Úr myndasavninum – Nakrar hugleiðingar um Krókabrekku

Eldri mynd av Krókabrekku. Kom at kenna nógv fólk í Krókabrekku.(Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Tá pápi mín sum fjúrtan ára gamal fór úr skúlanum, kom hann í nøkur ár at arbeiða í fyritøku hjá Evensen, sum helt til á Reyni nærri Müllersbrúgv. Hans Jacob Jacobsen læt í 1932 upp matvøru – og slaktarahandilin Smæruna á horninum M.A.Wintersgøt/J.H. Schrøtersgøa, har Sjónvarpið einaferð helt til. Í 1933 fekk pápi mín sum tjúgu ára gamal tilboð frá Hans Jacob um at koma í Smæruna at arbeiða, og hann skuldi fáa 50 krónur meira um mánaðin. Pápa tók av og fekk 250 krónur um mánaðin.

Smærarn fylti nógv í okkara heimi við Landavegin, og tú komst at kenna nógv fólk á Abbatrøð og har um leiðir. Leiðin heim í Smæruna gekk antin gjøgnum Kilakanalina ella Krókabrekku. Kom herfyri at hugsa um, hví bratta brekkan eitur Krókabrekka?

Krókabrekka 2019. Brekkan er har, men nógv av húsunum er nógv broytt. Húsini hjá Hansimann og teimum er gul. (Mynd Vagnur)

Torført at finna útav, hvussu gamalt navnið Krókabrekka er, men í bókini Havnin – fólk og yrki stendur at lesa, at í svørtu húsunum til høgru í myndini á hornumum Krókabrekka/undir Ryggi læt Óli Króki í 1925 upp fyrstu Føroya Bjór goymsluna í Havn. Nú var ikki neyðugt at bíleggja úr Klaksvík. (Ole Marius Sofus Lindenskov ”Óli í Króki” f. 1882 d.1952)

Í Krókabrekku búðu tveir brøðirnir Hans róptur Hansimann og Jóannes. Minnst Hansimann arbeiða á Eysturbryggju og Jóannes sum skúlavørð í Tórshavnar kommunuskúla. Kona Hansimann æt Borghild og var úr Sørvági, og børnini vóru Oddmar, Nick, Ragnar, Eyðbjørn, Snæbjørn, Hans Birgir, Mildrið og Elinborg. Kom á ungum árum at kenna væl Nick, sum lærdri til pylsumakara/slaktara í Smæruni. Øll hini kendi tú eisini tó ikki Ragnar, sum fór ungur til Noregs.

Húsini hjá Jóannesi og teimum eru umvældu húsini til høgru í brekkuni. (Mynd Vagnur)

Børnini hjá Jóannesi og Annu, sum vóru úr Havn, vóru Olaf, Fríðbjørg, Jens Petur, Dinna, Ívar, Ímundur og Andor. Jens Petur lærdi til pylsumakara/slaktara í Smæruni, og Andór var vinmaður ein beiggja mín. Kendi nakrar av dreingjunum heilt væl, men minnist ikki genturnar.

Minnist, at mitt í Krókabrekku var vaskarí, og síggi fyri mær í hurðini mammu Petur í Króki javnaldran, sum eg haldi átti vaskaríið. Vit síggja eisini Snikkaravirkið hjá Hartvig Hansen, har Einars Prent helt til í nógv ár og nú Tórhavnar Kvøldskúli. Var mangan inni á snikkaravirkinum, og minnist menn gera bæði trappur, klædnaskáp, komodur og sengur. Tá var eingin kapping frá tildømis Eikini, Ide Møblum ella Ikea.

Áhugavert men eisini við sorgblídni at ganga í Krókabrekku, tí nógv av hesum fólkunum er farin og summi alt ov ung. Krókabrekka var uttan iva brattasta brekkan í Havn, og meg minnist børnini skeiða í brekkuni, og hvussu tú mátti halda tær í gelendaranum, tá hált var í brekkuni. Tá talan eru um svørtu húsini nærmast í niðastu mynd, so kenni eg ongan, sum búði har. Tað veit kanska onkur annar at siga okkum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply