Bringubrattir dreingir í Mylluhylinum fyri hálvthundrað árum síðani

Bringubrattir landavegsdreingir í Mylluhylinum. (Mynd Vagnur)
Bringubrattir dreingir í Mylluhylinum. Frá vinstru Bjarni Samuelsen, Helgi Nolsøe og Jan Müller.  (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri hevur eingin av tykkum sæð áður, tí hana havi eg funnið í gamlari myndabók hjá mær, sum eg slett ikki visti var til. Um tólv ára gamal fekk eg myndatól, sum tók svart/hvítar myndir, har myndirnar ikki vóru størri enn 6×6 sentimetrar. Á myndini síggja vit fýra dreingir, sum eru við Sandá, har dreingirnir í svimjibuksum hava svomið í “Mylluhylinum”, sum vit síggja mynd av niðanfyri. Dreingirnir í svimjibuksum, sum búðu við Landavegin, eru frá vinstru Bjarni Samuelsen, Helgi Nolsøe og Jan Müller. Áskoðarin á steininum er Mikkjal Müller beiggi Jan.

Einki er broytt við Mylluhylinum uttan tað, at vatnið ikki longur er reint. (Mynd Vagnur)
Einki er broytt í Mylluhylinum uttan tað, at vatnið ikki longur er reint. (Mynd Vagnur)

Nógv eru minnini í Sandá, har vit lærdu at svimja. Hetta var seinnapartin í 50-árunum. Oman fyri Spinnaríið við Sandá er djúpur stórur hylur, har nógvir ungdómar svumu og kavaðu frá ymsum stórum steinum. Longri upp er minni hylur, sum er grynri, har vit fyrst lærdu okkum at flóta, áðrenn vit tordu oman í djúpa Mylluhylin. Søgan um spinnaríið er áhugaverd. Á myndini við dreingjunum sæst trærennan, sum førdi vatnið til mylluna.

Òroyndur myndadrongur avmyndar landavegsbørn við ovara hylin í Sandá. Frá vinstru: Marita Jacobsen, Torbjørn Mikkelsen, Katrin Christiansen, Helgi Nolsøe, Jan Müller og Benjamin
Landavegarbørn avmyndað við ovara hylin í Sandá. Frá vinstru: Marita Jacobsen, Torbjørn Michelsen, Katrin Christiansen, Helgi Nolsøe, Jan Müller og Benjamin Clausen. Tá var bara eitt hús á Müllerstrøð. Smádrongurin mitt fyri er Christian Christiansen. (Mynd Vagnur)

Tað var í 1903, at Johan Evensen og Valdermar Lützen byrjaðu spinnarí í fabrikkini í Rættará. Í 1909 læt Johan Evensen nýtt spinnarí byggja við Sandá, og tá tók Valdemar Lützen seg úr hesari vinnu. Spinnaríið var drivið við vatnorku, og eg minnist væl stóra træhjólið, sum ikki er til longur, og trærennurnar, sum leiddu vatnið til hjólið. Spinnaríið brúkti vatnorku til møguleikin seinni var at fáa el-orku.

Eg minnist væl stóra træhjólið og trærennurnar, sum leiddu vatnið til hjólið. (Mynd Fornminnissavnið) 

Johan Evensen doyði í 1935, og hann er fyrstu persónurin, sum er jarðaður í “nýggja” kirkjugarði við Velbastaðvegin. Edvard Samuelsen dreiv spinnaríið víðari, men í 1960 steðgaðu alt virksemið í spinnarínum við Sandá. Seinni bleiv húsið brúkt sum maskinverkstaður, og nú er bygt upp í spinnaríið, og stórur møbulhandil heldur til í húsinum, sum  á serligan hátt er bygt út í Sandá. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply