Úr myndasavninum – Fólkafundur á Doktaragrund á ólavsøku 1955

Fólkafundur á Doktaragrund á ólavsøku 1955. Myndina tók Fríðhild Gregoriussen úr vindeyganum í húsunum hjá verforeldrunum.

Allar myndir siga frá søgu eisini myndin omanfyri, sum Fríðhild Gregoriussen tók á ólavsøku 1955. Fríðhild, sála, ættað úr Hvalba var kona Brynjer Gregoriussen, sum vit kendu sum el-mann og fótbótbóltsspælara í HB. Brynjer var sonur Grækaris Gregoriussen úr Havn og Ellu av Sandi. Tá Brynjer og Fríðhild giftust, búðu tey fyrstu árini á Reyni hjá Grækarisi og Ellu. Myndin er tikin úr vindeyganum niðan á Doktaragrund.

Doktaragrund um aldarmótið 1900. Fremstu húsini er Funningsstova, sum ikki stendur har longur, (Mynd Grafia)

Myndina fekk eg frá soni Brynjer og Fríðhild, og myndin hekk í nógv ár í gongini í húsunum við Oyggjarvegnum ella Írarók, sum økið verður rópt. Brynjer og Fríðhild og tey fluttu í húsini í 1962.

Dagliga gangi eg ikki úti á Reyni, men hvørja ferð tú kemur har, eru kenslurnar tær somu. Áhugavert at síggja, hvussu smá húsini eru frá eini tíð, tá nógv børn vóru í hvørjum húsi. Eisini áhugavert hvussu tøtt húsini standa, tá hugsað verður um eldsbruna.

Mær er sagt, at tað var ikki bara á ólavsøku, at fólkafundir vóru á Doktaragrund. Ein sonur Brynjer og Fríðhild sigur mær, at á myndini frá 1955 heldur Kjartan Mohr røðu.

Dokraragrund/Torvið avmyndað 27. januar 2019. (Mynd Vagnur)

Húsini á Reyni eru friðað, og eg má siga, at húsini eru væl hildin. Nøkur hava fingið nýggjan klædning og vindeygu og hurðar eru skiftar, men húsini varðveita næstan øll uppruna sniðið. Hugaligt at síggja húsanøvnini sum Í Tranti, Barnastova, Boyggjastova, Niðara Kina, Guttastova, Ydun hvussu øll húsini eita. Á niðastu myndini síggja vit húsini hjá Grækarisi og Ellu, og í dag býr ein ommudóttir í húsunum, sum eitur Ella eftir ommuni. Grækaris og Ella áttu tvey børn Brynjer og Elitu sum vóru tvíburar.

Myndin frá 1955 er tikin úr vindeyganum í húsunum hjá Grækarisi og Ellu Gregoriussen. (Mynd Vagnur)

Tá eg standi á Doktaragrund hesa løtuna, reika tankarnar eitt sindur. Tá vit síggja bilar har leiðini, so nærkast vit jú tey hundrað árini, síðani fyrstu bilurin kom til Føroyar. Hetta var í 1922. Eisini løgið at hugsa sær, hvussu Havnin er vaksin. í 1647 vóru bara tíggju skattgjaldarar í Havn, hetta vóru fólk, sum arbeiddu hjá einahandlinum. í 1801 búðu 554 fólk í Havn og 5.255 fólk í Føroyum, og tá var kirkja úti á Reyni. Í 1901 búðu 1.656 fólk í Havn og 15.230 fólk í Føroyum. Vit skriva 2019 og nærkast 52.000 fólkum, og av teimum búgva næstan 42% í Tórshavnar kommunu.

Tá eg var smádrongur, vistu vit hvør búðu í hvørjum húsi úti á Reyni, men so er ikki longur. Reynabúgvi segði mær, at nøkur av húsunum úti á Reyni eru nú frítíðarhús og standa tóm stóran part av árinum, og summi leiga út til ferðafólk um summarið.

So kunnu vit enda við navninum Doktaragrund og steininum ella rættari helluni, vit síggja á myndini frá 1955. Doktarahúsini, sum seinnu blivu flutt, stóðu har á leiðini, har fólkafundirnar plaga at vera, og har stavar navnið Doktaragrund. Reynabúgvi sigur seg ikki kenna til navn á steinum, sum røðarin stendur ár. Tey gomlu søgdu “Uppi við steinin við húsini hjá Malvinu”. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply