyst við plássi til seks bátar, skiftingarrúmum og venjingarrúmi. Grundøkið er fingið, og kommunan hevur latið stuðul at gera økið byggiklárt, sigur Uni Jacobsen at enda.

Genturnar umborð á Firvaldi barnaróður vóru stinnar í fjør. Í ár rógva tær genturóður.

Sum tað er gleðiligt at hoyra, at tað grør um gangandi fót við kappróðrinum á Tvøroyri og í Vági, tí bátatali og serliga eldru manningarnar eru fækkaðir í tali seinnu árini. Vit gleða okkum øll til fyrsta FM-róðurin í summar. Frálíku myndirnar eru frá Una Jacobsen. (Vagnur)

Her síggja vit dreingirnar umborð á Firvaldi á ólavsøku í fjør. Teir gera seg til reiðar at rógva ólavsøkuróðurin. Nakrir av dreingjunum rógva eisini í summar.

 

 

Uni Jacobsen er skrivari í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply