Úr myndasavninum – Í 1968 vóru fjøruti gulir skótar á jamboretta legu í Skotlandi 

Nakrir av SSB skótunum á ferðini í 1968. Frá vinstru Børge Barslay Hansen, Helgi Joensen, Per á Lava Olsen, Kjartan Mohr, Palli Askham, Karl Johan Mortensen og Snæbjørn í Dali.

Altíð hugaligt at síggja eldri svarthvítar myndir. Myndina omanfyri fekk eg frá Gunnari Mohr, og tað er við sorgblídni at síggja beiggjan Kjartan Mohr, sála, á myndini. Ófatligt, at hesin fyrikomandi og fitti maðurin ikki er millum okkum longur. Torbjørn beiggi mín var við á ferðini og eisini Bjarti systkinabarn Kjartan. Ætlanin var, at bara fýra gulir skótar skuldu á hesa legu, men endin gjørdist, at talið nærkaðist teimum fjøruti skótunum.

Teir fóru úr Føroyum við íslendskum Fokker Friendship flogfari við kós ímóti Glasgow, har føroysku skótarnir í nakrar dag fingu innivist hjá skotskum skótum, áðrenn leiðin gekk til leguna á staði, sum æt Blayr Athool. Ein av ferðaleiðarunum var Eskild Christiansen.

Tað sermerkta við ferðini var, at flestu skótarnir høvdu ikki áður siti í flogfari, tí vóru skótarnir serliga spentir til hesa ferðina. Fleiri høvdu áður verið á skótalegum uttanlands, men ferðin var tá sjóvegis. Talan var um eina jamborettu, sum er minni lega enn stóru jamboree-irnar, sum eru meira umfatandi. Á leguni í 1968 vóru skótar úr øllum heiminum.

Komi júst at hugsa um ungdómsárini sum úlvungi og seinni sum skóti í nøkur ár. 1960-árinum vóru uttan iva árini, har gulu SSB skótarnir vóru flest skótar. Skótarnir vóru tá blivnir so nógvir, at triðja lið mátti setast á stovn.

Orsøkin, at talið av skótum minkaði í 1980-árunum og seinni var kanska, at møguleikarnir hjá teimum ungu gjørdust fleiri og fleiri. Fleiri fótbóltsvallir og hallir, og nýggjar ítróttagreinar komu undan kavi. Kanska eisini tí at eldru góðu skótaleiðararnir fullu frá vegna aldur.

Áhugavert at síggja góðu myndina omanfyri. Síggja skótabúnan við nógvu dugnaskaparteknunum. Førarin í hvørjari patrulju hevði tvær hvítar strikur á skjúrtulumma, meðan korpuralurin hevði eina hvíta stríku. Eisini áhugavert at í síggja beltini um miðjuna á skótunum, og onkur hevur seyðabein til tess at halda turriklæðnum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply