Vinnarin av grundspælinum eigur at fáa fyrsta FM-finaluplássið

Fimm FM-finaludystir er ov nógv, siga fleiri spælarar. Ja, so kom steðgur í spenningin í FM-stríðnum orsaka av landsdystum. Hetta verður uttan iva øðrvísi næsta ár. (Mynd Álvur Danielsen)

Tað var Finnur Hansson, sum slóðaði fyri nýggja kappingarleistinum í bestu mansdeild. Havi tosað við nakrar spælarar og spurt, hvussu teímum dáma/dámdi nýggja kappingarleistin. Allir spælararnir eru væl nøgdir, men tó vilja mest sum allir nakrar broytingar. Ikki fimm finaludystir men best av trimum dystum, og liðini skulu spæla fýra umfør í grundspælinum. Sjálvur haldi eg, at vinnarin av grundspælinum fær alt, alt ov lítið. Vinnarin skal fáa annað finaluplássið, tí tað skal vera stór gularót og æra at vinna grundspælið og harvið eitt FM- finalupláss. Síðani kunnu trý tey næstu liðini stríðast um seinna plássið.

Men fyrst nøkur fá orð um kvinnukappingina, har stórur spenningur er, hvørs tað verður Neistin ella Kyndil, sum spæla ímóti VÍF í FM-finalunum. Kyndil situr við bestu kortunum, tí liðið vann fyrstu tríggjar dystirnar ímóti Neistanum, og sjálvt um Neistin kanska vinnur á Kyndli, so skal Neistin eisini spæla ímóti VÍF. Mítt boð er, at Kyndil spælir FM-finalur, og at Kyndil eisini vinnur meistaraheitið. Sýnist, sum VÍF liðið hevur mist nakað av flognum, og liðið tapti eisini seinasta leygardag 27 – 36 fyri H71. Tó so, kanska tóku VÍF kvinnurnar sær av løttum hesa løtuna, tí einki var at spæla um.

Tá talan er um kappingarleist, so hyggja vit altíð at grannalondunum, men vit skulu minnast til, at í grannalondunum spæla fleiri lið, og niðurflytingarspælið fyllir ógvuliga nógv. Hetta er mennandi fyri kappingina og hondbóltin, men tí verri er eingin slík kapping her heima, tí  eingi lið eru at flyta upp.

Hyggja vit eftir kvinnu – manskappingini seinnu árini, so er ymist, hvussu liðini eru fyri. Í kvinnukappigini seinasta ár var eingin kapping um at koma í FM-finalurnar, tí VÍF og Kyndil vóru nógv sterkari enn hini liðini. Longu á jólum var kappingin longu avgreidd um finaluplássini.

Nú er øðrvísi, tí H71 hevur eftir stutta tíð megnað at býta seg fastan í toppin í føroyskum kvinnuhondbólti, og VÍF, Neistin og Kyndil eru jú har. Tí verri er VB ikki við, men Stjørnan er ment heilt nógv, meðan tað gongur meira striltið hjá StíF liðnum at fylgja við.

Mansliðini hava verið jøvn í vetur, har vit hava sæð mong undarlig úrslit. Millum annað vann KÍF stórsigur á H71 fyrst í kappingini, men hetta var so uttan Peter Krogh. KÍF liðið var so mikið gott, at tað var um reppið, at KÍF megnaði at koma í hálvfinalurnar. Sýnist framvegis, at liðini standa og fella við einum/tveimum lyklaspælarum, har málverjarnir mangan eru avgerandi.

Nógvir spennandi dystir í hálvfinalunum og nógvir áskoðarar. Hetta er alt frálíkt. Nú síggi eg bara stroymaðar dystir, og tá fólk siga, at føroyskur hondbóltur hevur flutt seg nógv, so eri eg ikki heilt samdur. Landsliðið hevur flutt seg, tí føroyingar spæla fleiri uttanlands, men liðini í føroysku kappingini hava ikki flutt seg tað heilt stóra. Hvørki kvinnuliðini ella mansliðini. Stóra orsøkin er, at nógvir ungir góðir spælarar fara uttanlands í lestrarørindum.

Haldi, at ov lítil taktikkur er í spælinum her heima, har liðini spæla við somu skjótu ferð allan dystin og tí nógvar villur og hálvhjartaði skot, sum mangan eru skotin alt ov tíðliga. Lítið ”temposkift” er at hóma, og verjurnar eru taktiskt vánaligar í fleiri dystum. Sýnist, sum fleiri spælarar tíma ikki at verja og bara bíða til tess at sleppa í álop.

So haldi eg eisini, at føroysk døming hevur brúk fyri nýggjari innsproyting. Alt ov hart spæl í fleiri dystum, har fleiri spælarar sleppa alt ov lætt. Sakni góða altjóða dómaralinju frá fyrsta brígsli.

So til niðara mansbólk, har gularótin er alt ov lítil. 10.000 krónur, sum skuldi verið hækkað til 60.000 krónur, so vinnandi liðið kundi fara á venjingarlegu eftir ólavsøku. Hetta mátti borið væl til, nú HSF í knappari vending fer í landskassan eftir 1,8 milliónum krónum.

Samanumtikið frálíkt við hálvfinalum í manskappingini, men vit mugu sleppa undan einkisigandi dystum, har vinnarin av grundspælinum bara vinnur sær rættin at velja sær lið at spæla ímóti í hálvfinalunum. So er spurningurin, um kvinnukappingin skal skipast eins og manskappingin? So leingi bara seks lið eru í deildini, er núverandi skipan frálík.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply