Úr myndasavninum – Allar tær vøkru traðirnar máttu lúta fyri fólkavøkstrinum í Havn

Teir grava út fyri nýggjari fimleikahøll til Havnar Fimleikafelag. Spell, at søguligu húsini á Trøðni máttu lúta. Húsini stóðu upprunaliga á Reyni, men vóru flutt út á Trøðna 1835/36. (Mynd Anna Mohr)

Áhugaverdu myndina omanfyri, sum eg herfyri fekk frá Gunnari Mohr, hevur mamman Anna Mohr tikið á sumri 1973. Vit eru stødd á Stórheyggi ella sum vit róptu á Heygnum. Lætt er annars at tíðarfesta myndina, tí gravmaskina er júst farin at grava út fyri nýggjari fimleikahøll til Havnar Fimleikafelag. Fimleikafelagið, sum var stovnað 9. desember 1909, hevur serliga søgu og var hjartabarn hjá havnarfólki. Nógv áhugavert er at síggja á myndini, men fyrst nøkur orð um traðirnar og nøkur av húsunum á myndini.

Gulu betonghúsini uttast til høgru eru tey hjá Bena Wardum, hvørs húski í 1956 flutti heim í Doktar Jacobsensgøtu, har Bena hevði møbilhandil og verkstað. Síðani søguligu húsini hjá teimum á Trøðni, uppi hjá Ommuni, sum vit róptu húsini. Talan vóru um hús, sum í 1835/36 vóru tikin niður á Reyni og bygd uppaftur við Landavegin. Tú kundi ganga eftir gøtu frá Landavegnum fram við húsunum á Trøðni og oman í Hornabø.

Omman æt Helena Mittún gift Petur Jacob Mittún, sum eg ikki minnist. Tey áttu børnini Jógvan, Kristian og Marin Sofíu. Kristian, sum var ógiftur, búði í húsunum saman við mammuni, og beiggin Jógvan og konan Florenza búðu í húsum skamt frá. Síðani húsini, sum Oddmar Skarðhamar lat byggja og húsini hjá Jógvani og Florenzu. Eisini síggja vit húsini úti í Grið.

Teir byggja Vesturkirkjuna. Húsini hjá okkum eru tey gulu til vinstru. Síðani húsini hjá Wenzil og Miu Hammer og aftanfyri húsini hjá Torgerd og Dagny Mohr, húsini hjá Arnold og Betzy Ludvig og gulu húsini uttast til høgru tey hjá Ólavi og Fiu Hjalt. Kýrnar eigur mammubeiggin Debes Christiansen. (Mynd: Anna Mohr)

Sum smádrongur minnist eg seyð á hvørjari trøð oman í Hornabø. Hjá temum á Trøðni var seyður, dunnur, hønur og gæs, og mammubeiggi mín Debes Christiansen hevði neyt og seldi mjólk, Demmus Hentze hevði seyð, og á traðum oman í Hornabø gekk eisini seyður.

Men í 1960 og seinni vaks Havnin við fúkandi ferð, og Tórshavnar kommuna ognartók allar traðirnar har á leiðini fyri bíligan kostnað, meðan traðir í eysturbýnum vóru nógvar seldar fyri okurskostnað. Hetta minnist eg fólk vóru ógvuliga ørg um. Fyrst kom Venjingarskúlin og Læraraskúlin vígdir í 1968, og síðani Spesialskúlin, sum hann æt tá, og so stór fimleikahøll. Tann vakri bøurin var eftir fáum árum burtur.

Havnar Fimleikafelag byggir stóra fimleikahøll   

Í 1960 árunum var Havnar Fimleikafelag virkið felag við nógvum íðkarum. Felagið var stovnað 9. desembar 1909 og helt í nógv ár til í fimleikahøll, sum var knýtt at gamla Realskúlanum vígdur í 1916. Tá Tórshavnar kommunuskúli gjørdist veruleiki í 1956, kom fimleikafelagið at halda til í báðum fimleikahallunum í skúlanum.

Í 2019 eingin bøur men bygningar og asfalt. Venjingarskúlin, Skúlin á Trøðni, fimleikahøllin, og Vesturkirkjan. (Mynd Vagnur)

Fimleikafelagið var hjartabarn hjá havnarfólki, sum í hópatali komu til framsýningar bæði úti og inni. Men umstøðurnar vóru ikki nóg góðar serliga til framsýningar, og í 1960 vóru tankar frammi at fáa bygt nýggja høll. 24. november 1966 var bræv sent kommununi um grundøki, og tey byrjaðu beinanvegin at skipa fyri tiltøkum til tess at savna inn pening til høllina.

Tíðliga í 1969 fekk fimleikafelagið víst á 2.300 fermetrar størt grundøkið á Heygnum, men eingin vegur var til økið. Kommunan hevði eisini stóran áhuga, at høllin kom júst har, tí so kundi næmingar í Venjingar-og Læraraskúlanum eisini brúka høllina. Alt tekur tíð, men tíðliga í 1971 var byrjað at gera veg frá Landavegnum og niðan á Heyggin. Navnið Stórheyggur kendi vit tá einki til, vit søgdu niðan, yvir ella oman á Heyggin.

Vegurin niðan á Heyggin var gjørdur í 1971. Fyri 1971 høvdu ovastu gomlu húsini inngongd eftir gøtu frá V: U. Hammershaimbsgøtu. (Mynd Vagnur)

Kapping var millum arkitektar um at tekna høllina, og endin gjørdist, at J.P. Gregoriussen teknaði høllina. Í juni mánað 1973 var farið undir fyrsta byggistig, sum myndin vísir, og 10. november 1974 stóð høllin liðug og var vígd henda dagin. Fyrstu stóru framsýningina hevði Havnar Fimleikafelag í stásiligu høllini 16. november hetta árið.

Á myndini síggja vit eisini tey byggja Vesturkirkjuna. Grundarsteinurin var lagdur í 1969, og fyrsti bøkkur grivin 24. februar 1971. Kirkjan var vígd 24. august 1975 av Eivindi Vilhelm presti. Lamhauge og Waagstein stóð fyri arbeiðinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply