Nakrir hugleiðingar um at skjóta hondbóltsmálverja í høvdið

Danski landsliðsmálverjin Sandra Toft fekk á sinni álvarsligan heilaskjálvta og spældi ikki í fleiri vikur. Hon spældi eitt skifti við verju á høvdinum, men kanningar vísa, at hesar verjur eru følsk trygd, tí tær taka ov lítið av stoytinum frá bóltinum. .

Vit sum fylgja við altjóða hondbólti hava mangan sæð málverjar vera skotnir í høvdið. Fleiri spælarar fáa heilaskjálvta av stoytinum og eru burtur frá hondbólti í vikur. Hetta er afturvendandi kjak, og nógvar kanningar eru gjørdar uttanlands bæði av bóltferðini og skaðunum, málverjarnir fáa.

Eina tíð sást í Danmark, at fleiri málverjar spæla í slagi av hjálmi, men nú sært tú fáar hjálmar. Men hvat siga kappingarreglurnar, og her má sigast, at tú fært einki endaligt svar nakrastaðni ella rættari sagt bara ymsar tulkingar. Tó so.

Reglurnar skilja ímillum vanliga spælið, og tá skotið verða brotskøst. Skýtur tú málverja í høvdið, sum stendur stillur, ja, so verður tú burturvístur. Men skjýtur tú málverja í høvdið í vanliga spælinum, eru ongar beinleiðis reglur. Tó so, metir dómarin, at álopsspælarin skjýtur bóltin í høvdið við vilja, kann dómarin fara í lumman eftir kortinum.

Eitt skifti spældi fleiri danskir málverjar við verju á høvdinum, men hesar verjur eru fækkaðar aftur.

Trupulleikin er, at tað er vónleyst at meta, um hendingin er við vilja ella ikki, sigur danskur toppdómari. Tí grundleggjandi má vera, at áleypsspælarin ynskir at skjóta bóltin í málið, sum er endamálið við hondbóltsspælinum.

Alt er spurningur um dómaratulkingar, sigur danski toppdómarin, og hann veit næstan ikki um dømi, at álopsspælari er dømdur at skjóta bóltin í høvdið á málverjanum við vilja. Tú kanst ikki ákæra spælara við viljan at skjóta bóltin í høvdið á málverjanum, um álopsspælarin er óheppin, tí nógvir bóltar fara jú í málið ikki langt frá høvdinum á máverjanum. Ongar greiðar reglur í vanliga spælinum má sigast, og hann heldur frám.

Ábyrgdina liggur eisini hjá málverjanum, sum setir seg sjálvan í ymsar støður í málinum og harvið máløkinum. Toppdómarin leggur aftrat, at skjýtur sami álopsspælari í høvdið á málverjanum meira enn einaferð ella í fleiri dystum, skulu dómarar sjálvandi vera á varðhaldi.

Danski toppdómarin sigur at enda, at í hondbóltsreglunum eru eisini orð, sum siga, at tú mást ikki seta heilsuna hjá spælara í vanda, og hetta umfatar eisini málverjan, sum at enda leggur aftrat, at hondbóltsmálverjar eru útsettir spælarar.

Sjálvur haldi eg, at reglurnar um at skjóta málverjar í høvdið eru ógvuliga ullintar, tí tú fært beinleiðis útvísingar í sambandi við hálsatøk, slag í andlitið, um tú skumpar álopsspælara í luftini ella jarðleggur vongspælara, sum leypir inn til skot. Tí átti at verið soleiðis, at skjýtur tú málverja í høvdið, ja, so fært tú í hvørfall tveir minuttir, og metir dómarin, at hetta er við vilja, so burturvísing. Hetta til tess at verja málverjarnar.

Kjakið um at skjóta bóltin í høvdið á málverja kemur at halda fram bæði í Føroyum og uttanlands, tí henda nøtin er ógvuliga torfør at bróta. Tildømis siga kanningar, at loyvdu hjálmarnir eru følsk trygd, tí hjálmarnir taka ov lítið av stoytinum frá bóltinum. Skal allur stoyturin takast, mugu aðrir betri hjálmar á vøllin. Men hetta vil IHF ikki.

Uppískoyti

Annars haldi eg, at tað haltar hjá dómarunum í Føroyum at stýra dystinum frá byrjan. Dómaralinjan vantar, og summir spælarar sleppa alt, alt ov lætt, tí verjuspælið hjá teimum er ov harðligt ella rættari sagt ófantaligt. Hetta mugu dómararnir fáa bilbukt við.

Mítt uppskot er enn einaferð, at vit eiga at samarbeiða meira við grannalondini í sambandi við døming. Tí viðurskiftini í Føroyum eru smá, øll kenna øll, og somu dómarar døma somu lið viku um viku. Vit skulu fáa útlendskar dómarar at døma nakrar av toppdystunum, sum so kunnu fáa samband við okkara dómarar. Hetta er bæði mennandi fyri føroyska dómaran og føroyskan hondbólt, (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply